Lýsing

Við sterkum hugsjónum og heitum hjarta

Flokkurin víst mær álit, og bjóði eg meg tí fram aftur á lista E.

Sjálvbjargni. Skapandi vinna. Grøn orka. Heilsa fyri øll. Rík náttúra. Útbúgvingarmøguleikar. Nútímans samferðsla. At framleiða fleir føroyskar búnaðarvørur. Javnsettar møguleikar fyri allar borgarar. Tak yvir høvdið og ein løn, sum til ber at liva av. Er nakað av tí eg havi og framhaldandi fari arbeiða fyri, verið eg aftur vald á ting.

Vit mugu taka ábyrgd – av øllum borgarum, av landi okkara og í mun til avbjóðingar, sum allur heimurin stendur yvirfyri.

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur, eins og hjá flokkinum, grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi – sum er ein fyritreyt fyri framburði, bæði hjá einstaklinginum og hjá tjóðini.

Uppstillingarfundir vóru kring alt landið mánkvøldið, og tað er av sonnum eitt vala lið, sum bjóðar seg fram.

Eri errin og takksom fyri at arbeiða fyri ein flokk við sterkum hugsjónum og heitum hjarta.

Gott val øll somul!

X við E
Bjørt Samuelsen

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad