Lýsing

Kassan eiga vit øll!

Tá polittiska skipanin valdi at geva út aliloyvi og fiskiloyvi til nøkur fá í landinum, skapti hon eisini gróðrarbotn fyri eini kravmentan, sum ikki er sædd her á landi áður.

 

Tá tað so lætt ber til hjá ávísum at sleppa framat tí ríkidømi vit øll eiga, okkara tilfeingi, so gevur tað seg sjálvt, at mátahaldið hjá fjøldini verður hareftir. Av røttum.

 

Felagsognin hjá okkum, tykist nú vera eitt býtisbarn, sum flestu okkara antin seta ovurhonds krøv til, ella aftra okkum at rinda til.

 

Eindarmegin (tað at vit øll kenna okkara virði) í samfelagnum er treytaleyst tengd at okkara kenslu at vera líka fyri lógini, ella við øðrum orðum, javntsettir borgarar í Føroyum.

 

Fólkið er ikki tolnari enn so, at tað finnur seg ikki í at summi ríka seg upp við landsins ognum, meðan onnur mugu taka til takkar við tronga trognum og longu bíðilistunum við landsins kassa.

 

Partar av polittisku skipanini, hava við at lívga nøkur fá, sorað eindarnegina í okkara góða samfelag.

 

Hevur tað borið til at latið fíggjarliga dansin gingið í sera góðu tíðunum, sum verið hava, kann tað vera væl truplari at halda glymurdans, um hækkandi inflatión og øktir prísir á gerandisvørum, seta vanliga fólkið og landskassan undir trýst.

 

Omaná alt, eru sambandssinnaðu fólkatingsmenn okkara, farnir at gera seg út sum jólamenn alt árið, og spjaða fegnir gávur í hvørt heraðshorn í landinum. Fyri annans mans rokning, og úr einum landskassa sum teir, ella vit, einki eiga í.

 

Hetta bøtur ikki um kensluna av at stríðast fyri felags málum og samanhaldi. Tvørturímóti!

 

Tað krevur polittisk og sálarlig ódnartøk, at venda einum syndraðum huglagi, men heldur enn at lata standa til og versnað, eru vit tilreiðar at venda gongdini.

 

Landsins virðir eiga vit øll, og ber tað til at geva nøkrum fáum ovurhonds virðir, so ber eisini til at geva teimum nógvu ein rímiligan bata í dagligu livikorunum.

 

Tí verður høvuðsuppgávan eftir hetta valið, at betra um korini hjá tí vanliga føroyinginum, og harvið styrkja um kensluna hjá okkum øllum sum javnsettir føroyingar.

 

Tað krevur at tú setur krossin á trygga grund.

 

Páll á Reynatúgvu

Løgtingsmaður

Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad