Lýsing

Føroyskir fordómar og donsk vinaløg

Hósdagurin í seinastu viku var upp á nógvar mátar ein vanligur gerandisdagur mítt í einum fólkatingsvalstríði fyri mítt viðkomandi.

Tvær hendingar henda dagin settu tó av álvara mína støðu sum tjóðveldismaður, uppstillaður til Fólkatingið, í relieff – og ikki minni fordómarnar, sum valda í tí sambandinum.

Sum tað fyrsta henda morgunin hevði eg koyrt mín góða vinmann John niðan á flogvøllin. Vit báðir hava kenst í sløk 40 ár – síðan fyrstu lestrartíðina hjá mær í Århus, sum byrjaði í 1983. John bleiv tó ikki bara mín vinmaður, men eisini ein sannur Føroya-vinur, eftir at hann tvey summur á rað miðskeiðis í áttatiárunum var í Føroyum og arbeiddi og sjálvandi búði heima hjá okkum í mínum barndómsheimi inni á Glyvrum. Nú hevur hann verið her sum ferðamaður, og hetta var aðru ferð í ár, at hann var her og búði heima hjá okkum í Sørvági. Vit søgdu hjartaliga farvæl og lovaðu hvørjum øðrum at síggjast skjótt aftur.

Onnur hendingin var okkurt um ein tíma eftir, at eg hevði sagt danska vinmanninum farvæl og júst hevði sett meg niður við skrivaraborðið á Dimmalætting at fara undir mín næstseinasta arbeiðsdag sum avloysari har. Tá bleiv eg uppringdur av einum manni, sum eg altíð havi kent væl, og sum upp á so mangar mátar er ein skilamaður. Hann er tó ikki tjóðveldismaður, verri enn so, og ørindi hansara vóru at spyrja, hvussu ólukkan tað bar til, at ein maður, sum hataði danskarar, stillaði upp til fólkatingsval.

Eg spurdi skilamannin, hví hann helt, at eg hataði danskarar, og hann svaraði, at “tað gera øll tjóðveldsifólk sjálvandi, tí vilja tit ikki vita av ríkisfelagsskapinum”.

Eg gav honum rætt í, at eg ikki vildi vita av hvørki ríkisfelagsskapinum, ið als ikki er til, ella danska yvirræðinum á Føroyum, sum sanniliga er til. Eg greiddi honum síðan frá, hví tað var beinleiðis misvísandi at tosa um ein ríkisfelagsskap, tí partarnir í honum ikki eru javnsettir. Og eg greiddi honum frá, at mótstøðan ímóti donskum yvirræði ikki upp á nakran máta er grundað á hatur ella illvilja ímóti Danmark og danska fólkinum, men bara uppá álit á egin evni, ynskið um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og at vit sjálv skulu taka fulla ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum.

Eg haldi ikki, tað rein við. Í hvussu er hevði hann ilt við at ímynda sær, at tað var annað enn hatur mótvegis dønum og øllum donskum, sum var drívmegin hjá okkum tjóðveldisfólkum.

Men tað rein við hjá John longu tá í fyrru helvt av áttatiárunum.

Áðrenn vit komu at kennast, hevði hann eisini hildið, at føroysk loysingarfólk yvirhøvur hildu lítið um danir. Hann skilti tó skjótt, at soleiðis var støðan als ikki. Hinvegin var tað eitt heldur drúgvari pedagogiskt tak at fáa hann at skilja og góðtaka grundgevingarnar fyri grindadrápi.

Á einum av biltúrunum hesa ferð, hann var og vitjaði, kom prátið aftur inn á grindadráp, og tá helt hann fyri, at tað var nú óluksáliga løgið (“helt forbandet mærkeligt”, vóru donsku orðini), at helst meira enn 90 prosent av tí føroyska fólkinum stóð rimmarfast við sín rætt at drepa grind, men at vit samstundis ikki megnaðu at semjast um at krevja rættin at stýra okkara egna landi.

Eg kundi bara geva honum rætt, men ein góð byrjan at venda tí gongdini er nú at semjast um at velja eina sterka tjóðskaparrødd á Fólkating.

Ingolf Sólheim Olsen
fólkatingsvalevni, Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad