Lýsing

Uppskot til samtyktar um at søkja limaskap í EFTA og EBS

Løgtingið tekur undir við:
• at landsstýrið tekur upp samráðingar um limaskap í EFTA og EBS fyri at
gerast fulltikin partur í teim 4 frælsunum í ES
• at landsstýrið í hesum sambandi fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug
málsøki á føroyskar hendur, og
• at landsstýrið innan 1 ár leggur frágreiðing fyri Løgtingið um neyðugu
fortreytirnar fyri limaskapi.
Viðmerkingar:
Føroyar kunnu ikki liggja sum eitt avbyrgt heimastýri uttan lut í teimum
samstarvsavtalum, sum binda londini í Evropa og heimsins lond saman. Føroyar
kunnu heldur ikki bíða í óendaligum togaríi við danskar myndugleikar og við teir
felagsskapir, ið taka avgerðirnar.
Gjøgnum EFTA og EBS kunnu Føroyar taka lut í teimum fýra frælsunum umframt
útbúgvingar- og granskingarsamstarvinum. Á henda hátt ber til at átaka sær tey
rættindi og tær skyldur, sum føroyskari vinnu, myndugleikum og borgarum tørva, og
samstundis hava ræði á náttúrutilfeingi og uttanríkisviðurskiftum, sum verða
avgerandi fyri øll lond frameftir. Og hetta fer eisini at styrkja samstarvið millum
londini í Útnorði.
Greiða má sum skjótast fáast á støðuni, og tær leiðir mugu roynast, ið kunnu geva
okkum svar og møguleikan at taka neyðugu avgerðirnar.
Tjóðveldi hevur søguliga tikið støðu til ES-málið og annað samstarv í Evropa út frá
tveimum høvuðsatlitum:
1. Tilfeingisumsiting – t.e. spurningurin um at hava ræði á náttúrutilfeinginum og á
uttanríkispolitiskum avtalum hesum viðvíkjandi.
2. Fólkaræði og sjálvræði – t.e. spurningurin um, hvørt smátjóðir fólkaræðisliga hava
nakra ávirkan á ES-skipanina, og spurningurin um, hvørt allar avgerðir verða lagdar
til Brússel, og Føroyar gerast ein útjaðari í bæði Danmark og í Evropa uttan
møguleika at taka fullveldi.

Hesi atlit og mál hava verið avgerandi fyri, at Tjóðveldi hevur havt sum greitt mál, at
Føroyar saman við hinum londunum í Útnorði (Noreg, Íslandi og Grønlandi)
samstarva um at hava aðrar skipanir við ES enn limaskap.
Onki avgerandi er sum so broytt í fortreytunum fyri hesum metingum, men meðan øll
onnur lond flyta seg, standa Føroyar politiskt í stað uttan nakra avkláring av hvørki
ríkisrættarligu ella altjóðarættarligu støðuni.
Fastlæsta støðan
Gongdin seinastu 20 árini hevur verið, at Evropeiska samveldið hevur sameint seg
meira og meira og hevur fingið nýggj limalond.
Noreg og Ísland hava sum sjálvstøðugar tjóðir verið limir í fríhandilsfelagsskapinum
EFTA – og umvegis EFTA varð gjørd tann sonevnda EBS-skipanin, har Noreg, Ísland
og Liechtenstein gjørdust partar av teirri evropeisku sameiningini, uttan at gerast limir
í ES.
EBS-skipanin merkir í stuttum, at Noreg, Ísland og Liechtenstein taka lut í teimum
sonevndu fýra frælsunum – t.e. frælsi fyri kapital, vørur, tænestur og borgarar at virka
frítt innan fyri ES. Hartil taka tey lut í útbúgvingar-, granskingar- og
mentanarsamtarvinum við ES.
Føroyar hava so staðið eftir sum eitt heimastýri við bert eini triðjalandsavtalu við ES.
Málið frameftir
Føroyar kunnu gerast partur av teimum fýra frælsunum, umframt útbúgvingar- og
granskingarsamstarvinum hjá ES, uttan at gerast limur. Hetta fæst við, at Føroyar
gerast limur í EFTA og EBS-avtaluni.
Hetta eru tey praktisku mál, sum allir flokkar í Føroyum hava sagt seg ynskja – eisini
teir, sum tosa fyri beinleiðis ES-limaskapi.
Tí er eisini neyðugt, at tey, sum vilja ES-limaskap, svara uppá, hvørjir fyrimunir eru í
tí út um teir, sum EFTA/EBS-skipanin gevur.
Sum sjálvstøðugt land er ongin formlig forðing fyri hesum. Í núverandi ríkisrættarligu
støðu krevst hinvegin ovurhonds stór vælvild, broyttar støður og nýggjar viðtøkur hjá
bæði Danmark og øllum evropeiskum londum, um Føroyar skulu taka egnan lut í
samstarvsavtalum.
Higartil hevur verið sagt úr Danmark, at Føroyar kunnu ikki sum eitt heimastýri taka
lut í EFTA og EBS.
Men sambært uppriti frá Ole Spiermann, professara, er ikki størri forðing fyri tí, enn
fyri øðrum skipanum. Alt veldst um politiska viljan í Danmark og í teimum
felagsskapum, talan er um. Tí tað er formliga Danmark, ið skal gera avtalur og gerast
limur vegna Føroyar. Harumframt krevst, at bæði ES og EFTA skulu góðkenna
nýggjar og broyttar skipanir.

Tí er neyðugt at krevja greið politisk boð frá donsku stjórnini um, hvørt hon vil víkja
frá sínum vanligu tulkingum og frá uttanríkispolitisku heimildarlógini – og at fáa
greið boð frá EFTA og ES um, hvørt tey kunnu hugsast at ganga serligum skipanum
og nýggjum tulkingum á møti.
Verður staðfest, at hetta ikki er gjørligt, eigur landsstýrið at leggja frágreiðing fyri
tingið um hetta, so at Løgtingið kann taka neyðugu stigini at skipa Føroyar sum
sjálvstøðuga tjóð og harvið greiða gøtuna út í heim.
Møguleikarnir í stuttum
Í politiska orðaskiftinum í Føroyum valdar ógreiða og fløkja um øll okkara viðurskifti
við ES, EFTA og EBS.
Í stuttum kunnu møguleikarnir sigast at vera hesir:
1. Limaskapur í ES saman við Danmark
– Hetta kann gerast við einum pennastroki. Danmark boðar bert frá, at danski
limaskapurin ikki longur hevur fyrivarni fyri Føroyar. Føroyar gerast tá limur í
ES sum ein danskur landslutur og allar avgerðir verða tiknar á Fólkatingi og í
Brússel.
2. Danmark fær ein limaskap afturat í ES vegna Føroyar
– Hetta krevur vilja frá Danmark, drúgvar samráðingar, nýggjar tulkingar og
vilja frá øllum ES-londum
3. Danmark gerst limur í EFTA vegna Føroyar, men ikki í EBS.
Viðurskiftini við ES mugu so greiðast við til dømis at víðka verandi
handilsavtalu millum Føroyar og ES
– Hetta er tann leisturin, ið Landsstýrið sigur seg velja. Hann krevur eisini
politiskan vilja í Danmark, drúgvar samráðingar, nýggjar tulkingar, yvirtøku
av 17 málsøkjum og vilja frá øllum EFTA og ES-londum.
4. Danmark gerst limur í EFTA og í EBS vegna Føroyar
Hetta krevur eisini broytta støðu í Danmark, nýggjar tulkingar, yvirtøkur av 17
málsøkjum og vilja frá øllum EFTA- og ES-londum at gera frávik og
serskipanir.
5. Føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð og gerast limir í EFTA og
EBS uttan formligar forðingar
Hvat skal gerast nú?
Verður ongin politisk atgerð framd nú, kann tað taka áratíggjur at tosa og togast um
hesar møguleikar og senda málið millum ymsu myndugleikarnar.
Greitt er, at Tjóðveldi mælir til møguleika nummar 5.
Teir flokkar, ið ikki vilja skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, skylda okkum eina
greiða støðu til, hvørja leiða teir so vilja ganga.
Breiðasta semjan tykist vera, at Føroyar skulu gerast limur í EFTA og EBS.

Tí verður skotið upp, at landsstýrið søkir um limaskap í hesum skipanum og fær
greiðu á krøvunum frá bæði donsku stjórnini og hesum felagsskapum sum skjótast.
Innan eitt ár eigur landsstýrið at kunna leggja eina ávegis frágreiðing fyri tingið, har
støðan verður gjørd upp.
Út frá hesum kann Løgtingið gera sínar neyðugu niðurstøður og broyta tær fortreytir,
ið verða kravdar til tess at taka lut í altjóða felagsskapum og avtalum.
Skjøl:
Skjal 1: Samandráttur av uppriti frá Ole Spierman
Skjal 2: Upprit frá Ole Spierman

Á Løgtingi, 3. mars 2009

Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal
Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen
Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen

Deil hesa grein umvegis
468 ad