Lýsing

Vil tú vera bankaeigari ?

Ja, hvør vil ikki tað ? Tí er tað so heppið, at vit øll eiga í Bank Nordik.

Samgongan, sum nú hevur lagt beinini, vildi fegin selja landsins lut í Bank Nordik. Bank Nordik er
tann størsti bankin í Føroyum og landi eigur ein triðing – Vit eiga øll hendan triðingin. Um hetta
verður selt, so skapar tað eitt upphópað virði í eina tíð. Kanska vit kunnu keypa eitt nýtt skip til SSL
fyri tað, men yvir tíð hvørvur hetta virði á sama hátt sum teir tveir triðingarnir, sum longu eru seldir
burtur úr ognini.

Bank Nordik hevur verið uttanfyri landoddarnar, – danskar og grønlendskar deildir. Tær donsku
deildirnar blivu seldar, og avgjørt var at luta hetta út sum vinningsbýti. Neyvan eigur hvør einasti
føroyingur partabrøv í Bank Nordik, men í og við at landið eigur 35%, so fáa vit øll ágóðan av hesum.
Á sama hátt kunnu vit fáa ágóða, tá rentan hækkar.

Ein norskur íleggjari eigur 12% av Bank Nordik, og helst er hann eisini vælnøgdur.

Bank Nordik er á keypsskálanum, og harvið kann einhvør ogna sær ein part. Keypsskálar eru ein
háttur at demokratisera fíggjarmarknaðin, og geva møguleika fyri at fyritøkur kunnu gerast enn
størri, og tryggjar at fleiri hava áhuga í at tað gongur fyritøkuni væl.

Bankasøgan í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni, hevur tíðum víst, at meðan eigararnir fáa vinningin
í undanvindi, verður skattaborgarin spentur fyri vanlukkurnar, tá tær við millumbilum koma á okkum.
Besta dømi um hetta hendi fyri júst 30 árum síðan.

Tí vil eg saman við Tjóðveldi arbeiða fyri, at Føroyar áhaldandi eru størsti partaeigari í Bank Nordik.
Vit Føroyingar hava mestan áhuga í, at okkara fíggjarkervi kann tæna okkum sjálvum. Tað er
ósannlíkt, at ein norskur partaeigari t.d. hevur okkara áhugamál ovast á sínum raðfestingarlista.

Set X við E
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevni fyri Tjóðveldi

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Deil hesa grein umvegis
468 ad