Lýsing

Uppskot viðvíkjandi alternativum orkuskipanum

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lóggávu viðvíkjandi
sølu, uppseting og tænastuveiting av alternativum orkuskipanum til sethús v.m. og
harumframt greiða Løgtinginum frá, hvussu skipast kann fyri neyðugari kunning til
borgaran.

Viðmerkingar
Nógv fokus er á orkusparing og at minka um útlátið av CO2. Alsamt fleiri húsarhald
fáa sær ymiskar alternativar orkuskipanir fyri at minka um oljunýtsluna og hita húsini
umhvørvisvinarligt. Hetta merkir eisini, at marknaðurin fyri ymiskar orkuskipanir til
sethús, stovnar og aðrar bygningar veksur. Her verður hugað um hitapumpur, jarðhita,
húsvindmyllur, sólhitaskipanir v.m.

Marknaðurin veksur skjótt og neyðugt er at fáa skipað henda marknað við
lógarkrøvum og reglugerðum, eitt nú krøvum um loyvisprógv til tey, sum fáast við
sølu, uppseting og tænastuveiting innan alternativar orkuskipanir.

Ein sonn søga
Ein ung føroysk familja hevur júst keypt sær hús og ynskir at spara olju og minka um
teirra útlát av CO2. Tey fáa sær eina hitapumpu, sum við øllum kostar 100.000 kr.,
men hitapumpan gevur ongantíð tað, sum teimum varð lovað. Hóast streymrokningin
er 3.500 kr. um mánaðin, so eru húsini køld meginpartin av tíðini. Tað vísir seg, at
húsini eru ov illa isolerað, og at hitapumpan als ikki megnar at geva tann hita, teimum
varð lovað. Tekniskt er einki galið við sjálvari pumpuni, men tey, sum seldu unga
parinum pumpuna, høvdu lovað ov nógv. Harumframt var hitapumpan ikki rætt sett
upp. Unga familja kennir seg svikna og hevur mist álitið á hitapumpum. Onnur
verulig dømi finnast eisini um sólskipanir, sum eru settar upp, men als ikki rigga, sum
tær skulu tí tær eru skeivt settar upp. Ella um húsvindmyllur, sum larma illa og als
ikki tola oyggjavindmegi. Hóast tey keðiligu dømini vónandi eru undantakið heldur
enn reglan, so taka fólk lættliga slíkar neiligar søgur til sín og missa hugin at royna
alternativar orkuskipanir. Tað kann skjótt undirgrava álitið á marknaðin fyri varandi
orkukeldur.

Skulu Føroyar røkka málinum, sum Løgtingið hevur sett sær – at minka útlátið av
CO2 við í minsta lagi 20% komandi 10 árini, og skulu vit gerast meira leys av oljuni.
Tí hevur at tað stóran týdning, at sethús og aðrir bygningar eru so orkueffektivir sum
til ber og kunnu hitast við ymiskum orkuskipanum, sum spara olju, og at fólk hava
hug og hegni at taka hesa tøkni til sín.

Tað er skjótt hjá brúkaranum at villast ella verða villleiddur á hesum marknaði. Bara
fyri hitapumpur finnast óteljandi sløg, og tað er sera trupult hjá leikfólki at taka dagar
í millum góðsku og um hald er í teimum lyftunum, sum givin verða av seljara.
Kunning og upplýsing er eitt átaksøki í uppskotinum um at minka útlátið av CO2,
sum Løgtingið samtykti fyrr í ár, og hesum er stórur tørvur á.
Krøv aðrastaðni
Í nógvum londum verður í løtuni stór orka løgd í at fáa lógir og loyvisprógv upp á
pláss fyri at tryggja dygd og fyribyrgja óprofessionellum ella kritlaramarknaði. Enn
eru marknaðirnir partvíst skipaðir við sjálvbodnum fyriskipanum, sum ymisk
vinnugreinafeløg semjast um.

ES kom í 2009 við fyriskipan 2009/28/EF um at skunda undir nýtsluna av orku frá
varandi orkukeldum. Limalondini skulu í seinasta lagi við ársenda í 2012 hava fingið
til vega fullfíggjaðar váttanarskipanir (sertifisering) ella líknandi førleikaskipanir fyri
tey, sum leggja inn hitapumpum, sólkyknu- og sólhitaskipanir, jarðhita og
biogassketlum og –ovnum. Øll, sum seta upp slíkar skipanir, skulu vera sertifiserað
við góðkendari útbúgving og vitan.

Av tí, at arbeitt verður miðvíst við hesum øki í okkara grannalondum, ber til at
samstarva við onnur um at fáa gjørt ein lógarkarm fyri økið, sum hóskar til tann tørv,
vit hava her.

Á Løgtingi, tann 27. februar 2010
Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad