Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum

Tjóðveldi
Løgtingið
Løgtingsmál nr. 142/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember
1996 um stuðul til rentuútreiðslur av
lánum, sum broytt við løgtingslóg nr.
45 frá 30. mars 2001, verða gjørdar
hesar broytingar:
1) Í § 5 verður orðingin:
"2003 og seinni: 40%"
broytt til :
2003 – 2009 40%
2010 38%
2011 35%
2012 33%
2013 30%
2014 28%
2015 25%
2016 23%
2017 20%
2018 18%
2019 15%
2020 13%
2021 10%
2022 8%
2023 5%
2024 3%
2025 og
seinni
0%
2) Í § 6 verður orðingin:
2003 og seinni: 27% 13%
broytt til:
2003 – 2009 27% 13%
2010 25% 13%
2011 23% 12%
2012 22% 11%
2013 20% 10%
2014 19% 9%
2015 17% 8%
2016 16% 7%
2017 14% 6%
2018 13% 5%
2019 11% 4%
2020 10% 3%
2021 8% 2%
2022 7% 1%
2023 5% 0%
2024 3% 0%
2025 og seinni 0% 0%
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1.
januar 2010.

Almennar viðmerkingar:
Tá ið skipanin við rentustuðli til sethúsalán varð skipað og sett í gildi, hevur tað verið
hildið skilagott í politisku skipanini at lynna undir hjá teimum, sum settu búgv.
Nógv er síðani broytt í samfelagnum og í individuellu sethúsafíggingunum.
Broytingar eru eisini gjørdar í lógini, og nógv orðaskifti hevur hesi seinastu árini verið
um hesa skipan, har m.a. Búskaparráðið hevur mælt til at laga skipanina niður, tí at
hon við tíðini var farin at liva sítt egna lív í samfelagnum, og sum ein alt ov nógv
vaksandi útreiðsla hjá landskassanum, ið lá sum eitt støðugt flow yvir í privata
fíggjargeiran, sum í støðugt størri mun innroknaði rentustuðulin í lánsmøguleikan hjá
tí einstaka.
Eyðvitað er, at prísásetingin á sethúsamarknaðinum alt fyri eitt hevði lagað seg til eina
niðurlaðing soleiðis, sum skotið verður upp í uppskotinum. Við tíðini hevði hetta
minkað munandi um útreiðslurnar í landshúsarhaldinum, tá ið rentustuðulin hesi
seinastu árini er vorðin ein støðugt vaksandi útreiðsla og ein av stóru postunum á
fíggjarlógarinnar útreiðslusíðu.
Lættast hevði verið at framt broytingar av hesum slagi, tá ið rentan er lág ella
niðurgangandi. Royndir hava verið gjørdar hesum viðvíkjandi m.a. í
fullveldislandsstýrinum frá 1998-2004, men málið vann ikki frama tá. 7. november
2003 legði Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot
fram um at lækka stuðulin úr 40% niður í 37%. Ein meiriluti í tásitandi Fíggjarnevnd
(Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) tók undir
við uppskotinum. Kári P. Højgaard tók tó ikki undir við, at hetta var byrjanin til at
laða stuðulin stigvíst niður á 0. Orsakað av løgtingsvalinum í 2004 datt málið burtur
og kom ongantíð framaftur, eftir at nýggj borgarlig heimastýrisstjórn var skipað.
Í uppskotinum frá 2003 verður sagt í viðmerkingunum, at: ”Rentustuðulin virkar
órógvandi og avlagandi á fríu marknaðarkreftirnar. Hann ger, at húsaprísurin verður
tillagaður á einum ov høgum støði, og tað eru tí fyrst og fremst peningastovnar,
húsaseljarar og byggimeistarar, ið njóta gott av rentustuðlinum. Rentustuðulin er
lækkaður stigvíst úr 48% í 1997 og niður í 40% í 2003. Skotið verður upp at lækka
rentustuðulin niður í 37% í 2004, og ætlanin er, at rentustuðulin í framtíðini skal
lækkast stigvíst, til hann fellur heilt burtur.” Hetta uppskotið miðar eftir tí sama, tó er
skiftistíðin longd úr 10 árum upp í 15 ár.
Rentan er fallandi í løtuni, eisini tí er tað skilagott at broyta hesa skipanina.

Serligar viðmerkingar:
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar og fyrisitingarligar avleiðingar. Fíggjarligu
avleiðingarnar eru, at landskassin yvir eina 15 ára skiftistíð sleppur undan eini støðugt
vaksandi útreiðslu. Fyri móttakararnar av rentustuðlinum verður avleiðingin sjálvandi
tann, sum uppskotið leggur upp til, at stuðulin minkar stigvíst tey næstu 15 árini.
Hinvegin verður vinningurin fyri tey flestu, at sethúsaprísurin leggur seg á eitt støði,
sum er samsvarandi hesi lækking.

Á Løgtingi, 5. mars 2009

Heini O. Heinesen  Bjørt Samuelsen  Høgni Hoydal
Sjúrður Skaale  Hergeir Nielsen  Annita á Fríðriksmørk
Tórbjørn Jacobsen  Bergtóra Høgnadóttir Joensen

Deil hesa grein umvegis
468 ad