Vit stytta arbeiðsvikuna og hækka tímalønina
Alt mítt vaksna lív havi eg verið fakfelagsmaður um ein háls, og verði eg valdur á ting, síggi
eg tað sum eina av mínum fremstu uppgávum at tryggja, at vit í Tjóðveldi væl og virðiliga
halda okkara lyfti til løntakararnar.
Eitt lyfti hjá okkum er við lóg at stytta arbeiðsvikuna úr 40 tímum og í fyrstu syftu niður í 37
tímar, uttan at hetta elvir til nakran lønarmiss.
Lyftið um styttri arbeiðsviku er sjálvandi galdandi fyri bæði tann almenna og tann privata
arbeiðsmarknaðin. Tað merkir samstundis, at tímalønin skal upp, um tey tímaløntu ikki skulu
missa inntøku, tí tey fara at arbeiða færri tímar um vikuna.
Runt roknað eigur tímalønin at hækka 7,5 prosent tá vanliga arbeiðstíðin minkar úr 40 niður
í 37 tímar um vikuna. Tí sum er telur hvør arbeiðstími 1/40 av einari vikuløn, svarandi til 2,5
prosent – ein minking við trimum tímum svarar sostatt til tríggjar ferðir 2,5 prosent, sum er
7,5 prosent.
Minst til, at hetta er umframt ta lønarhækking, sum regluligu sáttmálasamráðingarnar
vanliga hava við sær.
Hækkingin av tímalønini, sum stendst av styttu arbeiðsvikuni, skal sjálvandi eisini ásetast í
lógini, soleiðis sum tað áður er gjørt, tá Løgtingið hevur ásett arbeiðstíðina við lóg.
Tað er hent tríggjar ferðir fyrr – í 1964, tá Løgtingið ásetti 44 tíma arbeiðsviku, í 1970, tá
arbeiðstíðin varð stytt niður í 42,5 tímar um vikuna, og triðu ferð í 1978, tá núverandi 40
tíma arbeiðsvikan varð ásett við lóg.
Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi