Uppskot um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
§ 1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um
innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009,
verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka”
broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60
rúmprosentum av alkoholi”.
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann
einans fara fram á góðkendum
framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær
heimild í kunngerð at áseta neyðugar
treytir fyri góðkenning.”
3) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum”
broytt til ”góðkenningini” og orðini
”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”.
4) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur
meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og
annað” strikað.
5) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í
Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í
Føroyum”.
6) Í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk.
2” broytt til ”sum í sær hevur hægst 5,8
rúmprosent av alkoholi”.
7) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi”
broytt til ”loyvi ella góðkenning”.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1.
februar 2010.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Samstundis, sum vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, nokta vit okkara egnu bryggjarívinnu at
framleiða nakað, sum er sterkari enn 5,8%.
Við undantaki av einstøkum londum, sum hava fullkomið bann fyri rúsdrekkaframleiðslu og -sølu,
er loyvt í allar flestu londum at bryggja øl, vín og brennivín. Forboðið at fara upp um 5,8% er
serføroyskt, og sera ilt er at skilja, hvørjum endamáli markið tænir.
Hinvegin leggur markið nakrar púrasta órímiligar forðingar fyri føroyskari framleiðslu. Endamálið
við uppskotinum er at taka burtur tann mismun, sum í dag verður gjørdur millum útlendskar
fyritøkur og føroyskar fyritøkur, og at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast í egnum landi.
Tú kanst í dag fara og keypa tær eina fløsku av Cognac úr Fraklandi, Sherry úr Jerez í Andalusia,
reyðvín av víngóðsi í Australiu, snaps framleiddan í Ålborg, Vodka úr Finnlandi, skotskt visky – ja,
úrvalið á hillunum er stórt av vørum frá øllum heimsherðashornum.
Men í Føroyum sleppa bryggjarí ikki at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Til samanberingar
kann nevnast, at Cider kann hava 8,5 vol% av alkoholi og vín 13%. Vit innflyta stórar mongdir av
rúsdrekka, sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum
gjøgnum einkarsølur kring landið.
Einasta treytin, vit seta til øl og brennivín, er, at vøran er framleidd uttanlands og innflutt til landið.
Man tað finnast nakað annað land, sum leggur slíkar forðingar fyri egnari vinnu?
Øl partur av gourmetvinnu
Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari matvinnu, sum byggir á
dygdargóðar rávørur. Hetta er ein vaksandi vinna í londunum kring okkum, og øl verður nógv nýtt
afturvið einum góðum bita á matstovunum.
Øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Eisini er lítil ivi um, at
fyri ferðavinnuna kundi føroysk framleiðsla av spesialøli verið við til at givið ferðafólki eina
serstaka uppliving.
Sum sendingin “Ølfjeppararnir” eisini vísti, er áhugin fyri spesialøli stórur og vaksandi , og nógv av
hesum øli er sterkari enn 5,5%.
Í Føroyum er bara eitt bryggjarí eftir í landinum. Eingin ivi eru um, at galdandi rúsdrekkalóg stikar
hesa fyritøku inni og skerjir hennara møguleikar at vaksa – bæði á heimamarknaðinum og á
útlendskum marknaðum. Lógin forðar heilt einfalt fyri, at bryggjarí kunnu verða ein nisjuvinna og
ein útflutningsvinna.
Sjálvt tað sterkasta ølið er veikari enn vín, og tí finst heldur einki fyribyrgjandi argument, sum ger
tað skilagott at forða føroyskari framleiðslu.
Sterkari løgir
Í løtuni eru føroyskar fyritøkur, sum framleiða brennivín uttanlands. Enntá verður føroyskt vatn
flutt til Íslands fyri at framleiða føroyskt brennivín, sum so aftur kann og verður selt í Føroyum!
Tað eigur at verða loyvt at framleiða somu vørur í Føroyum, sum loyvi er at selja. Strangar treytir
skulu sjálvandi setast til góðkenning av framleiðsluvirkjum og umstøður at bryggja sterkt.
Eingin ivi er um, at eisini her er ein marknaður – ikki minst um vit hugsa um ferðavinnuna og teir
mongu útlendsku gestirnar, ið vitja oyggjarnar.
Hvat hevði verið meira natúrligt, enn at til bar hjá ferðamanninum at hava eina fløsku av
hvonnsnapsi, rabarbuheitvíni ella visky, framleitt úr reina føroyska vatninum, við sær heimaftur?
Kjarnan í hesum máli er í fyrsta lagi, at tað má vera samanhangur ímillum tær vørur, ið vit loyva at
innflyta og selja, og tað, sum til ber at framleiða í Føroyum. Í øðrum lagi at tað ikki er rímiligt at
nokta framleiðslu av øli sterkari enn 5,8% tá til ber at selja so nógv onnur sløg av rúsdrekka, sum
eru sterkari enn hetta.
Tjóðveldi legði fyri einum ári síðani eitt líknandi uppskot fram. Samgongan valdi tá at fella málið,
og millum annað varð grundgevingin, at landsstýrismaðurin fór at koma við einum uppkoti – sum
landsstýrismaðurin segði seg ætla. Hóast eitt heilt ár er liðið, er einki uppskot komið frá
landsstýrismanninum, og velja undirritaðu tí at leggja málið fram av nýggjum.
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1
Ad. 1) Við broytingini verður forboðið at bryggja og framleiða rúsdrekka tikið av fyri rúsdrekka við
í mesta lagi 60 rúmprosentum av alkoholi.
Ad. 2) Krav verður ikki sett um loyvi til framleiðslu av øli ella rúsdrekka, men slík framleiðsla
kann hinvegin einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Eru treytirnar fyri góðkenningini
loknar, kann landsstýrið ikki nokta góðkenning. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta
neyðugar treytir fyri góðkenning. Tað kann til dømis verða neyðugt at áseta treytir við atliti til
trygd, framleiðsludygd, umframt møguliga serligar treytir til einstakar framleiðslur.
Ad. 3) Konsekvensbroyting til nr. 2 og 3.
Ad. 4) Avmarkingarnar fyri innflutningi av øli, sum hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi,
verða tiknar av. Hervið verður innflutt øl javnsett við føroyskt framleitt øll, har forboðið í § 3 at
bryggja og framleiða rúsdrekka við í mesta lagi 60 rúmprosentum av alkoholi verður tikið av, sí ad.
2.
Ad. 5) Heimildin at selja Rúsdrekkasølu Landsins øl, bryggjað í Føroyum, verður víðkað til
rúsdrekka, framleitt í Føroyum.
Ad. 6) Tilvísingin til § 3, stk. 2 er ein tilvísing til avmarkingina í rúmprosentinum av alkoholi í øli,
sum mælt verður til at taka burtur við broytingini í § 1, nr. 2. Tí verður mælt til at taka tilvísingina
burtur. Heimildin í § 7, stk. 3 hjá bryggjaríum at selja føroyskum provianteringsfyritøkum øl og í §
8, stk. 1 til at útflýggja egna framleiðslu av øli verður hinvegin ikki víðkað til eisini at fevna um
rúsdrekka frá føroyskum framleiðsluvirkjum og framleiðlsuvirkjum, ið eru fevnd av
Hoyvíkssáttmálanum.
Ad. 7) Revsiásetingin í § 22, stk. 1, nr. 2 verður víðkað til eisini at fevna um framleiðsluvirkir, sum
seta til síðis treytir fyri góðkenning.
Til § 2
Gildiskoman er sett til 1. februar 2010 fyri at geva landsstýrinum stundir at gera neyðugar
ískoytisásetingar, umframt tillagingar í galdandi kunngerðum.
Á Løgtingi, tann 18. november 2009
Bjørt Samuelsen, Kári á Rógvi ,Hergeir Nielsen
Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Sjúrður Skaale
Tórbjørn Jacobsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen