Uppskot til samtyktar um útbygging av røktarheimsplássum
Viðmerkingar
Mong fegnast, nú ætlanir eru um at fáa fleiri eldrabústaðir bygdar kring landið. Ætlanin er at nýta
smáar 100 milliónir av fíggjarlógini frá 2009 – 2011. Umframt hetta koma kommunurnar at rinda
einar 150 – 200 milliónir aftrat. Tilsamans verður talan um eina upphædd, sum er 250 – 300
milliónir krónur. Øll tykjast vera samd um, at eldrabústaðir eru alneyðugir, og at tørvurin á
eldrabústøðum einans fer at vaksa komandi árini.
Kortini eru tekin um, at frymilin, landsstýrið hevur valt, er sera ivasamur. Felags boðskapurin hjá
fleiri serfrøðingum, fakfólkum og granskarum er greiður:
1. Steðgið verandi ætlanum um røktarheimsbygging
2. Aðrastaðni verður farið burtur frá slíkari bygging
Hópurin av áhugaverdum íblástri um framtíðar eldrabústaðir hevur verið seinastu mánaðirnar.
Fyrilestrar, kjaksendingar, lesarabrøv og greinar hava lýst ivamálini við ætlanini væl.
Kortini tykist samgongan kúrr í hesum máli. Vert er at nevna at:
3. Eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión í rakstri árliga
4. Fleiri og fleiri eldri fólk verða
5. Nærverkið gjørdi herfyri vart við, at tørvur fer at verða á fleiri enn 700 starvsfólkum aftrat
komandi árini
6. Ábendingar eru um, at nógv eldri fólk ikki halda røktarheimspláss vera eldrabústaðin, tey
ynskja og ímynda sær
7. Røktarheimspláss vísa seg í stóran mun at gera eldru fólkini óvirkin.
8. Røktarheimspláss í túsundatali verða niðurløgd aðrastaðni
9. Røktarheimspláss eru dýrari at byggja enn aðrir bústaðir
Sjálvandi skal væl av peningi nýtast og raðfestast til eldrabústaðir – men tað tykist meir og meir
ivingarsamt, um verandi ætlan hjá samgonguni er hin rættasta.
Eingin ivi er um, at okkum tørvar eldrabústaðir, men kanningar vísa, at allarflestu eldru fólkini
fegnast vilja verða verandi í egnum heimi sum longst. Tey vilja heldur vera fræls menniskju í
egnum heimi enn klientar á stovnum, sum Dennis Holm segði í samrøðu við Dimmalætting herfyri.
Røktarheimsplássini eru vanliga kømur, sum eru um 20 – 25 fermetrar. Her skulu fólk, sum eru von
við 150 fermetrar og meir, búgva.
Eisini hevur ergoterapeuturin Turið Jacobsen borið fram, at hon ímyndar sær, at hjá mongum kundi
ein rættari loysn verið eitt nú trygdartelelefonir og ein útbygd heimarøkt.
Nakrir av teimum spurningunum sum upsskotssetararnir ikki halda eru nóg væl lýstir eru:
– Hví verður peningur einans settur av til røktarheimspláss?
– Kann tað oyðileggja áhugan fyri at fara undir alternativar eldrabústaðir?
– Er umhugsað at granska í, hvønn tørv og hvørji ynski eldru fólkini í Føroyum hava?
– Hvørjar eru visjónirnar sum heild, tá talan er um eldrabústaðir?
– Hevur samgongan umhugsað ístaðin at nýta peningin til at byggja hóskandi eldramiðstøðir?
Hetta merkir: bústaðir knýttir at ymiskum tænastum sum aktivitetstilboð, hjálpartóladepot,
sjúkrarøkt, heimahjálp, samdøgursvakt við sambandi við trygdartelefon, matskipan v.m.
– Hevur samgongan umhugsað heldur at umskipa økið og útbýggja tænasturnar til
heimabúgvandi?
– Er umhugsað at lata hægri stuðul til smærri íbúðir enn til kømur?
– Hví eru røktarheimspláss so nógv dýrari at bygja enn aðrir bústaðir?
Ein kanning av Nærverkinum farna ár vísti, at tørvurin á starvsfólkum hjá Nærverkinum økist við
fleiri enn 700 fólkum komandi árini.
Eisini er staðfest, at onnur lond fara burtur frá og niðurleggja røktarheimspláss, tí tey ikki halda, at
tey eru hóskandi og helst eisini ov dýr. Hetta átti at fingið okkum at sett spurnaðartekin við, um
ætlanirnar um røktarheimsbygging eru tær skilabestu.
Í kjaksending bleiv greitt væl frá, hvussu stuðulsskipanir í Føroyum einans eru til røktarheim og
sambýlir, og at eingin áeggjan tískil er til at fara undir alternativ. Júst hetta áttu vit eisini at
endurskoðað. Sum er, verða í mesta lagi 700 túsund krónur latnar til hvørt røktarheimspláss og 50
túsund krónur til hvørt pláss á eldrasambýli. Eingin annar stuðulsmøguleiki er. Tískil eggjar landið
bert til bygging av røktarheimum.
Øll ynskja vit eina trygga ferð úr vøggu í grøv. Uppskotssetararnir eru ikki sannførdir um, at leiðin,
vit ganga júst nú á eldraøkinum, er hin rættasta. Undir øllum umstøðum halda uppskotssetararnir, at
øll vitanin, vit hava fingið seinastu mánaðirnar, eigur at fáa okkum at steðga á og endurskoða
ætlanirnar, umframt at fáa greiðu á ivamálunum.
Á Løgtingi, tann 23. februar 2010
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen
Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Sjúrður Skaale
Heini O. Heinesen og Bjørt Samuelsen
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið, ið hevur til endamáls at
endurskoða ætlaðu útbyggingingarnar av eldrabústøðum. Endurskoðast skal, um verandi ætlanir er tær mest hóskiligu ella um eitt nú eldradeplar, trygdartelefonir og útbygging av heimarøktini hevði verið hóskiligari og meiri tíðarhóskandi.