Lýsing

Uppskot til samtyktar um at seta á stovn brúkarakærunevnd

Uppskot til samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, har sett
verður á stovn brúkarakærunevnd, sum kann taka støðu í málum, har ósemja er
millum keypara og seljara um keypta vøru ella tænastu.

Viðmerkingar
Í flestu londum kring okkum eru brúkarastýri, brúkararáð og brúkarakærunendir, sum
eru settar á stovn til tess at upplýsa, stuðla og verja brúkaran á einum stórum og
fløktum marknaði.
Í 2008 varð marknaðarføringslógin samtykt, og við hesari avgerð tikin um at seta
Brúkaraumboð á stovn. Brúkaumboðið skal halda eyga við, at marknaðarføringslógin
verður hildin, og soleiðis tryggja góðan marknaðarføringssið í Føroyum.
Brúkaraumboðið hevur hinvegin bara heimild at viðgera brúkarakærumál, ið eru
grundað á brot á marknaðarføringslógina. Um ein føroyskur brúkari ikki er nøgdur við
vøru ella tænastu, hann hevur keypt – tað veri seg fartelefon, vaskimaskina,
bilumvæling, frítíðarferð ella annað, er einasti møguleiki at fara rættarinnar veg, um
seljarin ikki vil lata handilin ganga aftur ella á annan hátt bøta um trupulleikan.
Rættarmál eru dýr, krevja nógva tíð og eru sera uppslítandi fyri báðar partar. Í málum,
sum ikki snúgva seg um ovurhonds stór virði, loysir tað seg tí sjáldan at fara í rættin.
Ein kærunevnd fyri brúkaramál hevði kunnað viðgjørt slík mál á ein einfaldan og
rímiliga skjótan hátt. Hetta vil tí vera eitt stórt stig rætta vegin at styrkja um
brúkaratrygdina, uttan at tað kemur at kosta stórar pengar.
Nevnast kunnu hundratals dømi, har keypari og seljari ikki eru á einum máli, og har
ein faklig óheft nevnd, kundi gjørt ein óheftan úrskurð.
Hyggja vit at skipanum í okkara grannalondum, so er tað ymiskt, í hvønn mun
avgerðirnar hjá nevndunum hava dómslíknandi tyngd. Royndirnar eru, at niðurstøður
frá brúkarakærunevndum í stóran mun verða fylgdar.
Mælt verður til, at brúkarakærunevndin fær avgerandi myndugleika, skilt á tann hátt,
at niðurstøður hjá nevndini verða bindandi. Um seljari ella keypari ikki fylgir
avgerðini hjá nevndini, má viðkomandi fara í rættin at prógva sín rætt.
Skipan av nevndini
Brúkarakærunevndin eigur at verða mannað við eini røð av serkønum fólkum innan
ymisk handils- og tænastuvinnuøki. Fastir nevndarlimir kunnu vera løgfrøðingur og
skrivari, ímeðan restin av nevndini verður sett saman ad hoc so hvørt, sum eitt ávíst
tal at málum eru innan eitt øki – á nøkunlunda sama hátt sum Vinnukærunevndin.
Nevndin kann so hittast at viðgera málini til dømis 4-6 ferðir árliga. Ein møguleiki er
at lata Føroya Kærustovn vera føst skrivstovuhjálp hjá brúkarakærunevndini.
Kærustovnurin fevnir sum er um eina røð av kærunevndum og kann tí fyrireika málini
sera væl og við hesum avmarka arbeiðið hjá nevndarlimunum. Á henda hátt ber til at
halda útreiðslunum til nevndarsamsýningar niðri.
Ein annar møguleiki er at skipa brúkarakærunevndina við síðuna av Brúkaraumboðnum.
Møguligt er, at hesi bæði kundu havt felags skrivara. Í øllum førum eigur
brúkarakærunevndin at samstarva tætt við Brúkaraumboðið um kunnandi virksemi og
eitt nú hava felags heimasíðu.
Tal av málum
Til ber at gera eina leysliga meting av, hvussu nógv mál brúkarakærunevndin kemur
at viðgera. Samanberast kann ikki heilt við onnur lond, m.a. tí føroyski marknaðurin
er lítil og gjøgnumskygdur, og frástøðan millum keypara og seljara styttri enn
aðrastaðni. Breiddin í útboði av vørum og tænastum er eisini minni.
Rættarhjálpin hevði í fjør 29 mál um keyp, 18 um bilar og 18 um avtalur. Tilsamans
65 mál, ið kunnu kallast brúkaramál. Her má so hugsast um, at fólk fara neyvan til
Rættarhjálpina uttan so, at talan er um rímiliga stór virði. Eitt rímiligt boð upp á tal av
málum er 80-100 árliga.
Eitt ávíst “bagatellmark” eigur at verða sett fyri málini, sum brúkarakærunevndin
tekur til viðgerðar. Hetta kann til dømis vera, at virðið á vøruni/tænastuni skal vera
omanfyri 800 kr. Eisini eigur eitt ovara mark at vera. Tað kundi til dømis verið 400-
500.000 kr.
Fígging
Til tess at halda útreiðslunum niðri, skulu tey, sum klaga, gjalda eitt ávíst gjald fyri at
fáa klaguna viðgjørda. Hetta kundi verið 250 kr. Fær brúkarin viðhald, skal seljarin
gjalda hetta. Alt eftir hvussu nevndin verður skipað, og hvussu nógv mál vera at
viðgera, verður mett, at útreiðslurnar til brúkarakærunevndina kunnu haldast eitt stað
millum 100.000 og 150.000 kr árliga, umframt møguliga nakað afturat til skrivstovuhjálp.
Umframt gjald, kann partur av fíggingini finnast innan karmin hjá Brúkaraumboðnum,
sum eru pengar, tað almenna hevur sett av til brúkaratrygd. Tað kundi
verið 100.000 kr, sum var játtanini, sum Brúkarasamtakið hevði, men sum varð
strikað, tá Brúkaraumboðið kom á fíggjarlógina. Fleiri aðrir møguleikar eru eisini.
Við brúkarakærunevndini fæst sera nógv beinleiðis hjálp til brúkaran fyri lutfalsliga
avmarkaða upphædd.

Á Løgtingi 25. februar 2010
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad