Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við
løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verða
gjørdar hesar broytingar:
1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis:
“a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31.
desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya
Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi
8 støð og í hesi raðfylgju:
1. 61°19’00"N 08°14’00"V
2. 60°58’00"N 07°43’00"V
3. 60°50’00"N 07°57’00"V
4. 60°24’00"N 09°07’00"V
5. 60°50’00"N 09°34’00"V
6. 60°54’00"N 09°34’00"V
7. 61°14’00"N 08°52’00"V
8. 61°19’00"N 08°14’00"V
Hetta veiðibann fevnir um veiðu við
skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti
umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki
beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við
kraftblokki.”

2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í
tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar,
báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr
grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar
millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt
til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum
og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð
og í hesi raðfylgju:”

3) Í § 27 verður “frá 1. september 2008 til
31. august 2009” broytt til: “frá 1. september
2009 til 31. august 2010.”

4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av
fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í
veiðiflotanum 1. januar 1995, verður
fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar
við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum
verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd
verður tikin fyri møguligari umseting av
fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í
sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin.

Bólkur 2: Partrolarar 3.710 fiskidagar
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 1.548 fiskidagar
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 697 fiskidagar
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 924 fiskidagar
Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 811 fiskidagar
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 7.993 fiskidagar”
2

§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir,
at hon er kunngjørd.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta
partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum,
men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum
umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18.
august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og
Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og
royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildið, geva
greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýrið ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin,
soleiðis, at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri
at bøta um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum
miðar eftir at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta
møguliga grundarlagið undir landsins búskapi.
Tað er ikki hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni og
nevnd, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismanninum um,
hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum
burðardyggum grundarlagi.
Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí
serliga toska- og hýsustovnunum tørva vernd at koma fyri seg aftur. Tjóðveldi er á einum máli
við teimum, ið hava latið hesi tilmæli. Vit mugu gera alt tað, sum stendur í okkara makt at
tryggja, at stovnarnir koma fyri seg aftur, so vit í komandi árum aftur trygt kunnu byggja okkara
búskap á tað tilfeingi, sum er – og í framtíðini fer at verða – okkara grundvøllur.
Tí kunnu vit ikki bara lata standa til, men mugu taka til eftirtektar ta vísindaligu ráðgevingina,
sum er løgd fyri dagin. Hetta er høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti.
Tjóðveldi hevur tí tikið avgerð um at skjóta upp fyri Løgtinginum, at fiskidagarnir hjá
húkaflotanum og trolbátunum (høvuðsbólkar 3, 4 og 5) verða skerdir við 50%´um, og teir hjá
partrolarunum (høvuðsbólkur 2) við 20%´um. Harumframt verða tilmælini frá vísindini (vinnan
hevur onki tilmæli um hetta í ár, tá ið eingin veiða hevur verið á Bankanum), um eisini í
komandi fiskiári at halda fast um friðingarnar á Føroya Banka, tikin til eftirtektar.
Lógarásettar freistir
Grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at í seinasta lagi 18. august skal Løgtingið fyri
komandi fiskiárið, ið byrjar 1. september, hava ásett fiskidagatal fyri botnfiskiveiðu á føroyska
landgrunninum. Fiskidagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum leggur fyri Løgtingið. Hetta forðar tó ikki tingfólki ella politiskum flokkum at
seta uppskot fram um sama mál, serliga tá ið fiskivinnupolitikkurin hjá sitandi heimastýrisstjórn
og Tjóðveldinum er so grundleggjandi ymiskur.
3
Á hvørjum ári, fyri 15. juni, skal Havstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli
um fiskidagar komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað
komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat
fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða
gagnnýttir burðardygt.
Á hvørjum ári, fyri 22. juni, skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri
fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið, umframt
tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í
fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn
høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Umframt tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini so var samgonguskjalið undir seinastu
samgonguni, Tjóðveldi var partur av, og har flokkurin umsat fiskivinnu- og tilfeingismál, greitt
orðað fram ímóti eini lívfrøðiligari og búskaparliga burðardyggari fiskiveiðu. Eitt nú orðingar
sum ”fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum
varandi grundarlag undir føroyska búskapinum”…….. ”leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøðiligu
ráðgevingini verða styrkt”…….”endurmetingin av veiðitrýstinum verður framd alt fyri eitt” eru
dømir um hetta. Ítøkiligu úrslitini vóru ein metstórur niðurskurður í fiskidagatalinum á 10%,
hóast skotið var upp at niðurlaða dagatalið við ávikavíst 20 og 50%´um og prosjekteringin av
nýggjum havrannsóknarskipi, ið er liðug, og sum tær almennu Føroyar vónandi seta fíggjarliga
orku til skjótast gjørligt.
At stuðla upp undir endurmetingina av veiðitrýstinum setti landsstýrismaðurin í CHEsamgonguni
eina nevnd stutt eftir, at tann samgongan varð skipað – Fiskiorkunevndina. Hóast
nevndin hevði eitt alt ov stutt skotbrá til eitt ógvuliga umfatandi arbeiði, fekk landsstýrismaðurin
eitt álit frá nevndini. Hetta var eisini brúkt í viðgerðini í fjør, og rættast hevði kanska verið at
endurstovna Fiskiorkunevndina soleiðis, at hon við einum rúmari tíðarhvarvi og størri orku kundi
komið til eitt meiri nágreinað og harvið rættari úrslit.
Tilmæli frá Havstovuni
Stovnsmetingarnar av botnfiskastovnunum undir Føroyum verða gjørdar av Altjóða
havgranskingarráðnum ICES við luttøku av vísindafólki frá Havstovuni. ICES letur
myndugleikunum ráðgeving leysa av henni, sum Havstovan sambært § 22, stk. 2 í lógini um
vinnuligan fiskiskap skal lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Stovnsmetingarnar hjá ICES geva aftur í ár eina sera dapra mynd av toskastovninum á landgrunninum.
Stovnsmetingarnar vísa, at stovnurin er so lítil sum ongantíð áður.
Gýtingarstovnurin hevur seinastu trý árini verið søguliga lítil, og er mettur at vera bert sløk 16
túsund tons, pr. 1. januar 2009. Hetta talið skal metast í mun til ta vísindaligu meting, at fer
gýtingarstovnurin niður um 21 túsund tons, so verður mett, at líkindini er ring fyri, at hann
megnar at framleiða góða tilgongd, hóast umstøðurnar í sjónum annars eru til vildar ella góðar.
Veiðitrýstið er so stórt, at vit ikki eru nær í námind av burðardyggari veiðu, tá ið um
toskastovnin ræður. Allir árgangirnir síðani 2001 hava verið umleið ein triðing av langtíðar
miðal. Nú hómast tó onkur tekin um, at tilgongdin í ár og næsta ár fer at batna, men enn eru hetta
bara metingar, og hóast rættar, so ávirka tær ikki gýtingarstovnin beinanvegin. Ein annar
veruleiki er tað hartil, at gróðurin í sjónum í fjør og í ár hevur verið væl betri enn fleiri samfeld
ár fyri hetta. Við støði í hesum stovnsmetingum hevur ICES tó mælt til, at eingin fiskiskapur
verður eftir toski í fiskiárinum 2009/2010, og at ein ætlan verður gjørd fyri at fáa stovnin at
koma fyri seg aftur, tvs. ein ætlan, sum mennir gýtingarstovnin upp á í minsta lagi 40 túsund
tons.
4
Tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um støddina á toskastovninum á Føroya Banka, men við
støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri. Veiðan minkaði heilt
nógv seinastu árini, áðrenn veiðibann varð sett fyri allan bankan, og veiðitrýstið hevur hesi árini
verið oman fyri miðal. Tí mælir ICES til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur, fyrr enn
yvirlitstrolingarnar vísa, at stovnurin er komin fyri seg aftur. Tað er ájavnt við ella oman fyri tað
støðið, hann var á í 1996-2002.
Hýsustovnurin er í løtuni heldur frægari fyri enn toskastovnurin. Gýtingarstovnurin er pr. 1
januar 2009 mettur til 26.500 tons. Fiskifrøðingarnir meta, at fer gýtingarstovnurin niður um 22
túsund tons, so eru líkindini ring fyri, at hann megnar at framleiða góða tilgongd, hetta hóast
umstøðurnar í sjónum annars eru góðar. Hartil mæla teir til, at ein ætlan verður gjørd soleiðis, at
gýtingarstovnurin fæst upp á í minsta lagi 35 túsund tons. Allir árgangir síðani 2003 hava verið
væl undir miðal, og árgangirnir 2005-2007 eru mettir til nakað av tí minsta, vit hava sæð. Hildið
saman við, at vøksturin á hýsu ikki er góður fyri tíðina, so vil gýtingarstovnurin minka sera
skjótt. Sjálvt við ongari veiðu í fiskiárinum 2009/2010 fer hann at vera í vanda fyri ikki at megna
at framleiða góða tilgongd. Tí mælir ICES til, at eingin fiskiskapur verður eftir hýsu í fiskiárinum
2009/2010. Ein ætlan, fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur, eigur at verða gjørd, áðrenn
fiskiskapurin kann verða loyvdur aftur.
Um upsastovnin verður sagt, at vegna ávísar lívfrøðiligar umstøður, serliga tann sera lítla
vøksturin av upsa, sum hevur verið seinastu árini, eru tær vanligu stovnsmetingarnar heftar við
stórari óvissu, og stovnsstøddin tí óviss. Veiðan hevur verið søguliga høg seinastu fýra árini, og
gýtingarstovnurin hevur verið væl fyri, men er nú í minking. Veiðitrýstið er lutfalsliga høgt og
hækkandi. Tilgongdin hevur verið oman fyri meðal seinastu 10 árini, og við so góðari tilgongd
var væntandi, at gýtingarstovnurin ikki var í minking, sum hann nú er mettur at vera. Orsøkirnar
til hetta eru mest sannlíkt, at veiðitrýstið er ov stórt, og at fiskavøksturin er so lítil. Tí mælir
ICES til, at royndin verður minkað eini 20% í fiskiárinum 2009/2010 sum eitt fyrsta stig.
Gýtingarfriðingin av upsa eigur at halda fram. Hartil mæla fiskifrøðingarnir til, at nágreiniliga
verður fylgt við, hvussu stór hjáveiðan av upsa er í svartkjaftafiskiveiðini undir Føroyum.
Samanumtikið verður sagt, at støðan er hættislig. Toskastovnarnir báðir eru søguliga illa fyri,
hýsustovnurin er í skjótari minking, men upsastovnurin er tó hampiliga væl fyri. Tí mælir ICES
til, at eingin fiskiskapur verður eftir toski og hýsu í fiskiárinum 2009/2010, og at royndin eftir
upsa verður skerd við 20%´um.
Havstovan upplýsir, at afturlítandi á árini, stovnsmetingar hava verið undir Føroyum (síðan
1961), hevur meðalveiðan av toski á landgrunninum, toski á Føroya Banka og hýsu og upsa
undir Føroyum verið ávikavist 24 tús., 2 tús., 17 tús. og 36 tús. tons. Tað er einki, ið bendir á, at
tað kunnu fiskast fleiri tons við fleiri troldøgum, fleiri snelludøgum, fleiri línudøgum ella við
meiri línu (fleiri húkum). Heldur er tað so, at sama tonsatal kann verða veitt við væl minni roynd.
Havstovan ger vart við, at tað at minka veiðitrýstið, ikki er tað sama sum, at veiðan fer at minka.
Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðuna tey fyrstu árini. Eftir tað kann
væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama, men at færri og størri fiskar verða
veiddir. Og tað hevur nógvar fyrimunir. Teir eru betur egnaðir í gýtingarstovninum, og teir eru
betur egnaðir bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burturúr enn við
einum ov stórum veiðitrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í veiðuni verða minni.
Tilgongd av ungum fiski er ymisk ár um annað. Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár verri. Við
harðari roynd verður fiskiskapurin góður tey árini, tilgongdin er góð. Men samstundis verður
5
lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er so góð, og heldur ikki verða vakstrarevnini hjá
fiskinum nýtt til fulnar. Úrslitið verður samanumtikið, at minni kemur upp á land, og sveiggini
millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig.
Í tilmæli sínum vísir Havstovan til endamálsorðingarnar í § 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap og
til frágreiðingina frá Skipanarnevndini frá 1996 um, at “stovnsrøktarendamálið er rokkið, um
gýtingarstovnurin er oman fyri ávísa minstustødd, og veiðitrýstið síðani er so, at umleið ein
triðingur av stovninum verður veiddur á hvørjum ári”. Havstovan tekur undir við, at tað er
avgerandi at halda gýtingarstovninum oman fyri eina minstustødd, og at veiðitrýstið verður
stillað so, at veiðan er burðardygg. Hetta er grundarsteinurin í ráðgevingini hjá Havstovuni.
Havstovan metir í hesum sambandi, at styrkin í eini fiskidagaskipan er m.a., at um dagatal og
aðrar reguleringar eru ásett rætt, so slepst undan á hvørjum ári at gera broytingar. Havstovan
vísir tó á, at síðani dagaskipanin kom í gildi, hevur dagatalið (og flotin) alla tíðina verið ov høgt,
og at hetta 12-ára skeiðið hevur víst, at veiðitrýstið okkurt árið hevur verið nærum dupult so stórt
sum ætlað. Nakað av hesum stavar frá serligum umstøðum í náttúruni. Menningin í m.a. tøkni
ger, at skipini so líðandi verða alt effektivari. Hesum má fylgjast væl við í og leggjast upp fyri,
so ella so.
Við støði í § 22, stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap mælir Havstovan til:
Fiskidagar á landgrunninum:
a) Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðrarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við
maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 50%´um.
b) Fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) verður minkað við 20%´um. Ein samsvarandi
minking eigur at verða í royndini hjá lemmatrolarum (Bólkur 1), ið ikki eru í
dagaskipanini.
c) Eingin serlig toska- og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan um dagaskipanina.
Ístaðin verður sett ein mest loyvd hjáveiða av toski og hýsu uppá 3% (í vekt fyri hvønn
túr sær). Hetta eigur ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroya – Íslandsrygginum (t.d.
norðan fyri 62o39’N og vestan fyri 8o00’V).
Føroya Banki:
d) Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroya Banka grynri enn 200 m.
Onnur tilmæli:
e) Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum halda
fram.
f) Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr
landi, og til toska- og hýsustovnurin eru komnir fyri seg aftur, eigur heldur eingin
vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.
g) Økini e og m verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið.
h) Meskavíddin í hjáveiðiposanum í trolingini á Landleiðini eigur at hækkast til 250 mm.
6
i) Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, sleppa at avreiða.
j) Allir skipabólkar í fiskiflotanum eiga at koma inn í dagaskipanina.
Í grundgevingunum fyri tilmælum sínum sigur Havstovan:
ad a-c) Best hevði verið at banna allari veiðu eftir toski og hýsu, men tað vildi elvt til, at
næstan allur flotin varð lagdur. Framskrivingar vísa tó, at tilmæltu niðurskurðirnir í
dagatali og aðrar tilmæltar reguleringar vilja fáa toskastovnin at vaksa spakuliga
aftur, og at minkingin í hýsustovninum fer at steðga. Ikki er neyðugt at skerja allar
skipabólkar líka nógv. Bólkarnir 3, 4 og 5 fiska tað mesta av toskinum og hýsuni,
og tí mugu teir skerjast mest. Bólkur 2 fiskar bert tosk og hýsu sum hjáveiðu, og av
tí at upsastovnurin er hampuliga væl fyri hóast í minking, nýtist skerjingin í
dagatali ikki at vera so stór; hendan skerjingin vil ávirka hjáveiðuna av toski og
hýsu nakað. Aðrir skipabólkar eru ikki inni í dagaskipanini, men ongin av teimum
eigur at hava eina serliga toska- og hýsukvotu; royndin hjá teimum storu
lemmatrolarunum, ið árliga hava fiskað í miðal umleið 20% av upsanum, síðan
dagaskipanin kom í gildi, eigur eisini at verða skerd.
ad d) Toskastovnurin á Føroyabanka er á sama støði sum seinast í 1980-árunum og fyrst í
1990-árunum. Tá varð Bankin friðaður, og tað tók bert fá ár at fáa toskastovnin at
koma fyri seg aftur.
ad e) Í gýtingartíðini stendur fiskurin sera tættur, og tí verður hann eyka útsettur fyri
veiðutrýstinum.
ad f) Toskur (og upsi) veksur upp inni við land, og tað er sera umráðandi fyri at fáa
stovnin at vaksa aftur, at ungfiskurin fær so nógvan frið sum gjørligt, so at hann
sleppur at seta til tann vaksna stovnin. Tá toskur leitar frá landi og útá, so heldur
hann í stóran mun til á leiðunum á skjal 1.
ad g) Ein stórur partur av toskaveiðini hjá teimum smærru lemmatrolarunum verður
veiddur her.
ad h) Hetta er fyri at sleppa sum mest undan hjáveiði av toski, men samstundis loyva
veiði eftir tungu, reyðsprøku og havtasku.
ad i) Hetta er fyri at minka um veiðitrýstið á tosk/hýsu hjá fólki, sum liva av eini aðrari
inntøku enn fiskiskapi við Føroyar. Í hesum sambandi verður neyðugt at kanna um
markið fyri, hvør bátur er vinnuligur og ikki, eigur at hækka.
Tilmæli frá Fiskidaganevndini
Fiskidaganevndin er sett við heimild í § 5, stk. 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum. Uppgávan hjá nevndini er, sambært § 22, stk. 3 í
nevndu lóg, á hvørjum ári, fyri 22. juni, at lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri
komandi fiskiárið, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Tilmælið skal vera
grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera
grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at
fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
7
Fiskidaganevndin leggur dent á, at teirra útsøgnir eru grundaðar á eygleiðingar frá teimum, ið
hava sítt dagliga yrki á sjónum. Nevndarlimirnir hava ikki vísindaligar royndir ella annað taltilfar
at vísa á enn tað, sum er alment.
Nevndin metir, at støðan hjá toskastovninum hevur ikki verið góð síðan 2004. Nevndin er av tí
áskoðan, at tað ikki er nógvur toskur til, tó staðfestir hon, at í mun til undanfarnu árini er nógvur
smáur toskur at síggja allastaðni, serliga á innastu leiðunum. At veiðan eftir toski er lítil í ár,
stavar serliga frá, at munandi minni roynd er eftir toski hjá línu- og útrórarflotanum.
Sum heild metir Fiskidaganevndin, at hýsan er á einum lágum støði. Við lágum prísi hevur lítil
og eingin roynd verið beinleiðis eftir hýsu hetta fiskiárið.
Vinnan metir, at upsin er væl fyri. Nógv er til, og støddin er góð. Somuleiðis er nógvur smáur
upsi til.
Mett verður, at longa og brosma eru væl fyri. Tunga og reyðsprøka eru væl fyri sum meðalár,
meðan nevndin heldur, at havtaskan ikki er eins væl fyri, sum hon hevur verið.
Nevndin ávísir í áliti sínum, at tað serliga er bólkur 5 (útróðrarbátar undir 15 tons), sum fiska
tann smáa fiskin. 50% seinastu nógvu árini. T.v.s., at helvtin av skrásettu veiðuni eftir smáfiski
verður veidd av smábátum, harafturat kemur veiðan av smáfiski hjá frítíðarfiskiskapi, ið eingi
hagtøl eru fyri. Hetta er veiða hjá fólki, ið ikki hava fiskivinnu sum lívsgrundarlag.
Fiskidaganevndin hevur eisini gjørt metingar um nøgd av æti í sjónum. Teirra niðurstøða er, at
higartil í ár hevur nógv æti verið á øllum leiðum. Nóg mikið tykist vera til av føði, og fiskurin er
sum heild væl fyri til fiti.
Við støði í § 22, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru niðurstøðurnar hjá Fiskidaganevndini
hesar:
Fiskiorka og fiskidagar á landgrunninum:
Í fjør vísti Fiskidaganevndin á, at hon í fleiri ár hevði mælt til eina dagføring av útrokningunum
av veiðiorkuni, skipað eftir bólkunum, sum fiskidagaskipanin er grundað á. Fiskidaganevndin
mælti tá til, at eitt “ættartræ” varð gjørt fyri hvønn bólk sær, so tað kundi greinast, hvørji loyvi
og skip hoyra og hava hoyrt til hvønn bólk sær. Á tann hátt metir nevndin, at tað kann sleppast
undan gitingum um, hvussu skipabólkarnir eru broyttir.
Fiskidaganevndin ásannaði, at Fiskiorkunevndin ikki tá hevði gjørt endaligu útrokningarnar um
broytingar í veiðiorkuni. Tí helt nevndin seg einki amboð hava at taka støðu út frá viðvíkjandi
veiðiorku. Nú eitt lítið ár eftir tykist tað ikki, sum álitið hjá Fiskiorkunevndini hevur imponerað
Fiskidaganevndina stórvegis, tí í mun til í fjør, tá ið nevndin býtti seg í ein meiriluta og tveir
minnilutar, við ymsum tilráðingum, er hon í ár samd um, at eingin broyting skal gerast í
ásetingini av fiskidagatalinum, í mun til tað, sum varð samtykt á Løgtingi fyri verandi fiskiár.
Einasta tilmæli frá nevndini er í grundini, at hon ynskir at allir veiðihættir verða tiknir inn í
fiskidagaskipanina. Størru lemmatrolararnir og garnaskipini. Hartil mælir hon til, at øll veiða
innan fyri 1 fjórðing úr landi verður bannað. Hetta er galdandi fyri vinnuliga og privata veiðu.
Línuskip (Bólkur 3) flyta frá 6 fjórðingum út á 7½ fjórðing. Hendan støðan verður galdandi í eitt
ár.
8
Føroya Banki:
Nevndin hevur einki tilmæli um Føroya Banka, tí eingin veiða hevur verið har. Í fjør var
Fiskidaganevndin tó á einum máli um, at toskurin á Føroya Banka var so illa fyri, at okkurt, ið
veruliga munaði, átti at verða gjørt. Nevndin mælti tí til, at Bankin varð stongdur fyri allari veiðu
í verandi fiskiári, tó ikki landsynningskanturin, (øki a). Hetta varð gjørt, og tó at fiskirannsóknir
siga okkum, at skilabest er at halda fram við friðingini í eina tíð afturat, so hevur nevndin onga
støðu til tað málið.
Onnur tilmæli:
Sum omanfyri frágreitt, mælir Fiskidaganevndin til at steðga allari veiðu á firðum og sundum í
eitt ár, og at eingin veiða verður loyvd innan fyri ein fjórðing úr landi. Bannið skal fevna um
bæði vinnuligan og ikki vinnuligan fiskiskap. Hartil mælir hon til, at stóru línuskipini verða flutt
hálvan annan fjórðing longur útá.
Í fjør hevði nevndin ta fatan, at svartkjaftaflotin fiskar nógvan botnfisk sum hjáveiðu, og at hesin
fiskiskapurin hevur eina beinleiðis ávirkan á støðuna hjá fiskastovnunum. Tí mælti hon
myndugleikunum til at fylgja væl við hjáveiðu av botnfiski hjá bæði føroysku og útlendsku
svartkjaftaskipunum í føroyskum sjógvi, og skeyt upp, at ein skipan við eftirlitsfólki umborð á
teimum pelagisku skipunum varð sett í verk. Í ár tykist tað, sum at ICES, Havstovan og
Fiskidaganevndin eru samd um hendan spurningin, tó er ivasamt, hvussu viðkomandi
sjónarmiðið er í hesum døgum, tá ið svartkjaftakvotan er komin niður á eitt so lágt støði, at
spurningurin er, hvussu nógv verður fiskað av honum í føroyskum sjógvi, annað enn tað, sum
russar fiska av føroysku kvotuni.
Nevndin endurtekur sjónarmiðið um, at øll veiða eftir botnfiski í føroyskum sjógvi skal vera
innan fyri fiskidagaskipanina, tí mælir nevndin til, at lemmatrolararnir og garnaskipini koma inn
undir skipan við fiskidøgum, og ætlast hetta samsvarandi álitinum í fjør, at vera eftir sama leisti,
sum hinir bólkarnir upprunaliga komu inn í fiskidagaskipanina, og við teimum skerjingum, ið
hava verið, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi.
Sum sagt, leggur nevndin áherðslu á tað neyðuga í, at allur heimaflotin kemur undir skipanina,
og nevnir í tí sambandinum, at fiskiveiðan hjá djúpvatnstrolarunum er so nógv broytt, nú teir alt
meira hava lagt seg eftir at veiða upsa, eftir at traditionellu fiskasløgini, teir veiddu úti á, eru so
illa fyri. Harvið eru teir komnir inn í fiskaríið hjá partrolarunum, sum eru avmarkaðir í døgum í
mun til bólk 1, sum ongar avmarkingar hevur í so máta.
Frágreiðingin frá Fiskiorkunevndini
Viðgerðin í Fiski- og tilfeingismálaráðnum av ásetingunum um fiskidagatøl fyri fiskiárið
2008/2009 varð eisini grundað á niðurstøður hjá Fiskiorkunevndini, ið var sett at geva tásitandi
landsstýrismanninum metingar um, og møguliga uppskot um, m.a. fiskidagar og bólkabýti við
atliti at tryggja burðardygga gagnnýtslu av botnfiskastovnunum – lívfrøðiliga og búskaparliga.
Nevndini bar ikki til at gera endaligar metingar um hesi viðurskifti, tí hon hevði ikki taltilfar
tøkt. Nevndin gjørdi tó metingar á øðrum grundarlagi, og setti fram síni sjónarmið um fiskidagaskipanina
við atliti at m.a. oman fyri nevndu brotum úr arbeiðssetninginum.
Nevndin metti, at hóast fiskidagatalið sum heild var minkað við um 20%´um síðani 1996, so var
sannlíkt, at veiðitrýstið var vaksið, og at fiskidagaskipanin í núverandi líki ikki livir upp til
krøvini um, at veiðan er búskaparliga burðardygg, og at mest møguligt virði fæst burturúr hjá
fiskivinnuni yvirhøvur. Økingin er grundað á broytingar í veiðievnum umframt, sum úrslit av
samanleggingum av veiðiloyvum, flytingum av fiskidøgum millum bólkar umframt útskifting av
9
eldri til nýggjari skip. Nevndin mælti til, at “skipanin varð flutt aftur til tað, sum var ætlað í
1996, og at hetta verður gjørt grundað á sølu og keyp av fiskidøgum. Ein minniluti í nevndini
setti spurnartekn við, um veiðisetningurin upp á 33% er rættur. Heldur eigur hann at vera
grundaður á, at tað búskaparliga avlopið er størst møguligt, sum samsvarar við eini 20-25%.
Minnilutin vísti eisini á, at høvuðstrupulleikin við fiskidagaskipanini er, at veiðitrýstið á
toskastovnin gerst so stórt, tí hann er dýrasti fiskurin í veiðuni, og ongar beinleiðis forðingar eru
fyri, at skip fara frá bíligari fiskasløgum til toskin, sum er dýrasta slagið. Tí gerst veiðitrýstið á
toskastovnin alt ov høgt. Fiskiorkunevndin mælti eisini til, at dagarnir, sum vórðu tillutaðir bólki
5 í 1997/1998, verða strikaðir.
Niðurstøður
Hetta er tólvta ferðin, at politiska skipanin hevur fingið tilmæli frá ráðgevandi stovnum at
viðgera um fiskiveiðuna á heimaleiðunum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk 1. juni 1996.
Í viðgerðini hevur Tjóðveldi hildið seg til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at
varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og
búskaparliga.
Avgjørd fyritreyt fyri framhaldandi tilgongd til fiskastovnarnar er, at hesir ikki verða troyttir so
nógv, at teir vera uttan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.
Niðurstøðan hjá Havstovuni er, at veiðitrýstið á toska- og hýsustovnarnar er alt ov stórt, og eigur
at verða lækkað munandi. Tí hevur Havstovan mælt til stórar lækkingar í fiskidagatalinum
komandi fiskiár fyri tann partin av flotanum, sum burturav troytir hesar stovnarnar (línuskip,
útróðarbátar við línu og snellu og lemmatrolarar við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og
5).
Eisini verður mælt til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur á Føroya Banka grynri enn 200 m.
Samanborið við toska- og hýsustovnarnar metir Havstovan, at upsastovnurin er frægari fyri. Tó
verður veiðitrýstið mett at vera ov stórt. Ásannandi, at tað serliga eru partrolararnir, og nú eisini í
størri mun lemmatrolararnir, sum veiða upsa, verður mælt til, at fiskidagatalið hjá partrolarum
verður skert við 20%´um.
Fiskidaganevndin er ikki so nágreinilig í sínari meting um støðuna hjá stovnunum. Nevndin er
samd um, at toskastovnurin ikki er væl fyri, at upsin er væl fyri, og at hýsan er á einum lágum
støði, sum sagt verður. Ein samfeld Fiskidaganevnd mælir tí til at halda fram við verandi
fiskidagatali á innaru fiskidagaleiðini, Føroya Banka hevur nevndin onga meining um, tá ið
eingin roynd hevur verið á honum og kring hann í dastið av einum ári.
Fiskiorkunevndin legði sítt starv niður, tá ið álit hennara var liðugt fyri ólavsøku í fjør. Hon
skuldi lata tásitandi landsstýrismanninum tilmæli um uppskot til ábøtur/broytingar serliga við
atliti at burðardyggari gagnnýtslu av botnfiskastovnunum og sostatt eisini, hvørt táverandi
fiskidagatal var hóskandi. Nevndini tørvaði tilfar at gera grundaðar niðurstøður hesum
viðvíkjandi. Kortini vísti nevndin á, at veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar var vaksið, hóast
fiskidagatalið síðani 1996 var minkað við um 20%´um, og at gagnnýtslan tí ikki var burðardygg.
Siðbundna fiskifrøðin metir vanliga varliga um fiskastovnarnar, og við støði í fyrivarnisregluni
verður lagt upp til stórar skerjingar í fiskidøgum hjá skipum og bátum, ið troyta toska- og hýsustovnarnar.
Tjóðveldi er avgjørt um, at ráðgevingin skal verða tikin í álvara, tí vandi er fyri, at
10
fiskastovnarnir, sum longu eru undir tí lívfrøðiliga minstamarkinum, verða so niðurpíndir, at tað
kann verða ein spurningur, um teir hóra undan yvirhøvur við verandi gongd.
Í uppskotunum um fiskidagar mongu árini framman undan hevur verið gjørt vart við, at tað
politiskt og búskaparliga ikki er møguligt at fremja tær skerjingar, sum Havstovan hevur mælt
til, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið fóru at verða so ógvusligar. Hóast hetta
sjónarmiðið hevur sínar grundgevingar, sum nógv taka undir við, so verða vit noydd at ásanna, at
tað kemur ein dagur eftir hetta, og at vit eisini tá mugu kunna líta á eitt tilfeingi – fiskastovnarnar
– sum er væl fyri. Halda vit fram við verandi roynd og møguligari og tøkari veiðiorku, sum
liggur latent og bíðar eftir fyrsta batanum, kann tað nærum við vissu sigast, at vit í framtíðini ikki
hava toska- og hýsustovnar at grunda okkara fiskiskap á innan vert føroyskt fiskimark.
Neyðugt er tí at gera eitt skifti í fiskivinnupolitikkinum. At venda próvførsluni ella próvbyrðuni.
Har støðið verður tikið í stovnunum heldur enn stálinum. Øll árini, síðani fiskidagaskipanin
gjørdist veruleiki, hava samfelagsligu og fíggjarligu atlitini til verandi rakstrareindir í flotanum
verið orsøkin til, at lívfrøðiliga tilráðingin, og harvið besta stovnsrøktin, ikki varð fylgd. Úrslitið
av hesum politikki er eyðsýnt í dag, m.a. er toskastovnurin so illa fyri sum ongantíð, síðani
føroyingar fóru undir havrannsóknir á landgrunninum og Føroya Banka. Harvið er tíðin búgvin
til, at vit vinna á trupulleikanum innan vert føroyskt fiskimark einaferð fyri allar, og tað gerst
best við at lurtað verður eftir okkara fiski- og havfrøðingum, tá ið fiskiveiðan skal skipast í
komandi fiskiárum.
Tjóðveldi er tí ikki í iva um, at tað er alneyðugt at taka stór stig – hóast tað svíður svárt hjá
mongum – at stilla veiðitrýstið á toska- og hýsustovnunum, so vit tryggja eina burðardygga
gagnnýtslu. Hóast svárt í stutttíðarmáli, so verður hetta ein tann besta politiska langtíðaríløgan,
skipanin yvirhøvur kann gera. Vit menna stovnarnar upp til fullgóða styrki aftur, minka um
afturvendandi stóru sveiggini, betra um rávørutilgongdina í flaka- og saltfiskavinnuni, betra um
rakstrarlunnindini hjá flotanum, vaksa um hýrurnar hjá manningunum, fáa viðurkenning á
sølumarknaðum fyri lívfrøðiliga burðardygga veiðu, og samanumtikið fáa vit eitt munandi
sterkari samfelag, eftir at politiska skipanin í hesum føri bara hevur tikið eina einastu stóru
avgerð. Somikið meira umráðandi er hon at taka.
Tann lítið skynsama gagnnýtslan, sum er farin fram av okkara høvuðsfiskastovnum, kann koma
okkum aftur um brekku á altjóða marknaðinum fyri fiskavørur, sum omanfyri nevnt. Har verður
meir og meir fregnast eftir, hvussu fiskiskapurin er farin fram við atliti at burðardygd, og krøv
verða sett hesum viðvíkjandi. Allir føroyskir fiskaseljarar vita, at tað bara er ein spurningur um
tíð, áðrenn vit í keyparasegmentinum verða skipað sum annan- ella triðjarangsseljarar, einans tí
at vit ikki megna at skipa okkara veiðu í mun til tilfeingið á einum lívfrøðiliga burðardyggum
støði. Eisini tí hevur tað alstóran týdning, at vit skipa okkara fiskiskap á einum tryggum
grundarlagi.
Politiska uppgávan gerst tískil at laga veiðitrýstið til nevndu veruleikar, broyttar
náttúruumstøður, marknaðartreytir, og samstundis tryggja, at hóskandi veiðiflotin kann lívbjarga
sær, og at arbeiði verður til flest møguligar hendur kring landið.
Við øllum hesum atlitum í huga verður skotið upp, at fiskidagatalið verður skert við 50% fyri
bólkarnar 3, 4, 5 og 20% fyri bólk 2:
Fiskidagar
2008/09
Niðurskurður
Fiskidagar
2009/10
Bólkur 2: Partrolarar 4.638 20% 3.710
11
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 3.095 50% 1.548
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 1.393 50% 697
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.848 50% 924
Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.621 50% 811
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 18.167 50%*) 7.993
*) Fiskidagatalið fyri bólk 5 er stillað aftur í mun til upprunaliga talið (22.000 dagar), sum bólkinum var tillutað, tá
fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996. Í juni 1997 var bólkinum við løgtingslóg, grundað á eina semju millum
táverandi politisku leiðsluna og áhugafeløgini hjá útróðrarvinnuni, tillutað 5.000 dagar umframt (løgtingsmál nr.
78/1996). Seinastu árini hava víst, at tað ikki longur er grundarlag fyri hesum eyka døgum, tí bólkurin hevur ikki
gagnnýtt meir enn umleið helmingin av tillutaðu døgunum tilsamans. Tí er avgerð tikin um at taka teir 5.000
dagarnar burtur úr samlaða dagatalinum hjá bólki 5. Hetta er gjørt á tann hátt, at niðurskurðirnir í fiskidagatalinum
árini síðani 1997 og frameftir eru tiknir burtur av teimum 5.000 døgunum, og síðani er restdagatalið tikið burturav,
áðrenn heildarniðurskurðurin upp á 50% er roknaður. (Dagatalið verður tá 7.993 ímóti 9.084).
Politiska skipanin hevur í teimum tilmælum, sum eru latin henni í sambandi við áseting av
nýggjum fiskidagatali fyri fiskiárið 2009/2010, fingið hópin av uppskotum um onnur tiltøk enn
sjálvar dagarnar. Tjóðveldi er av tí fatan, at hóast hesi øll eru viðkomandi fyri eina
heildarregulering av fiskiskapinum av botnfiskastovnunum í føroyskum sjógvi, so eru tað tiltøk,
sum ikki skulu viðgerast beinleiðis í einum lógaruppskoti um áseting av fiskidøgum.
Tjóðveldi mælir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til, beinanvegin eftir ólavsøku, at
viðgera hesi uppskot, fylgja teimum, og at skipa soleiðis fyri, at tey verða sett í verk, sum skotið
er upp ella við møguligum broytingum. Flestu av uppskotnu broytingunum kunnu gerast í
kunngerð, men okkurt er fevnt av lógarásetingum, og má tí gerast við eini broyting í lógini um
vinnuligan fiskiskap. Í hesum sambandi eigur Fiskimálaráðið í døgunum, sum koma, at skipa
eina loysn soleiðis, at eisini lemmatrolararnir og garnaskipini verða partar av fiskidagaskipanini,
í alra seinasta lagi tá ið uppskot aftur verður lagt fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi á ólavsøku
næsta ár.
Tó verður eitt undantak gjørt, sum kortini hevur við fiskidagar at gera, tí Tjóðveldi hevur tikið
avgerð um at fylgja ráðunum um framhaldandi at banna fiskiskapi eftir botnfiski á Føroya
Banka. Allar ábendingar vísa, at serliga toskastovnurin á Føroya Banka er illa fyri, og tørvar ta
vernd, sum er gjørlig. Hetta vóru báðir tilmælandi partarnir eisini samdir um í sínum tilmælum
fyri ári síðani, Havstovan stendur framhaldandi við sítt, meðan Fiskidaganevndin onga støðu
hevur til málið.
Føroya Banki er allýstur í § 9 a, stk. 1, litra a í lógini um vinnuligan fiskiskap við linjum millum
knattstøðurnar. Summar linjur liggja innan fyri 200 m dýpdarkurvuna. Samsvarandi tilmælinum
frá Havstovuni um at broyta friðingarnar, so øll leiðin innan fyri 200 metra dýpið verður friðað,
er skotið upp at broyta ásetingarnar í § 9 a, stk. 1, litra a, samstundis sum tilskilað verður, at
veiðibannið fevnir um allar veiðihættir, men tó ikki um beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við
kraftblokki, ið frammanundan eisini var undantikin.
Skotið verður ikki upp at broyta dagatalið, sum við heimild í § 29, stk. 10 kann verða latið
teimum fiskiførum, ið avreiða livur. Tað er eftir okkara tykki týdningarmikið, at alt tilfeingið
kemur til høldar – eisini livurin. Tí verður framhaldandi møguligt at eggja fiskiførum at taka
livur og avreiða hana.
Havstovan mælir í sínum tilmæli m.a. til at friða kassa e) (Holið) eystanfyri alt árið fyri
trolveiðu, tí ein stórur partur av toskaveiðuni hjá teimum smærru lemmatrolarunum verður
veiddur har. Hesin kassin er ásettur í § 9 a, stk. 1, litra e í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tí er
12
ein lógarbroyting neyðug í hesum førinum. Tjóðveldi er á einum máli við fiskifrøðingunum um,
at tørvur er á at verja toskastovnin mest møguligt, ið er á so lágum støði sum nakrantíð, og hevur
tí tikið undir við hesum tilmælinum.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella
kommunur. Hinvegin kann uppskotið – í stutttíðarhøpi – bera í sær ávísar búskaparligar og
sosialar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar, tí fiskidagatalið verður lækkað. Tó
skal nevnast, at flestu bólkar hava havt somikið lítla nýtslu av døgum í verandi fiskiári, at hetta í
fleiri bólkum ger lítlan mun í samanbering við uppskotna talið av døgum. Hartil hevur Tjóðveldi
á øðrum sinni lagt uppskot fram um brúksskyldu, sum ger tað møguligt hjá teimum ídnastu at
keypa sær tørvin á døgum innaftur tann vegin.
Uppskotið hevur við sær, at heimaflotin fær færri fiskidagar til nýtslu komandi fiskiár.
Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar, heldur tvørturímóti, tí hetta uppskot
tekur stór umhvørvisatlit.
Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða ella altjóða avtalum ella reglum.
Fyri
landið/landsmyndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Ja
Umsitingarligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og
reglur
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Sosialar
avleiðingar
Ja
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1, nr. 1.
Skotið verður upp at víðka leiðina á Føroya Banka, har fiskiskapur eftir botnfiski ikki er loyvdur.
Samstundis verður skotið upp at varðveita ásetingarnar um fiskireiðskap, so tað eisini
framhaldandi verður bannað at fiska við snøri, snellu og línu á Føroya Banka.
Til § 1, nr. 2.
Skotið verður upp, at friðingin av leiðini, ið er fevnd av ásetingunum í § 9 a, stk. 1, litra e, skal
fevna um alt árið í staðin fyri sum nú, fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl til 31. januar.
Til § 1, nr. 3.
13
Ásett verður tíðarskeiðið, sum fiskidagar verða ásettir fyri, og teir skipabólkar, ið koma undir
skipanina við fiskidøgum.
Til § 1, nr. 4.
Ásett verður fiskidagatal fyri hvønn skipabólk og undirbólk fyri fiskiárið 2009/2010.
Til § 2.
Áseting um gildiskomu.
Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Tilmæli frá Havstovuni.
Skjal 2: Frágreiðing frá ráðgevandi nevndini (ACOM) hjá Altjóða
Havrannsóknarstovninum (ICES) í mai/juni 2009.
Skjal 3: Tilmæli frá Fiskidaganevndini
Skjal 4: Mátingar av plantuæti á landgrunninum (Havstovan)
Skjal 5: Skjal 1 (Havstovan)

Á Løgtingi, 29. juli 2009

Tórbjørn Jacobsen Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad