Lýsing

Føroyar eru tað trygga valið!

Aftur og aftur fáa vit trútta niður í okkum, at alt tað góða og trygga er aðrastaðni enn í Føroyum.

 

Sambandskreftirnar hava síðani vit fingu flokkar í Føroyum, aftur og aftur víst á, at førleikin at skapa framburð og lukku, kemur aðrastaðni frá, enn hjá okkum sjálvum.

 

Endamálið við at drena sjálvsvirðið burturúr føroyinginum, er at tryggja dønum yvirvaldi yvir oyggjunum, og í samsýning fær sambandsflokkurin leiklutin, sum tann vællønti og eggmetti butlarin í skipanini hjá hjálandavaldinum.

 

Úr okkara góða føroyska heimi vita vit, at tað er her at fjálgi tryggleikin býr, um bert vit taka ábyrgdina sum fylgir við tí frælsa lívinum.

 

Dagliga síggja vit menningina, sum fylgir við sjálvsábyrgdini. Sum fylgir við møguleikanum at skipa tað góða samfelagið, við okkara fortreytum.

 

Vit í Tjóðveldi eru sannførd um at tað ikki eru tey 3 prosentini, sum blokkurin er í dag, sum ber landinum uppi.

 

Tey 97 prosentini, sum føroyingar sjálvir skapa og framleiða av føroyska búskapinum, eru bulurin undir tær og mær. Tey eru tað trygga valið!

 

Sjálvandi ber tað til at koma nærri sjálvbjargninum, sum tað eisini sømir seg føroyinginum best!

Set krossin á trygga grund.

 

Páll á Reynatúgvu

Løgtingsmaður

Tjóðveldi

 

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad