Lýsing

Eg eri eyðmjúkur og takksamur

Veljarar í sýsluni og kring landið alt skulu onga løtu vera í iva um, at eg eri til reiðar at umboða okkara sýslu og alt Føroya fólk á okkara háttvirda tingi.
Á fólkatingsvalinum hin 31. oktober fekk eg fyrstu ferð høvi at stilla upp til eitt politiskt val, og hetta var eitt høvi, eg var bæði glaður og takksamur fyri.
Mín áhugi fyri samfelagsviðurskiftum hevur altíð verið stórur, og hetta er eisini orsøkin til, at eg tók av møguleikanum at vera á liðnum hjá Tjóðveldi og lyfta við flokkinum til fólkatingsvalið.
Sum fyrstu ferð uppstillaður hevði eg sjálvsagt ikki tær stóru vónirnar um at vera valdur. Tað mest vanliga á einum fólkatingsvali er, at tað eru topparnir í flokkunum, sum fáa atkvøðurnar.
Soleiðis er tað nú einaferð.
Hvør uttan fyri Sandoyar sýslu skuldi velja ein Kristian Oskar Henriksen, sum fá um landið hava hoyrt um áður? Veit nakar, hvør tú ert, hvat tú fæst við, hvørjar tínar lívsroyndir eru, og veit nakar, hvørjar tínar politisku hugsjónir og dreymar eru?
Eg skrivaði nakrar greinar til fólkatingsvalið, og eg havi skilt, at hesar í ávísan mun hava gjørt, at fleiri nú vita, hvør eg eri, og hvat eg standi fyri.
Tað er trupult at seta orð á, hvat tú ætlar tær at gera á fólkatingi, um tú verður valdur. Tú ert jú ikki komin har enn og hevur av góðum grundum ikki tað heilt stóra innliti í tað arbeiði, sum har fer fram.
Í mínum tjóðskaparhjarta veit eg, at tað einasta rætta er, at allar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum og føroyingum, skulu takast í Føroyum. Tað er so sjálvsagt, og í mínum hugaheimi er alt annað uttanumtos.
Men, hóast alt hetta, og hóast eg ikki væntaði mær sæti á fólkatingi í hesum umfari, vildi eg lyfta við flokkinum, tá eg fekk høvi at stilla upp.
Í staðin fyri at síggja fólkatingsvalið sum eitt vónbrot, eri eg ógvuliga eyðmjúkur og takksamur fyri tann stuðul, eg fekk. 87 atkvøður bera ongan á Fólkating, men eg eri takksamur fyri hvørja einastu av hesum atkvøðum.
Og hvør einasta ein hevur stórt virði fyri meg.
Eg var lítillátin og dugdi illa at venda mær til fólk og biðja tey velja meg.
Nú løgtingsval verður beint í kjalarvørrinum av fólkatingsvalinum, er støðan ein heilt onnur og møguleikarnir heilt aðrir.
Eg eri takksamur fyri, at Sandoyar Tjóðveldisfelag, har eg havi verið limur í mong ár, og har eg eisini havi verið formaður, hevur víst mær heiður og álit við at stilla meg upp til løgtingsvalið eisini.
At stilla upp undir liðini á okkara roynda løgtingsmanni gjøgnum mong ár, ger ikki heiðurin minni. Nú verður tað okkara lutur at lyfta fyri flokkin í sýsluni og um landið annars.
Veljarar í sýsluni og kring landið skulu onga løtu vera í iva um, at eg eri til reiðar at umboða okkara sýslu og alt Føroya fólk á okkara háttvirda tingi.
Mín áhugi fyri samfelagsviðurskiftum hevur leitt meg inn í Sands kommunu, her eg eri formaður i teknisku nevnd og havnanevndini. Mær dámar væl kommunalpolitiska arbeiði.
Nú løgtingsval verður um tríggjar vikur, er tað mín vón og stóri áhugi at sleppa á Føroya løgting at seta míni fingramerki á tað arbeiði, sum her skal gerast, og eg eri sannførdur um, at eg kann gera mun.
Kristian Oskar Henriksen, valevni fyri Tjóðveldi á løgtingsvalinum
Deil hesa grein umvegis
468 ad