Stavnhaldið er sjálvbjargni og samhaldsfesti
Eg stilli upp til løgtingsvalið 8. desember. Seinast manglaði lítið í, og vónandi fara nóg nógvir veljarar at sýna mær álit hesa ferð, so eg vinni ein tingsess fyri Tjóðveldi.
Næstu vikurnar fari eg at oysa tykkum undir við mínum politisku hugsjónum, ætlanum og lyftum, so her vil eg í fyrstu syftu bara tríva niður í rúgvuna og nevna nøkur av mínum hjartamálum:
· Ríkisveitingin skal minka, og áramál setast á, nær hon verður komin á null.
· Lunnar skulu leggjast undir arbeiðið at yvirtaka løgreglu og rættarskipan.
· Arbeiðsvikan skal styttast.
· Pengar skulu setast av til serskilt at lyfta lønirnar í vælferðaryrkjunum.
· Fíggjarligu og sosialu korini hjá einligum forsyrgjarum skulu bøtast munandi.
· Fíggjarligu korini hjá okkara skapandi fólki skulu bøtast munandi.
· Gransking og skúlaverk skulu styrkjast og mennast, og vit skulu sum skjótast kunna bjóða fiskivinnu- og sjóvinnuútbúgvingar á høgum stigi, umframt siðbundnu útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum
· Munandi ábøtur skulu gerast í okkara fiskivinnuskipan. Millum annað skulu tær menningarkvotur, ið liva upp til upprunaligu ætlanirnar, uppstigast, so at tær verða javnsettar hinum kvotunum í uppsjóvarvinnuni.
· Ein lóg um tilfeingisgjald í fiskivinnuni skal gerast, so at fólkið umvegis landskassan fær sín rættvísa lut í samlaða virðinum av okkara felags tilfeingi.
· Somuleiðis skulu gjøldini í alivinnuni tillagast, so at land og fólk fáa sín rættvísa lut í virðunum har.
Her verður ríkiligt at taka hond um eftir stívliga trý ár undir ekstremum høgrastýri, har konservatisma og egoisma hava verið stavnhaldið.
Nýggja stavnhaldið skal vera sjálvbjargni og samhaldsfesti.
Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi