Vit mugu ikki gloyma tey vanligu fólkini!
Viðhvørt møðist eg av miðlastreyminum, har tað tykist sum hugburðurin og rúmið, at lyfta tað góða fram í ljósið, sjáldan vinnur frama.
Eru vit vorðin so von við at geva tí lítla, sum kanska ikki virkar perfekt, ein alt ov stóran part av umrøðuni?
Eg má siga tað!
Eg haldi at vit í Føroyum hava ein fantastiskan ungdóm, har meginparturin uttan himpr flytir seg inn í vaksnalívið, uttan trupulleikar yvirhøvur.
Tey fáa sær læru, útbúgving, ella arbeiði, og eru vælvirkandi samfelagsborgarar frá fyrsta degi.
Tað sama ger seg galdandi í vaksnalívinum. Nógv tey flestu okkara taka ábyrgdina av lívinum á okkum.
Eru drúgv og ófør á arbeiðsmarknaðinum. Uppala okkara børn við fevnandi umsorgan og kærleika hvønn einasta dag.
Eisini um vit renna okkum í lívshendingar sum skaka okkum á leiðini.
Vit summa okkum, hava kanska tørv á eini vinarligari øksl eina løtu, og so herja vit á aftur í lívsins dansi.
Røkka vit eldraárum, so halda summi fram við virkisfýsni, meðan onnur seta ferðina niður, so hon hóskar til heilsuførleikan.
Uttan at gremja seg um nakað. Uttan at verða øðrum, ella samfelagnum til byrðu á nakran hátt.
Hesi fólkini er ikki eindømi. Tey eru tíbetur ein sera stórur og undirmettur bólkur í samfelagnum.
Hugsa vit okkum um eina løtu, so kenna vit nógv teirra. Sum duga at liva lívið fyri seg og onnur við, uttan hóvasták.
Av og á er neyðugt at seta lívið í perspektiv, og tá síggja vit, at tey flestu okkara eru bæði góð og kná.
Mátin vit í dag hyggja at samfelagnum, er ofta gjøgnum brillur, sum leita eftir trupulleikum.
Eg haldi at vit í nógv størri mun eiga at gleðast um øll okkum, sum fáa gerandisdagin at ganga væl.
Og tá eru vit eisini betri fyri at hjálpa teimum, sum hava veruligar trupulleikar at dragast við í lívinum.
Set krossin á trygga grund!
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Tjóðveldi