Lýsing

Uppskot til samtyktar um Mentanargrunn landsins

Uppskot til samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið uppskot til løgtingslóg um at umskipa Mentanargrunn Landsins til eitt listaráð í samsvari við tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum í 2008 varð settur at endurskoða Mentanargrunn landsins.

Viðmerkingar
Í dag eru fleiri smáar játtanir á fíggjarlógini til mentanarlig og listarlig endamál. Við hesum eru fleiri
vansar, men tann størsti er uttan iva, at tær mongu smáu játtanirnar, sum verða umsitnar av
Mentamálaráðnum, lata upp fyri – og leggja kanska enntá upp til – politiska detailstýring av einum øki,
har tað rætta er, at fakfólk gera tilmælini.
Um allar játtanirnar verða savnaðar í eina, sum umrøddi arbeiðsbólkur mælir til, fær Listaráðið tvær
ferðir so nógvan pening at arbeiða við, sum Mentanargrunnur Landsins hevur í dag. Hetta fer at geva
Listaráðnum møguleikar fyri at seta út í kortið á ein heilt annan hátt, enn Mentanargrunnurin hevur
kunnað – til gagns fyri bæði dygdina og mongdina í teirri listarligu framleiðsluni.

Á Løgtingi, tann 26. februar 2010
Sjúrður Skaale
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad