Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember
2001 um skatting av kapitalvinningi, sum
seinast broytt við løgtingslóg nr. 173 frá 22.
desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, nr. 7 verður strikað.
2) § 10, stk. 3 verður strikað, og stk. 4 verður
hereftir stk. 3.
3) § 14, stk. 4 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin
eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað
fyri skatt av kapitalvinningi, sum verður
álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar
2011 ella seinni.
Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri rentuskuld,
sum er íkomin áðrenn 1. januar 2012, og sum
stavar frá lántøku, ið er tikin áðrenn
framløgudagin í Løgtinginum av hesum
lógaruppskoti.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Í 2006 gjørdi ein meiriluti í Fíggjarnevndini (Anfinn kallsberg, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo
Johannesen) eitt broytingaruppskot til lógina um kapitalvinningsskatt, sum gevur ein serligan
skattafyrimun til privatfólk, um tey lána sær pening at keypa partabrøv fyri. Tey fingu nú møguleika at
draga renturnar av lánum frá.
Hóast andstøðan og onkur einstakur samgongulimur ávaraðu staðiliga ímóti hesi óviðgjørdu broyting,
varð hon samtykt við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum.
Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru ongar, men grundgevingarnar ímóti eru greiðar:
1. Talan er um eina almenna tileggjan til lánsfíggjaða spekulasjón. Heldur enn at nýta av eginpeningi
og uppsparing, ið kann gagna fíggingarmøguleikum og elva til váðaspjaðing í búskapinum, verða
privatfólk og fíggingarstovnar eggjaðir til at taka og geva lán til partapening. Hetta minnir ikki sørt um
skipanirnar í 80’unum, tá reiðarí og feløg tóku lán til eginpening, ið síðani skuldu útloysa studning og
veðhald frá landinum.
2. Talan er um greiðan sosialan ójavna. Somu skattafyrimunir verða ikki givnir til privatfólk og
familjur, ið skulu lána pening til annað neyðugt virksemi ella nýtslu. Og tey, ið fáa fyrimun av hesum
skattafrádrátti, fáa óbeinleiðis stuðul til aðra privatnýtslu. Fyri tey, ið hava fleiri lán og fleiri
kapitalpostar, er møguleikin at draga rentur frá í kapitalvinningi størri, tí flytast kann ímillum ymsu
postarnar.
3. Skattafyrimunurin hevur onga búskaparliga og fíggjarpolitiska grundgeving. Hugurin at seta pening í
partabrøv krevur onga aðra tileggjan enn hana, at roknað verður við, at talan er um skilagóða íløgu. Og
at eggja til lánsfíggjaða spekulasjón er ábyrgdarleysur búskapar- og fíggjarpolitikkur. Og hetta minnir
heldur ikki sørt um spekulasjónina í 80’unum, har tað orsakað av rentuskattalógini loysti seg at lána
pengar uttanlands, seta teir í føroyskar peningastovnar, og síðani tjena upp á ein nærum óskattaðan
rentuvinning í Føroyum.
4. Búskaparliga hevur hendan broytingin saman við ógrundgivnu skattalættunum í árunum 2004-2008
og teimum nýggju lánsmøguleikunum frá peningastovnunum við avdráttarskáa v.m. verið drívmegi í at
yvirhita búskapin, hækka kostnaðarstøðið og máa støðið undan haldførum vøkstri.
5. Nú fíggjarkreppan um allan heim hevur avdúkað, at íløgur og lán til at keypa partabrøv, sum ikki
hava reelt virði, eru høvuðsatvold til kreppu og niðurgongd, stendur avgerð undanfarnu ABCsamgongunnar
í sera ábyrgdandi ljósi. Ikki bert hevur landsstýrið forsømt at broyta skipanir og hava
eftirlit við fíggjarmarknaðinum, men tað hevur harafturímóti eggjað til og spælt við í óhaldføru
fíggjargongdini.
6. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200
milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir hesi nýggju reglu.
Samanumtikið:
– Hetta hevur verið ringt fyri fíggjarmarknaðin og fyri eitt burðardygt vinnulív og haldførar íløgur.
– Tað hevur verið ringt fyri búskapin.
– Ringt fyri landskassan.
– Ringt fyri samhaldsfestið í samfelagnum.
– Og tað hevur verið ringt fyri tey, ið hava sett seg í skuld at keypa partabrøv, sum nú hava mist
virðið og mugu realiserast. Og her er ikki bara talan um múgvandi fólk, men vanlig fólk við
meðalinntøku, sum av landsstýrinum og fíggingarstovnunum hava verið eggjað til at seta seg í hesa
skuld.
Tí verður mælt til at rætta skeivleikan beinanvegin og strika henda møguleika frameftir. Fyri tey, ið
longu hava sett seg í skuld og eru komin í trupulleikar av hesum politikki undanfarna landsstýrisins,
verður tó ikki lóggivið aftureftir.
Serligar viðmerkingar
Til § 1
Ad. 1 og 2) Við broytingini fer ikki longur at bera til at mótrokna rentur av lánum, ið eru tikin í
sambandi við keyp av virðisbrøvum, í kapitalvinningi. Víst verður tó til viðmerkingarnar til
skiftisregluna í § 2, stk. 2.
Ad. 3) Samstundis, sum møguleikin dettur burtur at mótrokna rentuútreiðslur í kapitalvinningi í
sambandi við keyp av virðisbrøvum, verður eisini møguleikin at framflyta rentútreiðslur til mótrokning
í kapitalvinningi 5 ár fram tikin av. Hetta er tó ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin. Víst verður
í hesum sambandi til viðmerkingarnar til skiftisregluna í § 2, stk. 2.
Tá eingin onnur heimild er í lógini at mótrokna rentur í kapitalvinningi, enn ásetingin í § 10, stk. 3, sum
mælt verður til at strika, hevur ásetingin í § 14, stk. 4 einki sjálvstøðugt innihald longur.
Til § 2
Gildiskoman er sett til dagin eftir, at lógin er kunngjørd, og hevur lógin virknað fyri skatt av
kapitalvinningi, sum verður álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2011 ella seinni. Hetta er neyðugt, fyri ikki at áleggja umsitingini óneyðugt arbeiði við periodisering av kapitalvinningsskatti í
einum skattaári. Ígildisásetingin kemur sostatt heldur ikki í andsøgn við § 41, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini,
ið ásetir, at: “Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur,
innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri Løgtingið.”

Skiftisreglan inniber, at ásetingarnar, sum skotið verður upp at strika við hesum uppskotinum, framhaldandi verða galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áðrenn 1. januar 2012, og sum stavar frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti. Gildi er tó avmarkað til tey 5 árini aftaná 1. januar 2012, sum eru nevnd í § 14, stk. 4. Tað er ikki av tilvild at orðið rentuskuld er nýtt í ásetingini í staðin fyri orðið renta. Skiftisreglan fevnir nevniliga bert um rentuskuld og ikki um rentur, sum eru íkomnar eftir 1. januar 2012, hetta hóast hesar stava frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti. Ikki íkomnar rentur, ið fólk kunnusleppa sær undan við at rinda lánini aftur áðrenn 1. januar 2012, kunnu sostatt ikki  mótroknast í
kapitalvinningi eftir 1. januar 2012.

Á Løgtingi, tann 27. februar 2010
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad