Lýsing

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag valt 13 fólk á listan

Tjóðveldisfelagið í Suðurstreymi hevði mánakvøldið fund í fullsettum hølum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, og fekk trettan góð boð upp á løgtingsfólk á listan.

Hesi eru:

Hervør Pálsdóttir
Bjørt Samuelsen
Anita á Fríðriksmørk
Annika Olsen
Jensina Olsen
Liljan Weihe
Trina Eysturoy
Erling Eidesgaard
Jón Kragesteen
Ronnie Thomassen
Høgni Hoydal
Høgni í Stórustovu
Magni Arge

 

-Hetta var ein frálíkur fundur, har ein veruliga merkti, at felagið stendur saman, og at okkara hugsjónir og mál draga góð fólk til sín, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og valevni fyri felagið í Suðurstreymi. Her eru bæði roynd og nýggj fólk, sum vilja stríðast fyri at fremja tjóðveldisstevnuna, og vit heilsa teimum vælkomnum í felagsskapin. Tað hevur ongantíð havt so stóran týdning sum nú, at vit savnast um at styrkja tjóðskapar- og frælsisrørsluna, eftir at vit hava havt eitt so ógvusligt sambandsrák, eitt konservativt rák og ein politikk fyri tey fáu í langa tíð.

– Eg haldi, at umframt ein sterkan vilja til at taka fulla ábyrgd av landinum, búskapinum og livikorunum hjá vanligum fólki og vinnulívi, hava hesi fólkini eisini til felags, at tey vilja gera mun – og ikki mismun, segði floksformaðurin.

Heini Hátún, formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, var væl nøgdur við fundin, huglagið og ikki minst uppmøtingina.

-At so nógv møta til uppstillingarfund, boðar frá góðum, helt hann fyri. Væl meira enn 100 fólk á fundi, og eggjandi og seriøsar røður frá teimum uppstillaðu, geva okkum øllum hug at fara inn í valstríðið við allari megi.

Felagið hevur í dag tríggjar av teimum seks løgtingslimunum hjá Tjóðveldi, og teir stilla allir uppaftur. Teir eru Hervør Pálsdóttir, Bjørt Samuelsen og Høgni Hoydal.

 

 

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad