“SÅ TAL DOG DANSK!”
Hesi vóru boðini frá fangavørðinum, tá ið ein avvarðandi var og vitjaði familju í einum donskum fongsli herfyri.
Ein føroyingur, sum situr í einum donskum fongsli, fær vitjan av systur síni, men sleppur ikki at samskifta á sínum egna máli. Tey skulu tosa danskt sínámillum.
Eg møti javnan fólki, sum hava verið fyri órætti so ella so. Tað hevur verið mín lutur at lurta eftir hesum fólkum – bæði í mínum starvi sum journalistur og nú eisini sum politikari. Í gjárkvøldið hoyrdi eg enn eina søgu. Hesa ferð um hendan føroyingin, sum situr í donskum fongsli.
Sjáldan situr nakar í fongsli uttan orsøk. Revsingin hjá føroyingum er tó í fleiri førum harðari, enn dómurin leggur upp til. Føroyskir fangar verða sendir av landinum. Til eitt fremmant land at sita sín dóm. Uttan møguleika fyri at sleppa úr fongslinum at vitja sína familju, sum aðrir danskir fangar. Við avmarkaðum møguleikum fyri at fáa vitjan frá familju og vinum úr Føroyum. Og í hesum førinum við kravi um at samskifta á fremmandamáli við sína egnu familju!
Eg eri sjálv uppvaksin í Grønlandi. Mítt fyrsta mál er danskt. Eg haldi, at eg kann siga, at eg tosi líka væl danskt sum nakar dani. Men mítt kenslumál er føroyskt. Eg hugsi á føroyskum. Eg skemti á føroyskum. Eg dugi best at seta orð á mínar kenslur á føroyskum.
Tí er tað hugstoytt, at ein føroyingur í einum donskum fongsli skal vera tvingaður til at tosa danskt, tá ið familja ella vinir eina hendingaferð hava møguleika at vitja.
UDE AF ØJE – UDE AF SIND
Kriminalforsorgin í Føroyum er donsk. Hon er ein deild undir Kriminalforsorgen Hovedstaden í Keypmannahavn. Allíkavæl uppliva bæði fangar og avvarðandi, at samstarvið og samskiftið millum deildina í Føroyum og deildirnar í Danmark ikki er nøktandi. Ella rættari, tað er als ikki til staðar. Tá ið fangin er farin um føroyska landamarkið, er sambandið burtur.
Hetta er ein myrkur blettur í okkara vælferðarsamfelag. Tíanverri er støðan ikki heilt ókend. Heilt fram til miðskeiðis í 1970’unum vórðu fólk við menningartarni flutt av landinum. Hetta er lukkutíð søga, men vit útflyta framvegis nakrar av okkara veikastu borgarum av landinum. Frælsistiknar føroyingar, sum av onkrari orsøk, eru komnir illa fyri og eru endaðir skeivumegin lógina, verða framvegis sendir til eitt fremmant land at sita dómin. Til eina fremmanda mentan. Og skulu tosa eitt fremmant mál – eisini við síni kæru.
Hetta er ikki í ordan!
Vit skulu taka okkum væl av okkara veikastu. Vit eiga tí sjálvsagt eisini at yvirtaka kriminalforsorgina, so vit sjálvi fáa ábyrgdina av hesum øki. Frælsistiknir føroyingar skulu sjálvandi ikki sendast av landinum. Tað líkist ongum.
Inntil yvirtøkan gerst veruleiki, mugu vit krevja, at føroyskir fangar fáa sømiliga og virðiliga viðferð í donsku kriminalforsorgini. Tað inniber eisini, at tey kunnu samskifta við síni kæru á sínum móðurmáli.
Liljan Weihe
Valevni til fólkatingsvalið
Tjóðveldi