FERÐ Á FILM OG FILMSVINNU
Játtanin til at gera føroyskan film og afturberingarskipanin at eggja feløgum at framleiða film í Føroyum, skulu vaksa til ávikavist 10 mio og 4 mio krónur yvir hetta næsta valskeið.
Filmsjáttanin skal umsitast í einum filmsgrunni, gjarna í samstarvi við Mentanargrunnin, heldur enn, sum nú, at vera ein játtan, sum landsstýrismaðurin kann leggja seg út í. Játtanin er í dag 3,5 mio kr árliga, men eigur at vaksa til minst 10 mio kr yvir eitt stutt áramál.
Vit skulu harumframt leggja eina heilt greiða strategi fyri, hvussu vit menna føroyskan film og filmsvinnu tey komandi fimm og tíggju árini.
Vit skulu gerast kappingarfør við grannalond okkara, tá tað snýr seg um at velja Føroyar til at framleiða filmar og filmsrøðir.
Var sjálv millum teirra, sum strongdi hart á at fáa 4 milliónir í afturbering, so upptøkurnar til Trom blivu gjørdar her. Tað eydnaðist, men bleiv ikki varandi játtan, og afturberingarskipanin er nú aftur einans 200 túsund krónur árliga. So fá velja at koma til Føroyar at gera film. Fyri hvørja krónu í afturbering, mást tú hava lagt minst 4 krónur eftir teg í landinum. So, hetta loysir seg. Men eingin hækking var í eygsjón á fíggjarlógini, sum landsstýrið legði fyri tingið, stutt fyri, at val varð útskrivað. Her vinna lond sum Ísland, Norra og Írland dyggiliga á okkum. Tað gongur ikki, vilja vit veruliga gerast eitt filmsland.
MÁL OG MENTANARBERI
Eitt er at fáa útlendsk feløg at velja okkum. Týdningarmeiri er tað, at okkara egna filmsframleiðsla og -vinna fær trygga grund at byggja á. Evnaríku fólkini eru her. Førleikarnir eru her. Eldhugin er her. Men veruleikin er, at vilt tú liva av at gera film, so velur tú eitt lív í nærum hungri. Tað ber so illa til her, at nógv gevast ella flyta av landinum, til lond, sum virðismeta teirra gávur.
Vit mugu ikki gloyma tann týdning, sum filmur hevur fyri mál okkara og mentan. Filmur er týdningarmesti mál og mentanarberi í okkara øld. Ikki minst hjá børnunum og teimum ungu.
Filmshúsið hevur júst sent út eitt tilmæli um nýggja føroyska films- og miðlaframtíð. Okkum tørvar eina politiska visjón og ambitiøsa politiska avtalu um at menna føroyskan film og filmsvinnu. Tí fari at framhaldandi at arbeiða fyri.
Her eru tvey uppskot um film, vit hava lagt fyri Løgtingið hetta valskeið:
Uppskot um menning av føroyskari filmsvinnu
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=224
Lógaruppskot um filmsgrunn:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9721
Henda grein er eisini útgivin við teldutalu.
Bjørt Samuelsen
X við E