Lýsing

Tað er dýrt at vera fátækur

At hava møguleika fyri at seta føtur undir egið borð – at hava møguleika at keypa sín egna bústað, er eitt tað sum best kann økja um kapitalin hjá tí einstaka. At eiga egnan bústað økir um eins egna kapital yvir tíð, og vil vera tann besta íløgan yvir tíð. At borgarin ger hesa íløguna er eisini virðisskapandi fyri samfelagið.

Tá gáttin gerst ov høg fyri ein part fólkinum, vilja tað vera nøkur, sum áhaldandi eru á leigumarknaðinum. Tað er ikki bíligari hjá teimum at leiga, enn at gjalda aftur lán. Men tá inntøkan er ov lág til at fáa bankalán, og møguliga eisini ov lág at savna eginfígging, samstundis sum mann skal gjalda leigu, er trupult at seta føtur undir egið borð. Tá er tað dýrt at vera fátækur.

Í summum samfeløgum er hendan stættin sera lítil, tí flest øll eiga egnan bústað. Soleiðis var tað í Føroyum fyri 40 árum síðan, og tá var mestsum heldur eingin møguleiki fyri at leiga sær ein bústað.

Nógv kenna til leigumarknaðin í Danmark, ið hevur stuðlað undir fjølbroyttum grannaløgum og høgum mobiliteti. Hesin strukturur hevur verið til fyrimunar fyri borgarar við lágari inntøku. Hesin strukturur er kortini broyttur hesi seinastu árini, og sum skilst er ikki líka lætt hjá borgarum í lægri lønarløgum at fáa góðan bústað at leiga, og tað verður alsamt truplari at velja í hvørjum býi mann vil búgva í.

Í Bretlandi hevur yvir fleiri áratíggir verið ein upphópan av ogn hjá borgarum, soleiðis, at tey ríku gerast ríkari. Stættin, sum ikki hevur møguleika fyri at seta føtur undir egið borð økist, samstundis sum fjarstøðan millum hesar báðar stættir gerst alsamt størri. Samstundis verða nógvir bústaðir hvørki røktir ella uppstigaðir – og harvið minka hesir í real-virði.

Tað er eingin einføld loysn viðvíkjandi at skapa ein góðan bústaðarmarkna. Bústaðir og privatir aktørar hava økt um mongdina av leiguíbúðum, og er hetta avgjørt av stórum týdningi fyri okkara samfelag. Hetta gevur mobilitet og møguleikar til hvønn einstakan. At tað er áhugi fyri at gera íløgu í privata leigumarknaðin og í fjølbroytta bústaðarbygging í Føroyum er avgjørt gott og hevur stóran týdning fyri framburðin.

Hvør einasti bústaður, sum verður bygdur, umboðar eitt virði. Hvørja ferð ein borgari flytur seg frá leigumarknaðinum og keypir egnan bústað, umboðar hetta ikki bert eitt virði, men eina virðisskapan yvir tíð fyri borgaran. Tað er størri virðisskapan fyri okkara samfelag, at flestu borgarar kunnu uppbyggja kapital yvir tíð, heldur enn sum í Bretlandi at sera fáir borgarar kunnu uppbyggja sær ovurstóran kapital og bústaðarognir, meðan talið av borgarum, sum ikki fær flutt seg burtur frá leigumarknaðinum økist.

Í Føroyum í 2014 áttu uml. 85% egnan bústað og 15% búðu til leigu. Síðani er fólkatalið økt og tali av bústøðum er somuleiðis økt. Í Bretlandi er býti; 51% sum eiga og 49% sum leiga.

Eg vil saman við Tjóðveldinum arbeiða fyri, at okkara samfelagsbygnaður áhaldandi røkir virðiskapan hjá tí einstaka og skapar karmar fyri einum marknaði við fjølbroyttum leigubústøðum.

Set X við E

Sigrid J. Dalsgaard, Tjóðveldi

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Deil hesa grein umvegis
468 ad