Uppskot um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið, sum
hevur til endamáls:
– at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa
ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra
hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum,
– at skipa skuldarráðgevingina saman við ella í tøttum tilknýti til Brúkaraumboðið, til
tess at felags serfrøði og umsiting kann gagnnýtast,
– at skipa so fyri, at óhefta ráðgevingin kann umboða einstaklingar og familjur, sum eru
komin í skuldarfellur mótvegis privatum kreditorum og almennum myndugleikum við
tí endamáli at gera avtalur um bótaføri,
– at geva óheftu ráðgevingini uppgávuna at mæla til lóggávu, lógarbroytingar og reglur,
ið kunnu skipa og seta krøv til lánsmarknaðin um upplýsing og gjøgnumskygni og at
fyribyrgja økjandi tali av óhaldførum skuldarbindingum.
Viðmerkingar
Eins og allir føroyingar ásannaðu, tá føroyska samfelagið og bankakervið fóru á heysin í
nítiárunum, so hevur áleikandi altjóða fíggjarkreppan prógvað, at lán, fígging,
virðismetingar og bótaføri eru sum ein frumskóg. Har ongin kennir leiðirnar, har hvør
livir av øðrum, og alt kann broytast frá degi til dags.
Kortini hevur politiska skipanin eggjað til uppaftur meira frumskógarlóg og enn minni
gjøgnumskygni í fíggjargeiranum: Liberalisering av altjóða fíggjarmarknaðunum og
vantandi lóggáva og regulering frá politiskum myndugleikum í sambandi við nýggju
lánsmøguleikarnar hevur verið ein atvold til støðugt vaksandi skuldarbyrðu hjá
einstaklingum og húsarhaldum.
Seinastu árini er eitt støðugt vaksandi útboð av nýggjum lánsmøguleikum til
privata nýtslu boðið út í samfelagnum frá peningastovnum og fyritøkum, sum
kunnu skuldarbinda einstaklingar, familjur og børn teirra langt út um
møguleikarnar at gjalda aftur í arbeiðsføra lívinum, og fólk kunnu enda í
sonevndum “skuldarfellum”.
Og í mun til so mong onnur øki í samfelagnum, har til ber at leita sær ráð, hjálp og
vegleiðing, so er ongin skipaður møguleiki hjá einstaklingum og húsarhaldum at fáa
óhefta ráðgeving og hjálp í sambandi við lántøku og í sambandi við skuldartrupulleikar,
umleggingar ella saneringar.
Enn eru fólk í Føroyum av ættarliðum, sum eru vaksin upp við setninginum um at
gjalda hvørjum sítt og onki skylda. Og helst er skuldarbyrðan hjá hvørjum fólki sær
minni og frívirðini í húsum helst væl størri enn í flestu av okkara grannalondum.
Men sum Heðin Brú so meistarliga lýsir í meginskaldsøguni “Feðgar á Ferð”, tá Ketil
setir seg í skuld til tess at keypa hvalin og noyðist at enda at selja kúnna til tess at
borga lánið, so eru kollveltandi broytingar hendar í peningabúskapinum og
fíggingarmøguleikunum seinastu øldina.
At seta seg í skuld er í dag inngrógvin partur av nútímans lívinum hjá hvørjum
einstøkum og familjum til tess at seta búgv, taka útbúgving, gera íløgur, økja um
privatnýtsluna og útvega sær flutningstól, amboð og hentleikar í gerandisdegnum.
Seinastu árini hevur økt peningaútboð skapt ein óhaldføran hákonjunktur. Tað hevur
regnað niður yvir fólk við tilboðum um nýggjar lánsmøguleikar við avdráttarskáa,
avdráttarfríum lánum, leinging av afturgjaldstíð, dýrum lánum frá handlum og
fyritøkum til bilar og nýtsluvørur, sum tú tekur upp á ein seinnapart.
Og eins og í øðrum londum, koma fólk í ta støðu, at tey taka lán á seg, sum av egnum ella
uttanhýsis ávum kunnu gerast so stór byrða fyri tann einstaka, børn og familjur, at tey
rætt og slætt ikki eru bótafør. Fólk og familjur seta seg í sonevndar “skuldarfellur”.
Hetta hevur sjálvsagt djúptøknar avleiðingar fyri lívsdygd og lívsmøguleikar hjá
familjum og einstaklingum. Økt lánsbyrða rakar veikar inntøkubólkar harðast ella
dregur fólk sosialt niður á røkurnar, serliga um skuld hópar seg upp við øktum rentum,
ella tá rentustøðið hækkar í samfelagnum.
Hetta gerst eisini økt fíggjarbyrða hjá tí almenna gjøgnum sosialu skipanirnar, ella um
tørvur verður á serligum politiskum átøkum í búskapi og fíggjarmarknaði, orsakað av
ov stórari lánsbyrðu í samfelagnum.
Altjóða fíggjarkreppan hevur avdúkað fyri teimum flestu, at almennar reglur og
fyriskipanir, ið kunnu regulera hesi viðurskifti og fyribyrgja óhepnari lántøku, hava
als ikki fylgt við bráðvaksandi gongdini í nýggjum lánshættum og skuldarseting.
Tvørturímóti eru almennar skipanir, ið beinleiðis stuðla og eggja til lántøku og geva
fyrimun til ymisk sløg av lánum. Eitt nú er rentustuðulin, ið upprunaliga bert var
ætlaður til at seta búgv, vorðin ein óbeinleiðis stuðul til privat nýtslulán, tá avdráttarfrí
lán og long afturgjaldstíð fyri sethúsalán eru sett í verk. Harafturat eru enntá serligir
skattafyrimunur í 2006 givnir teimum, ið vildu lána sær pening at keypa parta- og
virðisbrøv fyri.
Nógv talar sostatt fyri, at tørvur er á eini óheftari skuldarráðgeving til privatfólk og
húsarhald.
Í fleiri av hinum Norðurlondunum er skipaður ein almennur “skuldarpolitikkur”, og
ymisk ráðgeving og tiltøk eru sett í verk til tess at fyribyrgja óbótaføri og
skuldarfellum hjá fólki.
Hugmyndin er, at ráðgevingin fyrst og fremst skal vera fyribyrgjandi. At fólk skulu
kunna leita sær óheft ráð, fáa greiða upplýsing um veruligu skuldarbindingarnar
aftan fyri lánstilboð og at fáa ráð um privatbúskap.
Í øðrum lagi skal skuldarráðgevingin kunna veita hjálp til fólk, ið eru komin í
skuldarstøðu, sum ikki vegur sæst burturúr, leggja ráð fyri afturgjalding og umboða
fólk mótvegis kreditorum og myndugleikum.
Ráðgevingin kundi verið skipað við fyrimynd í Rættarhjálp Føroya, har ymisk fakfólk
skiftast at arbeiða fyri skuldarráðgevingina, sum er ein ódýr og væl virkandi skipan.
Í triðja lagi eigur ráðgevingin at skipa fyri almennari upplýsing um brúkarastøðuna á
peningamarknaðinum og skjóta upp lógarbroytingar og reglur, ið kunnu tryggja
gjøgnumskygni og brúkaratrygd.
Tí hevði tað verið skilagott at skipa henda partin av uppgávuni saman við nýggja
Brúkaraumboðnum.
Til ber at kunna seg um norðurlendskar skipanir og uppskot á hesum
internetadressum:
http://www.riksdagen.se/webbnav/index.aspx?nid=3911&bet=2006:548
http://www.riksdagen.se/webbnav/index.aspx?nid=20001&qry=Skuldsaneringslag
http://www.lovdata.no/all/hl-19920717-099.html#1-5
http://www.ft.dk/Samling/20031/beslutningsforslag_oversigtsformat/B41.htm
Á Løgtingi, 29. januar 2010
Høgni Hoydal ,Tórbjørn Jacobsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Hergeir Nielsen, Annita á Fríðriksmørk, Sjúrður Skaale
Bjørt Samuelsen og Heini O. Heinesen