Lýsing

Uppskot um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika

Uppskot til samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul.

Viðmerkingar:
Uppskotið var fyri á Løgtingi í 2007, men fall við teirri grundgeving, ”at landsstýrismaðurin hevur
lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda bústaðarpakkan. Við hesum verður møguleiki at
útvega fólki við skerdum førleika íbúðir” (endurgivið úr álitinum). Nú eru skjótt trý ár liðin síðani hesa niðurstøðu, sum var grundgevingin fyri at fella uppskotið tá. Uppskotssetararnir halda, at nú er tíðin komin hartil, at Løgtingið má gera nakað við hetta álvarsmál og ikki balla tað inn í partapolitiskar undanførslur.

Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýlum, men hóast hetta ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum. Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi ikki er nóg stórt. Serliga er tørvur á tilboðum til fólk yvir 18 ár, sum hava menningartarn
ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð við stuðli.
Tað kann vera torført neyvt at allýsa, hvørjum bólki uppskotið er ætlað, men í høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella meginpartin av døgninum.

Útboðið og kostnaðurin
Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey kunnu búgva í, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós upp eftir í nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið høg, at tað heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar.

Neyðugt at stuðla
Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí, sum har við fylgir, so er
neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum ávegis.
Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at ogna sær egnan
bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar allari bygging til hesi fólk soleiðis, at stuðul upp
til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella
átta búeindum kunnu verða bygd, og at tað almenna stuðlar slíkari bygging við upp til somu
upphædd fyri hvørja búeind, sum veitt verður til bygging av røktarheimsbústøðum. Stuðulin, tað almenna letur, eigur at verða tinglisin í ognini, og skal afturrindast, um búeindirnar verða seldar fólki, ið ikki hava líknandi tørv ella trupulleikar sum tey fólkini, hetta uppskotið er ætlað til.
Restina av byggikostnaðinum skulu tey, sum skulu eiga búeindirnar, sjálvi fíggja av sínum
inntøkum. Talan er í flestu førum um fólk, ið fáa fyritíðarpensjón við møguligum – men helst ikki stórum – eykainntøkum.
Einasti møguleiki fyri fígging er í dag bankarnir og sparikassarnir, sum tí eisini eru møguligir
fíggjarar í hesum føri. Uppskotssetararnir kundu tó hugsað sær, at lív verður blást í aftur
Húsalánsgrunnin, sum tá var ein upplagdur fíggingarstovnur at nýta í hesum føri. Til tess at lætta
um fíggjarpartin, hava uppskotssetararnir hugsað, at kommunurnar kunnu lata slíkum verkætlanum ókeypis grundøki. Í hesum sambandi varð skrivliga heitt á Klaksvíkar-, Runavíkar- og Tórshavnar kommunur umframt Føroya Kommunufelag og Kommunu Samskipan Føroya, og komu jalig svar frá øllum pørtum.

Hvør skal standa fyri byggingini
Uppskotssetararnir vendu sær tá til Javna og tosaðu við fólk við ávirkan og innliti, og tyktist bæði áhugi og vilji vera til staðar at gera slíkar ætlanir til veruleika. Eingin ivi kann valda um, at tørvurin
á slíkum bústøðum ikki bara er til staðar, hann er rættiliga stórur. Tað, sum øll tó leggja dent á, er, at bústaðurin einsmallur ikki altíð er nóg mikið, stuðul má eisini játtast tí, sum ognar sær bústaðin og býr í honum. Tað almenna eigur tí at binda seg til, at pedagogiskur stuðul fylgir við tí stuðlinum, sum verður játtaður til byggingina.
Byrjanin til hvørja verkætlan kann vera, at t.d. feløg, kommunur og tað almenna ella onnur finna saman og stovna sjálvsognarstovnar ella sjálvsognarfeløg, ið hava sum endamál at byggja búeindir
til fólk við serligum tørvi. Sjálvsognarfeløgini skulu hvørki hava tap ella vinning av sínum
virksemi, skulu virka undir treytum, sum verða álagdar slíkum stovnum ella feløgum.
Sjálvsognarfeløgini kunnu velja at standa fyri byggingini sjálvi, ella tey kunnu taka upp
samráðingar við kommunur ella byggifyritøkur at gera tað.

Tørvur og visitering
Sjálvsognarfeløgini skulu altíð virka í tøttum samstarvi við avvarðandi almennar myndugleikar, ið altíð eru teir, sum kenna tørv og annað tílíkt best. Allar týðandi avgerðir um byggingina, hvør eigur
at fáa tilboðið og annað slíkt, eiga altíð at verða tiknar í samráð við viðkomandi almennu
myndugleikar. Tí eiga almennu myndugleikarnir at hava eitt avgerandi orð at siga, tá greiða skal fáast á, hvørjir persónar skulu fáa stuðul til at ogna sær slíka íbúð. Og tað skal vera almenni myndugleikin, sum avgerð, hvussu nógvur pedagogiskur stuðul skal veitast í hvørjum einstøkum føri og á hvønn hátt. Tað er ikki møguligt at siga nágreiniliga, hvat hetta uppskotið kann koma at kosta landskassanum, verður tað samtykt. Uppskotssetararnir halda tó, at talan neyvan verður um nakra meirútreiðslu fyri landskassan, tí tey fólkini, uppskotið snýr seg um, skulu hava bú- og onnur tilboð frá tí almenna. Uppskotssetararnir halda, at talan heldur er um, at tað almenna veitir hesum fólkum viðkomandi og mannsømilig kor, javnbjóðis øðrum borgarum í landinum

Á Løgtingi, 26. februar 2010
Anita á Fríðriksmørk Bill Justinussen
løgtingskvinna løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad