FÓLK MUGU FÁA RÁÐ AT LEGGA UM TIL GRØNA ORKU
“Vit hava gjørt tað bíligari at leggja um til grøna orku”, lýsir ein flokkur við í løtuni. Tað er tíverri ikki satt. Tað er blivið nógv, nógv dýrari at fáa sær hitapumpu ella jarðhita.
Vit í undanfarnu samgongu settu í verk afturbering av mvg fyri góðkendar jarðhita og aðrar hitapumpur. Hesa afturbering longdi borgarliga samgongan, sum nú sat. Men prísurin fyri at fáa sær hesar góðkendu skipanir er hækkaður óvanliga nógv seinastu árini. So nógv, at familjur og einstaklingar, ið ikki hava høgar inntøkur, hava lítlan og ongan kjans at vera við. Til dømis kostar ein jarðhitaskipan nú omanfyri 200 túsund krónur.
At leggja um til grøna orku og gerast leys av oljuni, er svarið bæði uppá teir ógvusligu oljuprísirnar og uppá, at okkara land og búskapur verða meira burðardygg.
Men, skal grøna orkuskiftið eydnast, mugu øll hava ráð at vera við. Vit mugu tryggja eina bíliga fígging og betri stuðulsmøguleikar, so familjur við lægri inntøkum eisini fáa ráð at fáa sær grøna hitaskipan. Tað er ikki minni neyðugt, nú oljan er blivin so dýr.
Tí legði eg í heyst vegna Tjóðveldi eitt uppskot fyri Løgtingið um hetta. Komandi landsstýri eigur at taka upp samskifti við kommunur, bankar, SEV og aðrar viðkomandi partar um samstarv um eina eina skipan, sum tryggjar, at øll húsarhald fáa møguleikan at vera við í grønu umleggingini.
Uppskotið fall burtur, nú val varð útskrivað, men kann lesast her:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10229
X við E
Bjørt Samuelsen