Einar frælsar, sterkar og rættvísar Føroyar
Spurningin um, hví eg havi valt at stilla upp fyri Tjóðveldi, havi eg fingið mangar ferðir í seinastuni. Summi
eru spyrjandi, summi undrandi, summi ilskast og onnur fegnast. Hetta virði eg av heilum hjarta. Íkomna
støðan gjørdi, at tað ikki bar til longur at vera í tí flokki, eg kom frá. Tað er sjálvsagt harmiligt, tí hesin
flokkur hevur verið mín heimstaður í 20 ár, og er hetta alt annað enn ein løtt støða ella løtt avgerð. Eg
kundi latið vera við at stilla upp aftur, men politikkur er mítt hjartablóð og ikki mítt livibreyð, og eldhugurin
er har fyri at gera okkara samfelag til eitt enn betur samfelag at búleikast í. Eg valdi Tjóðveldi, tí Tjóðveldi
stendur fyrst og fremst fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, og Tjóðveldi stendur fyri fólkaræði
og rúmligheit, har tað er rúm fyri øllum menniskjum og virðingin fyri tí einstaka at skipa sítt egna lív eftir
egnum huga og hjarta.
Tjóðveldi er einasti flokkur, sum veruliga tekur tjóðskaparspurningin í álvara, at vit eiga at skipa okkum sum
sjálvstøðugt land, og at tað eru vit føroyingar, ið eiga hetta landið, og tað er tí okkara ábyrgd og skylda at
taka okkum av okkara landi og hava ræðið á framtíðini. Hetta er tað, sum er mest umráðandi fyri meg. Eitt
sterkt, frítt og rættvíst samfelag er ein fortreyt fyri, at hetta skal eydnast, og tað eru serlig viðurskifti, sum
eftir mínum tykki eiga at fáa høga raðfesting í komandi tíðum:
Sjálvberandi búskapur
Skulu Føroyar gerast sjálvstøðugar er fyrsta fortreyt, at vit hava ein sjálvberandi búskap. At vit
hava fíggjarligt tamarhald á útreiðslunum er fortreytin fyri øllum øðrum, fyri tjóðskaparmálinum,
fyri vælferðini og fyri framtíðar haldførinum í føroyska búskapinum. Vit hava havt søguliga góðar
tíðir, men hóast tað er yvirskotið á fíggjarlógini at kalla onki. Hetta er ikki nøktandi. Vit eiga tí at
føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har langtíðar ætlanir vera lagdar fyri løgur, rakstur og inntøkur,
soleiðis at ráðini eru til at fíggja okkara kjarnuvælferð. Uttan fíggjarligt haldføri letur onki seg gera,
tí kassin er ikki botnleysur.
Vinnulig breiðkan og virðisøking
Eitt frælst og stimbandi vinnulív er ein fortreyt fyri einum sterkum búskapi. Vinnan má hava
virðiligar karmar til vøkstur og innovatión. Her er fiskivinnan ein avgerandi lykil. Kvotan av
uppisjóvarfiski hevur verið søguliga høg, men hava vit fingið nóg nógv burtur úr? Kundu vit havt
gangnýtt fiskatilfeingið betur og øðrvísi? Ótryggar tíðir eru úti í heimi, og eigur hetta at tvinga
okkum at hugsa øðrvísi. Tað er kapping um rávørurnar, tí heimurin manglar mat.
Arbeiðið á einum fiskavirki í Føroyum í dag er sera svikaligt, tí rávøran manglar í vikuvís, og rakar
hetta bæði virki og vanliga arbeiðaran sera meint. Fólk, sum arbeiða á fiskavirkjum kring landið eru
knýtt fiskavirkisskipanini hja ALS, men er ongin rávøra er onki arbeiði, og hesi fáa 80 pct av einari
vanligari arbeiðaraløn, ið svarar til 32 tímar um vikuna. Vit eiga tí at hugsa øðrvísi og nýtt til tess at
tryggja arbeiði til fleiri hendur og tryggja, at okkara rávøra verður øðrvísi gangnýtt kring alt landið.
Føroyingar eru alsamt vorðnir meiri umhugsnir við matoyðsli, at maturin má og eigur at strekkja
longur, tí hækkandi prísirnir tvinga okkum til tað. Hetta eigur eisini at vera galdandi fyri
fiskivinnuna, at vit virðisøkja tilfeingið og fáa meiri burturúr minni og arbeiði til allar hendur. Hetta
økir um inntøkurnar og inntøkumøguleikarnar í einari burðadyggari vinnu, sum eisini gagnar
vanliga føroyinginum.
Okkara uttanríkispolitikkur eigur somuleiðis at leggja doyðin á, at vit fáa betur marknaðaratgongd
til altjóða marknaðir, og tí skal limaskapur í altjóða handilssfelagsskapin WHO ovast á breddan, har
Føroyar verða sjálvstøðugt umboðaðar. Bara vit, føroyingar, vita, hvat er best fyri okkum og okkara
land. Ein betri marknaðaratgongd til okkara rávørur, gevur betri vinnuumstøður og fleiri inntøkur
til landið, sum skal til fyri at tryggja okkara vælferðartænastur.
Umhvørvi og varandi orka
Umhvørvispolitikkur hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum. Sum innanríkismálaráðharri stóð
eg fyri fyrsta uppskoti til samtyktar um føroyskan veðurlagspoltikk í 2009. Hetta er eitt mál, ið
liggur mær at hjarta.
Føroyar eru vælsignaðar við varandi orku, vindi, vatni og sjógvi. Vit eiga at gera okkum óheft av
oljuni og harvið hækkandi oljuprísunum. Málið má framvegis vera at vit seta øll segl inn fyri at
Føroyar gerast grønar í 2030, soleiðis at tað eru vit, íð stýra prísunum, og ikki altjóða
oljumarknaðir, sum vit tíverri enn eru bundin at. Vit eiga at skipa soleiðis fyri, at føroysku
húsarhaldini megna at leggja um til grøna orku, soleiðis at vit lætta um teirra gerandisdag,
samtundis sum tað stiðjar arbeiðið fyri einari grønari framtíð. Vit hava skyldu sum samfelag at
hjálpa tí einstaka hart rakta húsarhaldinum, sum í dag merkir sviðjan av ovurstóra oljuprísinum, og
gera skipanir, sum kunnu stimbra og eggja og stuðla tí einstaka húsarhaldinum at leggja um til
varandi orkukeldur.
Kjarnuvælferðin skal loysast
Onki samfelag hongur saman, um ikki at kjarnuvælferðin virkar. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við
troti av starvfólkum innan eldraøkið, dagstovnaøkið og heilsuøkið sum heild. Hetta er fremsta
uppgáva politiska skipanin má og skal loysa. Komandi 10 árini koma 700 starvsfólk at mangla á
vælferðarøkinum, og tí krevur hetta nýggjar loysnir. Vit eiga at tora at stytta arbeiðsvikuna innan
hesi øki, geva hesum málbókum eitt veruligt lønarlyft, sum munar, tí virka hesi vælferðarøki ikki,
rakar hetta alt samfelagið og føroysku familjuna meint.
Viðurskiftini, ið eru nevnd omanfyri, hanga óloysiligt saman við, hvussu vit kunnu lætta um
gerandisdagin hjá føroysku familjuni. Hækkandi prísstøðið og kostnarstøðið, hækkandi rentan,
hækkandi oljuprísirnir og teir væntandi hækkandi elprísirnir, sum liggja fyri framman, tyngja
føroysku familjuna, og tí krevur hetta nýggjar og øðrvísi loysnir, soleiðis at vit megna at leggja
trygdarnet undir føroysku familjuna.
Tann 8 des. fólkaræðisligur valdagur, har veljarin høvi at greiða sín atkvøðu
Gott val øll somul
Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingtingsvalið