Lýsing

Uppskot til samtyktar um klassiska latínska alfabetið

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal
áseta, at klassiska latínska alfabetið skal vera almenna alfabetið í Føroyum, og at
serføroysku bókstavirnir verða settir fyri seg.

Viðmerkingar
Í Føroyum verða, eins og í meginpartinum av heiminum, latínsku bókstavirnir nýttir.
Men stavraðið – alfabetið – sum verður nýtt í Føroyum, er kortini ikki tað sama, sum
nýtt verður í øðrum londum, ið nýta latínsku stavirnar.
 

Nakrir stavir – C, W, X og Z – eru als ikki at finna í alfabetinum, sum føroysk børn
læra í barnaskúlanum.

Og føroyskir serstavir – tvíljóðini EI, EY, OY og strikustavirnir Á, Í, Ó, Ú, Ý – eru
settir inn í sjálvt alfabetið.

At ávísir bókstavir eru tiknir úr alfabetinum, er ógvuliga ørkymlandi, tí hesir somu
bókstavir verða nýttir dagliga av øllum føroyingum.

C er millum teir stavir, sum mest verða nýttir í Føroyum yvirhøvur, men hinir útihýstu
stavirnir eru eisini so vanligir, at royndin at gera teir “óføroyskar” ikki kann eydnast,
og aldrin fer at gera annað enn at ørkymla fólk.

• Vit tosa um CO2 útlát.
• Vit tosa um C vitaminir.
• Vit tosa um Loran C.
• Vit tosa um Lista C.
• Tá vit býta okkurt upp, geva vit tí ofta heitini A, B, C o.s.fr. T.d. kunnu vit
velja lúku C, tá vit spæla Gekk.
• Vit nýta, eins og gjørt verður alla aðrastaðni, “ABC” sum eitt hugtak. Vit siga
málarans ABC, sjómansins ABC o.s.fr. Eingin tosar um AÁB’ið – og eingin
fer nakrantíð at tosa um AÁB’ið. Tað kenst fremmant, og fer altíð at kennast
frammant.
• Vit nýta eisini C, tá vit lata upp flestu heimsíður, tá vit skriva .com.
• C er partur av nógvum altjóða orðum, sum verða nýtt í Føroyum.
• Nógvir føroyingar hava bókstavin C í navni sínum.
• Royndirnar at útihýsa bókstavinum C úr føroyskum fólkanøvnum níva nógv
fólk, sum síggja stavsetingina av sínum navni sum ein part av sínum
persónliga samleika.
• Í Føroyum tosa vit meira enn aðrastaðni um sjúkuna CTD
• At útihýsingin av stavinum C er nýtt í Føroyum sæst m.a. í vísuni um Jákup á
Møn, har Nólsoyar a Páll yrkir soleiðis:
Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann sleppingur góður,
lærdi at remsa upp ABC
og sýndist at bregða til móður.
• W nýta flestu føroyingar ógvuliga ofta hvønn einasta dag, tá vit lata upp
heimasíður – WWW.
• Eisini X verður nýttur í nógvum samanhangum. Ikki minst í roknitímunum í
sama skúla, sum lærir børnini, at X ikki er partur av føroyska alfabetinum.
• Z er eisini ein bókstavur, sum verður nógv nýttur í støddfrøðini.
• Nógvir føroyingar hava Z í navni sínum.
Uppskotssetarin hevur roynt at kannað, hvørjar tær vísindaligu ella mentanarligu
grundgevingarnar eru fyri at útihýsa hesum bókstavum úr okkara stavraði, men hevur
onga góða grundgeving funnið.
Og uppskotssetarin heldur tað vera púra skeivt at royna at gera nakað fremmant, sum
ikki er fremmant. Føroyskt skriftmál verður ikki veikari, tá hesir bókstavir eru partar
av alfabetinum; tað verður sterkari.

Tað amputeraða, "serføroyska" stavraðið styrkir ta fatan millum børn, at føroyskt
skriftmál er stirvið, gamalt og óliðiligt og ikki er í samsvari við veruleikan.
Tí skulu vit ikki royna at gera eitt serføroyskt alfabet í Føroyum, men halda okkum til
tað klassiska latínska alfabetið, sum nýtt verður í øðrum londum.

At seta serføroysku bókstavirnar inn í sjálvt alfabetið, ørkymlar eisini.
Aðrastaðni seta tey serligar bókstavir aftast ella uttanfyri. Franskt hevur t.d. é, è, ê,
spanskt hevur ñ og týskt hevur ä, ö og ü. Tey skandinavisku málini, sum eru nær
skyld við føroyskt, hava hesar somu 26 bókstavirnar, og sum uppískoyti Æ, Ø, Å. Vit
kunnu gera tað sama og seta Đ aftast, har onnur norðurlond hava Å.

Tað er ymist, hvussu orðabøkurnar nýta stavraðið, men tað er eisini vert at taka fram,
at hóast einki C er í "føroyska" alfabetinum, so hava bæði móðurmálsorðabókin og
tann stóra enska-føroyska orðabókin C við sum leitibókstav. Hesar bøkur hava heldur
ikki tvíljóðini við sum sjálvstøðugar stavir (bæði EI og EY eru undir E o.s.fr.)
Tí mælir uppskotssetarin til, at føroyska alfabetið verður tað einfalda, klassiska
alfabetið við 26 bókstavum, sum franskt, enskt, spanskt og týskt brúka, við Æ, Ø og Ð
aftast, og tvíljóðum og strikubókstavum sum ískoyti.

A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z Æ Ø Đ
á, í, ý, ó, ú – ei, ey, oy
Tá tað er vorðið lóg, at hetta er galdandi alfabet í Føroyum, mugu allir almennir
myndugleikar og skúlar gera tilfar, sum er í samsvari við hetta alfabet.

Føroyingar hava ongantíð tikið AÁB’ið til sín, og tí verður eingin trupulleiki av at
venda aftur til ABC’ið. Men tað er alneyðugt, at børnini kenna, at teirra móðurmál
fevnir allan tann heim, tey liva í. Og tá sjálvt alfabetið kenst fremmant og stirvið, er
vandi fyri, at tey fáa somu fatan um alt okkara skriftmál – og til endans eisini um
okkara talumál.

Tí hevur tað stóran týdning, at vit hava eitt alment ásett alfabet, sum er í samsvari við
veruleikan.
 

Okkara mál er undir stórum trýsti, og vit eiga at leggja nógva orku í røkt og menning
av málinum.

Men tað er avgerandi, at orkan verður nýtt til tað, sum hevur týdning: Til at styrkja og
menna nýtsluna av føroyskum í øllum viðurskiftum.

Í hesum sambandi kann vísast til álitið frá Málstevnunevndini, har fleiri skilagóð
tilmæli eru, sum eiga at verða fylgd.

Men tann orka, ið verður løgd í tað vónleysa stríðið fyri at útihýsa ávísum bókstavum
úr málinum og at fáa føroyingar at taka eitt heilt serligt alfabet til sín, er spilt. Hetta
stríð kann fyri tað fyrsta ikki vinnast og gagnar fyri tað annað ikki støðuni hjá
føroyska málinum, men ger hana veikari. Tí tað serføroyska alfabetið er ikki í
samsvari við veruleikan og hevur við sær, børnini kenna seg fremmand mótvegis
sínum egna máli.

Bókstavirnir C, W, X og Z eru ikki fremmandir. Vit nýta teir hvønn einasta dag. Hví
skulu vit so gera teir fremmandar?

Føroyskt má ikki enda sum eitt kuriosum, ið vit hava sum pynt, meðan vit nýta danskt
og enskt.

Føroyska málið er grundarlag undir og karmur um okkara mentan. Tað er ein heilt
avgerandi partur av okkara samleika. Tí má støðan hjá føroyskum styrkjast – og tað
gera vit m.a. við at lata málið vera so rúmligt og liðiligt, at tað kann nýtast í øllum
viðurskiftum.

Á Løgtingi, tann 13. august 2009

Sjúrður Skaale
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad