SENDA OKKARA VEIKASTU BØRN AV LANDINUM
Ímynda tær eitt barn, sum hevur livað undir viðurskiftum, sum skaða bæði heilsu og menning. Barnið hevur upplivað vanrøkt og vansorgan í heiminum og verður tí umsorganaryvirtikið av myndugleikunum – fyri síðani at verða sent av landinum.
Falda nú við 5!
Fimm børn vórðu í fjør á stovni uttanlands, tí føroysku myndugleikarnir ikki megna at lofta teimum. Børnini eru í staðin send til eitt fremmant land. Við einum fremmandum máli. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent.
Orsøkin er, at onki nøktandi tilboð er til tey í Føroyum. Tað skrivar Barnaverndarstovan í nýggjastu frágreiðing teirra.
VIT MUGU TAKA ÁBYRGD
Tað eru eftirhondini 50 ár síðani, at vit góvust við at senda føroyingar við menningartarni av landinum. Men framvegis senda vit okkara allar veikastu borgarar av landinum. Børn, sum av heilt eyðsýndum orsøkum ikki hava eina rødd. Børn, sum eru tikin frá foreldrunum, tí tey ikki megna at ansa eftir teimum. Børn, sum okkara vælferðarsamfelag ikki megnar at lofta.
Tað má steðga!
Hesi fimm børnini hava upplivað at verða tikin frá foreldrunum, tí tey ikki megna at taka sær av teimum. Síðani uppliva somu børn, at myndugleikin heldur ikki megnar at geva teimum ta umsorgan og hjálp, sum teimum tørvar.
Vit kunnu ikki senda trupulleikar av landinum. Vit mugu taka ábyrgd og tryggja, at nøktandi tilboð er til allar borgarar í Føroyum, sum á ein ella annan hátt hava tørv á hjálp ella umsorgan. Í Føroyum. Á føroyskum.
Liljan Weihe
Valevni, Tjóðveldi