Lýsing

HETTA ER SONN MATGLEÐI

HETTA ER SONN MATGLEÐI

Røst riv úr Dímun og drýl afturvið. Tað er fast fríggjakvøld heima hjá okkum, tá komið er út í november.

Hetta er ein av orsøkunum til, at eg elski at liva í Føroyum! Føroyskur matur, sum vit eta eftir árstíðunum. Nátar í september. Nýflett lomb í oktober. Røst riv, nú dagarnir av álvara styttast. Jólaaftan seta vit á fyrsta turra bógvin, áðrenn føroyska gásin, sum vit eta um kvøldið, fer í ovnin. MUMS!

Men føroyskur matur er ongin sjálvfylgja. Tað er ringt hjá bóndum at hava kappingarførar prísir – serliga nú inflatiónin av álvara er farin at ávirka prísin á føroyskum búnaðarvørum.

Eg ynski, at føroyskur matur skal vera atkomuligur fyri øll. Landbúnaðurin skal mennast og gerast kappingarførur. Vit síggja stóran áhuga fyri føroyskum landbúnaðarvørum, bæði innan gastronomi og ferðavinnu, og eisini hjá føroysku húsarhaldunum. Vit ynskja okkum føroyskar dygdarvørur!

Men okkum tørvar ein landbúnaðarpolitikk fyri at fremja hetta í verki.

Fyri skjótt trimum árum løgdu Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at orða ein landbúnaðarpolitikk. Eitt samt Løgting tók undir við hesum. Men landsstýrið, sum enntá hevur ein bónda sum landsstýrismann í landbúnaðarmálum, megnaði ikki at fremja Løgtingsins vilja.

Vit hava tørv á føroyskum matvørum. Vit hava tørv á einum landbúnaðarpolitikki. Vit hava tørv á einum nýggjum landsstýri!

 

Liljan Weihe

Valevni, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad