Lýsing

Ongi børn skulu sendast av landinum

Fyri nøkrum árum síðan var semja í politisku skipanini um, at børn og ung skulu hava viðgerðartilboð í Føroyum. Vit skuldu ikki senda børn av landinum, men gera nøktandi tilboð í Føroyum.

Tó so verða í miðal 5 børn send á stovn í Danmark árliga. Kostnaður er millum 200.000 kr. og 500.000 kr. um mánaðin, hoyrdu vit í tíðindunum í dag. Tað má man fáa gjørt nógv fyri í Føroyum.

Eitt er ørandi upphæddirnar í krónum og oyrum, annað er stóri menniskjaligi prísurin. At eitt ungt menniskja við trupulleikum verður sent í annað umhvørvi, til annað mál og aðra mentan, og soleiðis verður avskorið frá familju, vinum, netverkið og øðrum er brot á øll rættindi. Og stigmatiseringin, sum fylgir við- stemplið; Føroyar er ikki fyri teg! Tað er ikki einum framkomnum samfelag verdugt.

Samstundis hoyra vit um niðurkoyrd fosturforeldur, sum ikki fáa nøktandi hjálp, og tí kasta handklæðið í ringin. Og vit hoyra um manglandi frítíðartilboð til børn við avbjóðingum.

Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Tíðin er komin at endavenda og nýhugsa alla ta almennu skipanina, sum skal hjálpa og stuðla øllum teimum, sum hava serligan tørv. Tað sær ikki út til, at hetta einans kann loysast við pengum, hóast tað uttan iva er partur av trupulleikanum. Onkur má eisini tryggja at, peningurin kemur út til børnini, og at alt arbeiðið tekur støði í at hjálpa teimum, sum koma í neyð[SS1] . Lógarbroytingar eru nokk eisini neyðugar, men politiskur vilji og dirvi skal til. Almennu skipanirnar eru til fyri at tæna fólki, og tað má og skal vera aðalmálið.

Hetta er eitt av teimum málum, sum eg framhaldandi vil arbeiða fyri.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

[SS1]a

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad