FÁMANNAVELDI ELLA LØGTING
Seinastu árini, í takt við at virðir eru vorðin savnað á færri og færri hondum, er ein skeikling farin fram við valdsbýtinum í Føroyum. Hóast vit hava greiðar og lógarfestar reglur um, hvussu valdið er býtt millum lóggevandi og útinnandi, so er sjón fyri søgn, at valdsbygnaðurin ikki er samsvarandi. Frá at Løgtingið var staðið, har lógirnar vórðu smíðaðar og samtyktar, og Tinganes, har avgerðirnar vórðu tiknar og útintar, so er valdið nú á øðrum adressum. Løgtingsmeirilutin ger tað, sum hann fær boð um, meðan Tinganes onga meining hevur um sera aktuel og viðkomandi viðurskifti, fyrr enn veruligu valdshavararnir hava fortalt teimum, hvat tey skulu halda. Vit førka okkum stútt og støðugt ímóti tí, ið kallast fámannaveldi ella oligarki.
Eg eri púra greiður yvir, at hetta er ein álvarslig ákæra, men hondina á hjartað, hetta er tíverri ein sannroynd í rættiliga nógvum viðurskiftum. Soleiðis uppfata mong við mær støðuna, tí bæði atburður og orðaskifti geva greiðar ábendingar um, at onkur annar tekur avgerðirnar.
“Lobbyisma” ella krókapolitikkur, sum er at royna at ávirka lógarsmiðir og ráðharrar, er vanlig og als ikki ólóglig. Hetta er, meira ella minni, partur av politiskum tilgongdum. Men í flestu førum er tað so, at lóggevarar og ráðharrar eru tilvitaðir um tað, og duga at leggja oyra til, uttan at verða tiknir av fótum.
Men her hjá okkum er øðrvísi. Lóggávan, serliga rundan um fiskivinnuna og rundan um alivinnuna, verður ikki bara ávirkað, men meira ella minni beinleiðis dikterað av vinnuni sjálvari. Tað fer enntá so langt, at bøtur, ið avvarðandi myndugleikar mæla Løgregluni til at geva alifyritøkum fyri lógarbrot, verða sendar Landsstýrinum til ummælis, har tær síðani verða súltaðar í allar ævir. Meðan studenturin, ið fær eina parkeringsbót, skal gjalda til tíðina.
Hetta skal ikki skiljast sum ein atfinning av vinnuni, tí hon skal sjálvandi berjast fyri egnum áhugamálum, men hetta er ein beinleiðis atfinning av teimum av okkara politikkarum, sum sita og umsita okkara samfelag. Sum tonglar í brimi sveiggja tey alt eftir, hvat nøkur fá siga teimum, at tey skulu gera og halda.
Men hetta kunnu vit gera nakað við longu 8. desember, tá vit fara á løgtingsval. Vit kunnu velja valevni, sum hava integritet og støðufesti, og sum ikki lata seg stýra av øðrum enn tí, sum tey halda gagnar landinum og fólkinum best.
Vit mugu fáa politikkarar, sum sjálvandi lurta eftir tí, ið onnur siga og hava upp á hjartað, men sum í seinasta enda arbeiða eftir egnu bestu sannføring og taka avgerðir, sum leiða alt landið fram á kós.
Men góði veljari, tað er eingin sjálvfylgja, at vit fáa eina slíka samanseting í tinginum. Vit kunnu eisini fáa meira av tí sama. Ta avgerðina eigur veljarin nú. Einki kemur av sær sjálvum, heldur ikki Løgtingið, fólksins sanna parlament.
Erling Eidesgaard
valevni fyri Tjóðveldi