Lýsing

Uppskot til samtyktar um ein 50 metur langan svimjihyl

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja uppskot fyri tingið, ið ásetir, at ein partur
av tí hækkaða íløgukarminum á fíggjarlógini fyri 2010 verður nýttur til ein 50 metur
langan svimjihyl.

Viðmerkingar:
Tað er eingin ivi um, at skal føroyskur ítróttur gera seg galdandi millum tey fremstu á
altjóða pallinum, er tað innan einstaklingaítrótt, at møguleikarnir eru størstir.
Hetta síggja vit m.a. innan svimjingina. Henda ítróttagrein hevur gjørt ómetaliga stór
framstig farnu árini. Kring alt landið eru ungir svimjarar, sum skarða framúr og standa
seg væl í kappingum við svimjarar úr øðrum londum.

At Føroyar standa seg væl í altjóða kappingum er ikki bara ein sigur fyri tey, sum
beinleiðis taka lut.

Hesir svimjarar gerast fyrimyndir hjá øðrum, og eggja øðrum til at velja sær sunn og
mennandi frítíðarítriv.

Men eisini onnur kenna tað sum ein sigur, tá føroysk ítróttafólk klára seg væl. Hetta
elur fram stoltleika og bøtir harvið um trivnaðin í landinum.

Tí er ikki meira enn rímiligt, at landið er við til at skapa hesum ungdómi góðar
karmar. Og tað er tørvur á tí. Karmarnir hjá okkara svimjarum eru sera vánaligir – og
munandi verri enn karmarnir hjá teimum, sum teir kappast við.

Ein íløga í ein 50 metur langan svimihyl hevði, um nóg nógv verður lagt fyri, eisini
gjørt, at Føroyar kundu hýst fleirtjóða kappingum. Harvið hevði tað eisini økt
munandi um okkara møguleikar fyri at kunna hýsa Oyggjaleikunum.

Á Løgtingi, tann 11. august 2009

 

 

Vegna Tjóðveldi
Sjúrður Skaale

Deil hesa grein umvegis
468 ad