Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans

§ 1
Í løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 1997 um
Forskotsgrunn Fiskiflotans, við seinni
broytingum, verður § 7, stk. 1 orðað
soleiðis:
”Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki
er til longur, ger nevndin tilmæli til
landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at
leggja fyri Løgtingið uppskot um avtøku
av grunninum. Er eginognin hægri, enn
nevndin metir vera neyðugt at røkja
uppgávur grunsins, kann nevndin koma við
tilmæli til landsstýrismannin í
fiskivinnumálum um at leggja fyri
Løgtingið uppskot um at inntøkuføra eina
upphædd til landskassan, sum samsvarar
við eina lækking í eginognini. Nevndin
kann samstundis bera fram tilmæli um,
hvat hesar upphæddir tá hóskandi kunnu
verða nýttar til.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir,
at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Forskotsgrunnur Fiskiflotans er stovnaður sambært løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 1997 við tí
endamáli at veita forskot til fiskimenn. Stovnsfæið hjá grunninum var 18 mió. kr., sum áleið
samsvaraði við ta upphædd, ið hevði staðið úti í forskoti seinastu árini undan, at lógin bleiv
samtykt. Stovnsfæið varð útvegað við, at nýstovnaði grunnurin skuldi yvirtaka útistandandi
forskotspening hjá Lønjavningargrunninum, sum í februar 1997 var á umleið 14 mió. kr.
Munin millum hetta útistandandi og stovnsfæið á 18 mió. kr. tann dagin, lógin fekk gildi,
skuldi landskassin gjalda nýggja grunninum – Forskotsgrunninum.

Síðani lógin um Forskotsgrunnin kom í gildi, er eginognin í grunninum stútt vaksin, ultimo
2008 var eginognin á 29 mió. kr. Av hesum var innistandandi peningur 24,5 mió. kr. og
útistandandi forskot 4,5 mió. kr. Tað hevur víst seg seinastu árini, at tørvurin fyri hýruforskoti
er minkaður serliga orsakað av, at rækjuflotin er minkaður so nógv, soleiðis at tað nú stórt
sæð bert eru flakatogararnir og tey rækjuskipini, sum eftir eru, ið fáa forskot. Talan er um íalt
átta skip. Grunnurin hevur tí ikki tørv fyri at hava eina stóra óvirkna eginogn í mun til tað
virksemi, sum nú er hjá grunninum.

Tann stóra eginognin stavar í mestan mun frá fiskivinnuni sjálvari, og tí hevði tað verið
hóskandi, at partur av eginognini varð goldin aftur til eitt endamál, sum kom fiskivinnuni og
landinum til gagns. Stórur tørvur er á at fáa nýtt havrannsóknarskip bygt ístaðin fyri tað
núverandi. Men tað tykist trupult at útvega fígging. 10 mió. kr. av eginognini hjá Forskotsgrunninum
kunnu nýtast til eitt havrannsóknarskip, uttan at tað kemur at nerva virksemið og
raksturin hjá Forskotsgrunninum. Sum skilst heldur nevndin í grunninum, at hesin framvegis
skal hava eina sterka eginogn fyri at tryggja raksturin frameftir. Við lógarbroytingini fær
nevndin heimild at nýta part av eginognini til nýtt havrannsóknarskip, annahvørt sum gáva
ella við láni.

Í sambandi við, at Fiskirannsóknarstovan/Havstovan fylti hálvthundrað ár, gav nevndin í
Forskotsgrunninum (Jákup Sólstein, formaður, Óli Jacobsen og Herman Bærentsen)
Havstovuni eina tilsøgn um, at grunnurin fór at lata hesum rannsóknarstovni 10 mió. kr., tá og
um henda verkætlan fór at gerast veruleiki. Tilsøgnin er tó treytað av, at omanfyrinevnda
broyting verður gjørd í lógini um Forskotsgrunnin. Annars upplýsir nevndin í
tilsagnarskjalinum, sum er dagfest 2. apríl 2009, at peningurin er tøkur í føroyskum
peningastovnum.

Við hesi tilsøgn er málið um nýtt havrannsóknarskip komið í nýtt ljós, táið hendan tilsøgnin
ikki kann fatast sum annað enn ein dygg álitisváttan til Havstovuna og tað rannsóknararbeiði,
manning hennara fremur Føroyum at gagni. Eitt herðaklapp frá vinnuni, sum tingfólk ikki
eiga at lata fara aftur við borðinum. Stundin er komin til at fáa ferð á málið um nýtt
havrannsóknarskip. Hetta dygga klípið munar væl tann rætta vegin.

Á Løgtingi, 27. februar 2010.
Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad