Lýsing

Uppskot til samtyktar um lóg um keyp av fastari ogn og lóg um meklaravirksemi

Uppskot til samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at fyrireika og leggja fram alla neyðuga
lóggávu kring keyp og sølu av fastari ogn og kring húsameklaravirksemi.

 

Viðmerkingar
Keyp og søla av fastari ogn er eitt lógarøki, sum er ógvuliga leysliga skipað í
Føroyum. Stórur tørvur er á lóg, sum lýsir øll rættindi og allar skyldur hjá seljara og
keypara við sølu og keypi av fastari ogn. Slík lóg verjir sostatt bæði keypara og seljara.
Størsta íløgan hjá allar flestu familjum er sethús ella annar fastur bústaður. Talan er í
flestu førum um keyp fyri milliónina ella meira. Seinastu 10 árini ella so er keyp og
søla av fastari ogn í alsamt størri mun farin fram gjøgnum meklarafyritøkur av
ymiskum slagi, har ein meklari átekur sær at umboða bæði seljara og keypara í
sambandi við keyp og sølu av fastogn. At selja fasta ogn fyri onnur er at átaka sær
stóra ábyrgd. Men í Føroyum er eingin lóg, sum greitt regulerar meklaravirksemi.
Í summum førum fær keyparin eina beinleiðis falska trygd við at keypa gjøgnum
meklara, tí her roknar hann sjálvandi við, at trygdin er í lagi. Til dømis kann hann fáa
ta fatan, at støðulýsing er gjørd av ognini, hóast lýsingin bert byggir á upplýsingar frá
seljaranum sjálvum. Slíkar støðulýsingar kunnu vera verri enn einki. Til ber vanliga
eisini at keypa meira fakliga grundaðar støðulýsingar av ognini, men ógreitt er, hvørji
krøvini eru til støðulýsingarnar, og hvør ábyrgd fylgir eini slíkari.
Við lógini um fastognarkeyp kann verða ásett krav um trygging. Tað ber í sær, at
seljari hjá einum tryggingarfelag stovnar trygging uppá, at húsini eru í einum ávísum
standi, og ikki detta niður tey næstu 20 árini. Tryggingarfelagið fær tá áhuga í, og setir
krøv um, at støðumetingar lúka ávís krøv.
Rættarhjálp Føroya viðgerð árliga á leið 45-50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av
fastari ogn.
Økið keyp og søla av fastari ogn og um meklaravirksemi er væl skipað í okkara
grannalondum. Við støði í lógum, sum virka í Norðurlondum, eigur at bera til rímiliga
smidliga at smíða eina føroyska lóggávu. Neyðugt er tó at leggja dent á, at lóggávan
hóskar til okkara fastognaviðurskifti og marknað.
Brúkaraumboðið er løgfrøðiligur stovnur, og kann hesin fáa ábyrgdina av at smíða
lóggávuna í samstarvi við løgfrøðina í Vinnumálaráðnum. Eisini kann Brúkaraumboðið
umsita lógirnar um keyp og sølu av fastari ogn, og um meklaravirksemi. Á
henda hátt kann bæði lóggáva verða smíðað og lógirnar umsitast, uttan at tað nýtist at
kosta landsskassanum eyka. Á henda hátt verður ábyrgdarøkið hjá Brúkaraumboðnum
eisini víðkað.

 

Á Løgtingi 25. februar 2010

 

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Kári á Rógvi
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad