Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við
løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010,
verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis:
“a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31.
desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya
Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi
8 støð og í hesi raðfylgju:
1. 61°19’00"N 08°14’00"V
2. 60°58’00"N 07°43’00"V
3. 60°50’00"N 07°57’00"V
4. 60°24’00"N 09°07’00"V
5. 60°50’00"N 09°34’00"V
6. 60°54’00"N 09°34’00"V
7. 61°14’00"N 08°52’00"V
8. 61°19’00"N 08°14’00"V
Hetta veiðibann fevnir um veiðu við
skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti
umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki
beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við
kraftblokki.”
2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í
tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar,
báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr
grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar
millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt
til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum
og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð
og í hesi raðfylgju:”
3) Í § 27 verður “frá 1. september 2009 til
31. august 2010” broytt til: “frá 1. september
2010 til 31. august 2011 .”
4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av
fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í
veiðiflotanum 1. januar 1995, verður
fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar
við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum
verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd
verður tikin fyri møguligari umseting av
fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í
sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin.
§ 2
Henda løgtingslóg fær gildi tann 1.
september 2010.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta
partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum,
men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum
umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18.
august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og
Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og
royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi, geva
greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýri ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin soleiðis,
at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri at bøta
um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum miðar eftir
at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta møguliga
grundarlagið undir landsins búskapi.
Tað er ikki serliga hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni
sínum í havlívfrøðiligum viðuskiftum, hóast onkran minni glotta, sum sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap saman við Fiskidaganevndini skal ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat
skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum
burðardyggum grundarlagi.
Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí
serliga toska- og hýsustovnarnir hava havt tørv á vernd at koma fyri seg aftur. Upsastovnurin
verður nú eisini hildin at vera undir ov stórum trýsti sambært teimum tilráðandi. Tjóðveldi er á
einum máli við teimum, ið hava latið hesi tilmæli. Vit mugu gera alt tað, sum stendur í okkara
makt at tryggja, at stovnarnir koma fyri seg aftur, so vit í komandi árum aftur trygt kunnu byggja
okkara búskap á tað tilfeingi, sum er – og í framtíðini fer at verða – okkara grundvøllur.
Tí kunnu vit ikki bara lata standa til, men mugu taka til eftirtektar ta vísindaligu ráðgevingina,
sum er løgd fyri dagin. Hetta er høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti.
Tjóðveldi hevur tí tikið avgerð um at skjóta upp fyri Løgtinginum, at fiskidagarnir hjá
partrolarum, húkaflotanum og trolbátunum (høvuðsbólkar 2, 3, 4 og 5) verða skerdir við
25%´um. Harumframt verða tilmælini frá vísindini (vinnan hevur onki tilmæli um hetta í ár, tá ið
eingin veiða hevur verið á Bankanum), um eisini í komandi fiskiári at halda fast um friðingarnar
á Føroya Banka, tikin til eftirtektar.
Bólkur 2: Partrolarar 3.304 fiskidagar
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.205 fiskidagar
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 992 fiskidagar
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.317 fiskidagar
Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.155 fiskidagar
Bólkur 5
Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 11.544 fiskidagar
3
Lógarásettar freistir
Grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at í seinasta lagi 18. august skal Løgtingið fyri
komandi fiskiárið, ið byrjar 1. september, hava ásett fiskidagatal fyri botnfiskiveiðu á føroyska
landgrunninum. Fiskidagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum leggur fyri Løgtingið. Hetta forðar tó ikki tingfólki ella politiskum flokkum at
seta uppskot fram um sama mál, serliga tá ið fiskivinnupolitikkurin hjá sitandi heimastýrisstjórn
og Tjóðveldinum er so grundleggjandi ymiskur.
Á hvørjum ári, fyri 15. juni, skal Havstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli
um fiskidagar komandi fiskiárið, umframt tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað
komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat
fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða
gagnnýttir burðardygt.
Á hvørjum ári, fyri 22. juni, skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri
fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið, umframt
tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í
fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn
høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Umframt tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini so var samgonguskjalið undir seinastu
samgonguni, Tjóðveldi var partur av, og har flokkurin umsat fiskivinnu- og tilfeingismál, greitt
orðað fram ímóti eini lívfrøðiligari og búskaparliga burðardyggari fiskiveiðu. Eitt nú orðingar
sum ”fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum
varandi grundarlag undir føroyska búskapinum”…….. ”leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøðiligu
ráðgevingini verða styrkt”…….”endurmetingin av veiðitrýstinum verður framd alt fyri eitt” eru
dømir um hetta. Ítøkiligu úrslitini vóru ein metstórur niðurskurður í fiskidagatalinum á 10%,
hóast skotið var upp at niðurlaða dagatalið við ávikavíst 20 og 50%´um og hartil prosjekteringin
av nýggjum havrannsóknarskipi, ið er liðug, og sum tær almennu Føroyar vónandi seta
fíggjarliga orku til skjótast gjørligt, soleiðis sum avrátt er millum allar flokkar í avgerðini um,
hvussu almennu íløgurnar skulu býtast í 2011.
Fyri at stuðla upp undir endurmetingina av veiðitrýstinum setti landsstýrismaðurin í CHEsamgonguni
eina nevnd stutt eftir, at tann samgongan varð skipað – Fiskiorkunevndina. Hóast
nevndin hevði eitt alt ov stutt skotbrá til eitt ógvuliga umfatandi arbeiði, fekk landsstýrismaðurin
eitt álit frá nevndini. Hetta var eisini brúkt í viðgerðini í 2008, og rættast hevði kanska verið at
endurstovna Fiskiorkunevndina soleiðis, at hon við einum rúmari tíðarhvarvi og størri orku kundi
komið til eitt meiri nágreinað og harvið rættari úrslit, men núverandi landsstýrismaður í
fiskivinnumálum hevur eftir øllum at døma ikki hildið hetta verið átrokandi sum grundarlag
undir sínum og samgongunnar fiskivinnupolitikki.
Tilmæli frá Havstovuni
Stovnsmetingarnar av botnfiskastovnunum undir Føroyum verða gjørdar av Altjóða
havgranskingarráðnum ICES við luttøku av vísindafólki frá Havstovuni. ICES letur
myndugleikunum ráðgeving leysa av henni, sum Havstovan sambært § 22, stk. 2 í lógini um
vinnuligan fiskiskap skal lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Stovnsmetingarnar hjá ICES av toskastovninum á landgrunninum verða lýstar soleiðis:
“Veiðan hevur síðani 2004 verið væl undir miðal (Mynd 1). Gýtingarstovnurin hevur eisini
verið sera lítil síðani 2004, og í 2007 var hann mettur til bert 17.500 t, ið er tað minsta, vit vita
um. Hann er nú við at vaksa aftur, og er mettur at hava verið um 32 tús. tons tann 1. januar 2009
4
(Mynd 2). Um gýtingarstovnurin fer niður um 21 tús. tons (Blim), verður mett, at líkindini fyri,
at hann klárar at framleiða góða tilgongd, eru vánalig, sjálvt um umstøðurnar annars í sjónum eru
góðar. Mælt verður til, at gýtingarstovnurin ikki eigur at fara niður um 40 tús. tons (Bpa). Tað
eru fleiri orsøkir til hesa vánaligu støðuna í gýtingarstovninum.
Tilgongdin hevur verið undir miðal síðani 2002 og flestu árini væl undir miðal (Mynd 3); men
hon er batnandi nú, 2007 árgangurin var beint undir miðal, og bæði 2008 og 2009 árgangirnir eru
mettir oman fyri miðal. Vøksturin á fiskinum hevur eisini verið vánaligur í fleiri ár, men eisini
har hevur verið framgongd í seinastuni (Mynd 4).
Men triðja orsøkin er veiðitrýstið, t.e. hvussu nógv verður fiskað burtur úr stovninum, tað
einasta, ið vit sjálvi kunnu ávirka, og tað er alt ov stórt (Mynd 5). Her hevur ICES mælt til, at
ikki skal fiskast meira burtur úr stovninum enn 27% í tali (veiðitrýstið Fpa=0.35); til
samanberingar var endamálið við okkara lóg um vinnuligan fiskiskap, at í miðal skuldi ikki
fiskast meira enn 33% í tali (veiðitrýstið Ftarget=0.45). Men, síðan hendan lógin varð sett í verk,
hevur veiðitrýstið í miðal verið 41% (F=0.60), og varð í 2009 mett at vera 34% (F=0.46). Hetta
er næstan í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap, men tað er ov stórt og ikki burðardygt.
ICES mælir til, at veiðitrýstið verður minkað niður um Fpa upp á 27%, og hetta merkir eina
minking upp á 24% í mun til verandi veiðitrýst.
Í viðmerkingum til rágevingina verður m.a. sagt, ætlanin skal taka hædd fyri, at toskur og hýsa
verða veidd saman í einum blandaðum fiskiskapi, serliga við línu. Hýsan er sera illa fyri, og hetta
eigur at takast hædd fyri, nú mælt verður til, at toskur aftur kann veiðast. Í fjør varð jú mælt til, at
bæði toska- og hýsuveiðan skuldu minkast so nógv sum gjørligt. Umframt at skerja dagatalið, er
einasti mátin í verandi dagaskipan at steingja fleiri hýsuleiðir og helst alt árið. Fyri at tryggja
góða tilgongd hjá toski frameftir eiga uppvakstrarøkini inni við land at verða stongd fyri
vinnuligum fiskiskapi.
Neyvt samband tykist vera millum gróður í sjónum og veiðitrýst fyri tosk. Í árum við góðum
gróðri eru tilgongd og vøkstur eisini í miðal góð, og nóg mikið av føði er í sjónum. Umvent er í
árum við vánaligum gróðri. Hetta sæst eisini aftur á veiðievnunum hjá línu, tí toskurin (serliga 5
ár og eldri) tekur nógv lættari, tá mangul er upp á natúrliga føði. Av tí at meginparturin av
toskinum verður fiskaður við húki, so økist veiðitrýstið, tá gróðurin er lítil. Um samstundis bæði
tilgongd og vøkstur hjá toski eru undir miðal, kann hetta fáa stovnin at minka skjótt; dømi um
hetta eru seinastu árini. Mælt verður til at taka tílík viðurskifti við í umsitingini av toskaveiðuni.
Eisini verður mint á, at í eini sonevndari effort skipan, sum okkara dagaskipan er, vil tað altíð
vera ein øking í effektiviteti í reiðskapum og veiðihættum yvirhøvur, og at hesum eigur at verða
fylgt væl við, so at dagatalið kann stillast samsvarandi.”
Toskastovnurin á Føroya Banka, Tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina á
Føroya Banka, men við støði í yvirlitstrolingum (Mynd 7) er stovnurin tó eftir øllum at døma
sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv síðani 2003 (Mynd 6), og føroysku myndugleikarnir
stongdu Bankan fyri allari veiðu 1. januar 2009.
ICES metir, at nýggju hagtølini fyri hendan stovnin geva onga grund til at broyta ráðgevingina
frá í fjør.
5
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur, fyrr enn yvirlitstrolingarnar vísa, at
stovnurin er komin fyri seg aftur, tað er ájavnt ella oman fyri tað støðið, hann var á í 1996-
2002.
Hýsustovnurin. ICES lýsir støðuna soleiðis: “Veiðan er støðugt minkað síðani 2003 og hevur
seinastu trý árini verið væl undir miðal (Mynd 8). Gýtingarstovnurin er eisini støðugt minkaður
síðani 2003, og er hann 1. januar 2010 mettur til bert 17 tús. tons, ið er tað minsta, vit vita um
(Mynd 9). Um gýtingarstovnurin fer niður um 22 tús. tons (Blim), verður mett, at líkindini fyri,
at hann klárar at framleiða góða tilgongd, eru vánalig, sjálvt um umstøðurnar annars í sjónum eru
góðar. Mælt verður til, at gýtingarstovnurin ikki eigur at fara niður um 35 tús. tons (Bpa). Tað
eru fleiri orsøkir til, at gýtingarstovnurin er vorðin so lítil.
Serliga hevur tilgongdin verið væl undir miðal síðani 2005 (Mynd 10); ávís tekin eru um, at
tilgongdin fer at batna nakað í ár og komandi ár. Hetta eru metingar, og hóast rættar, so er batin
lítil, og tað tekur tíð, áðrenn hann fær stórvegis ávirkan á gýtingarstovnin.
Vøksturin á fiskinum hevur eisini verið vánaligur í fleiri ár, men hendan gongdin er við at venda
(Mynd 11).
Triðja orsøkin er veiðitrýstið, t.e. hvussu nógv verður fiskað burtur úr stovninum (Mynd 5). Her
hevur ICES mælt til, at ikki skal fiskast meira burtur úr stovninum enn 20% í tali (veiðitrýstið
Fpa=0.25); til samanberingar var endamálið við okkara lóg um vinnuligan fiskiskap, at í miðal
skuldi ikki fiskast meira enn 33% í tali (veiðitrýstið Ftarget=0.45); 33% er tískil alt ov høgt.
Síðan hendan lógin varð sett í verk, hevur veiðitrýstið í miðal verið 28% (F=0.36), men tað er
minkað seinastu árini og varð í 2009 mett at vera júst 20% (F=0.25). Sostatt er tað ikki
veiðitrýstið, ið er størsta orsøkin til, at gýtingarstovnurin er so lítil, men heldur tilgongdin saman
við tí vánaliga fiskavøkstrinum. Men givið er, at veiðitrýstið má stillast eftir, hvussu stovnurin er
fyri, og framskrivingar vísa, at sjálvt við ongum hýsufiskiskapi vil stovnurin vera verandi undir
Bpa í 2012, men hann vil hóast alt vera oman fyri Blim.
Við støði í fyrivarnisregluni mælir ICES tí til, at eingin beinleiðis fiskiskapur verður eftir hýsu
í fiskiárinum 2010/2011, at hjáveiðan í øðrum fiskiskapum verður so lítil sum møguligt, og at
ein ætlan verður gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur (upp um Bpa = 35 tús. tons).
Í viðmerkingum til rágevingina verður m.a. sagt, at ætlanin skal taka hædd fyri, at hýsa er
hjáveiða í upsafiskiskapinum, og at hýsa og toskur verða veidd saman í einum blandaðum
fiskiskapi, serliga við línu. Upsi og toskur eru munandi betur fyri enn hýsa, so toskur og upsi
eiga at verða fiskað, meðan hýsuveiða má vera hildin so lítil sum møguligt. Einasti mátin í
verandi dagaskipan er at minka um dagatalið og at steingja fleiri hýsuleiðir, og helst alt árið.
Ein fortreyt, ið skipanin frá fyrstu tíð legði upp til, var, at tá onkur stovnur minkar í stødd, so vil
flotin leggja seg á aðrar stovnar, ið eru betur fyri, tvs. at skipanin er sjálvregulerandi. Vegna m.a.
stóran prísmun vil flotin t.d. halda fram at fiska tosk, hóast veiðan er minkandi, og m.a. tí virkar
sjálvreguleringin/ikki.
Neyvt samband tykist vera millum gróður í sjónum og veiðitrýst fyri hýsu. Í árum við góðum
gróðri eru tilgongd og vøkstur eisini í miðal góð, og nóg mikið av føði er í sjónum. Umvent er í
árum við vánaligum gróðri. Hetta sæst eisini aftur á veiðievnunum hjá línu, tí hýsan tekur nógv
lættari, tá mangul er upp á natúrliga føði. Av tí, at meginparturin av hýsuni verður fiskað við
húki, so økist veiðitrýstið, tá gróðurin er lítil. Um samstundis bæði tilgongd og vøkstur hjá hýsu
6
eru undir miðal, kann hetta fáa stovnin at minka skjótt; dømi um hetta eru seinastu árini. Mælt
verður til at taka tílík viðurskifti við í umsitingini av hýsuveiðuni.
Eisini verður mint á, at í eini sonevndari effort skipan, sum okkara dagaskipan er, vil tað altíð
vera ein øking í effektiviteti í reiðskapum og veiðihættum yvirhøvur, og at hesum eigur at verða
fylgt væl við, so at dagatalið kann stillast samsvarandi.”
Um upsastovnin verður sagt: “Vegna ávísar lívfrøðiligar umstøður, serliga tann sera lítla
vøksturin av upsa, sum hevur verið seinastu árini (Mynd 13), hava tær vanligu stovnsmetingarnar
ikki verið góðkendar av ICES seinastu árini. Á einum serligum fundi í ICES í februar í ár vórðu
ávísar ábøtur gjørdar, og nú er stovnsmetingin góðkend. Veiðan hevur verið søguliga høg
seinastu fimm árini (Mynd 14). Gýtingarstovnurin hevur verið væl fyri, men er nú í minking
(Mynd 15). Veiðitrýstið er tó alt ov høgt (Mynd 16). Tilgongdin hevur verið væl oman fyri
miðal flestu av seinastu 10 árunum, men tykist minkandi (Mynd 17). Við so góðari tilgongd var
væntandi, at gýtingarstovnurin ikki var í minking, sum hann nú er mettur at vera. Orsøkir til hetta
eru mest sannlíkt, at veiðitrýstið er ov stórt, og at fiskavøksturin er so lítil.
ICES mælir til, at veiðitrýstið verður minkað niður um Fpa upp á 0.28 ( 22%), sum samsvarar
við eina minking í mun til verandi veiðitrýst upp á 38%). Gýtingarfriðingin av upsa eigur at
halda fram.
Verandi skipan í Føroyum við stongdum leiðum og einum ávísum tali á fiskidøgum hjá flotanum
er ætlað at virka so, at veiðitrýstið á upsa í miðal liggur um 0.45 (33%). ICES hevur skotið upp,
at Fpa eigur at vera 0.28 (22%) og metir tí, at F = 0.45 (33%) ikki er í samsvari við
fyrivarnismeginregluna.
Eisini verður sagt, at tilmælið um at minkað veiðitrýstið eisini eigur at galda fyri skipabólkar,
sum í dag ikki eru inni í dagaskipanini. Serliga verða lemmatrolararnir nevndir, teir hava í
miðal fiskað eini 20% av upsanum um árið síðani 1997.
Vegna ávísar lívfrøðiligar umstøður, serliga tann sera lítla vøksturin av upsa, sum hevur verið
seinastu árini, hava tær vanligu stovnsmetingarnar verið heftar við stórari óvissu, og
stovnsstøddin tí óviss. Veiðan hevur verið søguliga høg seinastu fimm árini, og
gýtingarstovnurin hevur verið væl fyri, men er nú í minking. Veiðitrýstið er lutfalsliga høgt og
hækkandi, nú meiri orka eisini er komin inn í upsafiskiskapin eftir, at nakrir lemmatrolarar hava
lagt um til partroling á upsaleiðunum. Tilgongdin hevur verið oman fyri miðal seinastu 10-11
árini, og við so góðari tilgongd var væntandi, at gýtingarstovnurin ikki var í minking, sum hann
nú er mettur at vera. Orsøkirnar til hetta eru mest sannlíkt, at veiðitrýstið er ov stórt, og at
fiskavøksturin er so lítil. Tí mælir ICES til, at veiðitrýstið verður minkað við áleið 38%´um í
fiskiárinum 2010/2011 sum eitt fyrsta stig, og hartil eigur gýtingarfriðingin av upsa at halda
fram.
Samanumtikið verður sagt, at støðan er hættislig. Toskastovnurin á Føroya Banka er søguliga illa
fyri, ein bati hómast í toskastovninum á landgrunninum og hýsustovnurin er í skjótari minking,
meðan upsastovnurin ikki tolir sama veiðitrýstið sum undanfarin ár. Tí mælir ICES til, at ongin
fiskiskapur verður eftir toski á Føroya Banka og eftir hýsu yvirhøvur í fiskiárinum 2010/2011,
at veiðitrýstið eftir toski á landgruninum minkar við 24%´um, og at royndin eftir upsa verður
skerd við 38%´um.
Havstovan upplýsir, at afturlítandi á árini, stovnsmetingar hava verið undir Føroyum (síðan
1957-61), hevur meðalveiðan av toski á landgrunninum, toski á Føroya Banka og hýsu og upsa
7
undir Føroyum verið ávikavist 24 tús., 2 tús., 17 tús. og 36 tús. tons. Tað er onki, ið bendir á, at
tað kunnu fiskast fleiri tons við fleiri troldøgum, fleiri snelludøgum, fleiri línudøgum ella við
meiri línu (fleiri húkum). Heldur er tað so, at sama tonsatal kann verða veitt við væl minni roynd.
Havstovan ger vart við, at tað at minka veiðitrýstið, ikki er tað sama sum, at veiðan fer at minka.
Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðuna tey fyrstu árini. Eftir tað kann
væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður tann sama, men at færri og størri fiskar verða
veiddir. Og tað hevur nógvar fyrimunir. Teir eru betur egnaðir í gýtingarstovninum, og teir eru
betur egnaðir bæði í framleiðsluni og viðvíkjandi fiskaprísi, so at meira fæst burturúr enn við
einum ov stórum veiðitrýsti. Eisini kann væntast, at sveiggini í veiðuni verða minni.
Tilgongd av ungum fiski er ymisk ár um annað. Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár verri. Við
harðari roynd verður fiskiskapurin góður tey árini, tilgongdin er góð. Men samstundis verður
lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er so góð, og heldur ikki verða vakstrarevnini hjá
fiskinum nýtt til fulnar. Úrslitið verður samanumtikið, at minni kemur upp á land, og sveiggini
millum góð og ring ár verða alt ov ógvislig.
Í tilmæli sínum vísir Havstovan til endamálsorðingarnar í § 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap og
til frágreiðingina frá Skipanarnevndini frá 1996 um, at “stovnsrøktarendamálið er rokkið, um
gýtingarstovnurin er oman fyri ávísa minstustødd, og veiðitrýstið síðani er so, at umleið ein
triðingur av stovninum verður veiddur á hvørjum ári”. Havstovan tekur undir við, at tað er
avgerandi at halda gýtingarstovninum oman fyri eina minstustødd, og at veiðitrýstið verður
stillað so, at veiðan er burðardygg. Hetta er grundarsteinurin í ráðgevingini hjá Havstovuni.
Havstovan metir í hesum sambandi, at styrkin í eini fiskidagaskipan er m.a., at um dagatal og
aðrar reguleringar eru ásett rætt, so slepst undan á hvørjum ári at gera broytingar. Havstovan
vísir tó á, at síðani dagaskipanin kom í gildi, hevur dagatalið (og flotin) alla tíðina verið ov høgt,
og at hetta 13-ára skeiðið hevur víst, at veiðitrýstið okkurt árið hevur verið nærum dupult so stórt
sum ætlað. Nakað av hesum stavar frá serligum umstøðum í náttúruni. Menningin í m.a. tøkni
ger, at skipini so líðandi verða alt effektivari. Hesum má fylgjast væl við í og leggjast upp fyri,
so ella so.
Við støði í § 22, stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap mælir Havstovan til:
Fiskidagar á landgrunninum:
a) Fiskidagatalið hjá skipabólkunum í dagaskipanini eigur at verða skorið niður við
25% av teimum tillutaðu døgunum í verandi fiskiári (2009/2010), sum liður í eini
ætlan at stilla veiðitrýstið rætt. Ein samsvarandi minking eigur at verða í royndini
hjá lemmatrolarum (Bólkur 1), ið enn ikki eru í dagaskipanini.
b) Eingin serlig toska- og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan fyri
dagaskipanina. Hetta eigur tó ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroya –
Íslandsrygginum (t.d. norðan fyri 62039’N og vestan fyri 8000’V).
Føroya Banki:
c) Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroya Banka grynri enn 200 m.
Onnur tilmæli:
8
d) Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum eiga
at halda fram.
e) Fyri at verja teir yngstu árgangirnar av serliga toski og upsa eigur eingin vinnuligur
fiskiskapur við húki (og troli) at verða loyvdur nær landi, og harumframt eigur
heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.
f) Økini e og m verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið.
g) Meskavíddin í hjáveiðiposanum í trolingini á Landleiðini eigur at hækkast til 250
mm.
h) Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, eiga at sleppa at avreiða.
i) Allir skipabólkar í fiskiflotanum eiga at verða stýrdir við mest loyvdum dagatali.
j) Mælt verður til at innføra eina veiðireglu (”recovery plan”), ið sigur, hvat skal
gerast, um stovnarnir verða so lítlir, at vandi er fyri, at eingin líkinda tilgongd kann
spyrjast burturúr.
Í grundgevingunum fyri tilmælum sínum sigur Havstovan:
ad a-b) Best hevði verið at banna allari veiðu eftir hýsu, men tað hevði elvt til, at næstan
allur flotin varð lagdur. Framskrivingar vísa tó, at tilmældu niðurskurðirnir í
dagatali og aðrar tilmæltar reguleringar fara at fáa hýsustovnin at vaksa spakuliga
aftur, og toskastovnurin fer at koma upp um minstamarkið (Blim) longu komandi
ár. Bólkur 2 fiskar bert tosk og hýsu sum hjáveiðu, og av tí at upsastovnurin er
hampiliga væl fyri, meta vit ikki, at skerjingin í dagatali fyri komandi ár nýtist at
vera so stór, sum ICES mælir til. Hinvegin mæla vit til tiltøk, ið verja ungfiskin, ið
er á veg inn í stovnin.
Aðrir skipabólkar eru ikki inni í dagaskipanini, men eingin av teimum eigur at hava
eina serliga toska- og hýsukvotu; royndin hjá lemmatrolarunum, ið árliga hava
fiskað í miðal umleið 20% av upsanum, síðan dagaskipanin kom í gildi, eigur eisini
at verða skerd.
ad c) Toskastovnurin á Føroya Banka er á sama støði sum seinast í 1980-árunum og fyrst
í 1990-árunum. Tá varð Bankin friðaður, og tað tók bert fá ár at fáa toskastovnin at
koma fyri seg aftur.
ad d) Í gýtingartíðini stendur fiskurin sera tættur, og tí verður hann eyka útsettur fyri
veiðitrýstinum.
ad e) Toskur (og upsi) veksur upp inni við land, og tað er sera umráðandi fyri at fáa
stovnin at vaksa aftur, at ungfiskurin fær so nógvan frið sum gjørligt, so at hann
sleppur at seta til tann vaksna stovnin. Tær í skjali 1 nevndu leiðirnar norðan- og
eystanfyri eru eisini ungfiskaleiðir fyri tosk.
9
ad f) Ein stórur partur av toskaveiðuni hjá teimum smærru lemmatrolarunum verður
veiddur her.
ad g) Hetta er fyri at sleppa sum mest undan hjáveiðu av toski, men samstundis loyva
veiðu eftir tungu, reyðsprøku og havtasku.
ad h) Hetta er fyri at minka um veiðitrýstið á tosk/hýsu frá fólki, sum liva av eini aðrari
inntøku enn fiskiskapi við Føroyar. Í hesum sambandi verður neyðugt at kanna, um
markið fyri, hvør bátur er vinnuligur og ikki, eigur at hækka.
Tilmæli frá Fiskidaganevndini
Fiskidaganevndin er sett við heimild í § 5, stk. 9 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum. Uppgávan hjá nevndini er, sambært § 22, stk. 3 í
nevndu lóg, á hvørjum ári, fyri 22. juni, at lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri
komandi fiskiárið, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Tilmælið skal vera
grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera
grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at
fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
Fiskidaganevndin plagar at leggja dent á, at teirra útsøgnir eru grundaðar á eygleiðingar frá
teimum, ið hava sítt dagliga yrki á sjónum. Nevndarlimirnir hava ikki vísindaligar royndir ella
annað taltilfar at vísa á enn tað, sum er alment.
Nevndin metir, at útlitini fyri komandi ár eru góð, og er hetta serliga galdandi fyri toskin. Hon
staðfestir, at støðan við ætinum er framúr, og ger greitt, at hetta er triðja árið á rað, at
mátingarnar fyri plankton (æti) eru góðar (síðani er tað tó hent, at kurvan er koppað, og alt bendir
á, at 2010 gerst eitt rættiligt rakár, samsvarandi mátingunum, sum Havstovan ger í
Skopunarfirði.)
Sum heild metir Fiskidaganevndin, at møguleiki er fyri, at hýsan fer at koma fyri seg aftur eftir
stuttari tíð, og í støðulýsingini verður sagt, at hýsan, sum fæst, er stór og feit. Nevndin tosar tó
við fleiri enn einari tungu, tá ið tað seinri verður sagt, at tilgongdin av hýsu ikki hevur verið so
góð, tí lítið er til av smáari hýsu.
Vinnan metir, at upsin er hampiliga væl fyri. Heldur minni er til, trolararnir hava fingið minni
enn undanfarin ár, meðan snellubátarnir hava fingið væl meiri av upsa.
Mett verður, at longa og brosma eru væl fyri. Heldur minni er til av tungu, og reyðsprøkan er
rímiliga væl fyri. Nevndin heldur eisini, at havtaskan ikki er eins væl fyri, sum hon hevur verið.
Nevndin mælir í høvuðsheitum til, at:
1. Eitt vakið eyga eigur at verða hildið við veiðuni eftir ungfiski (serliga smáum toski).
2. Skipan av døgum fyri bólk 1, lemmatrolarar.
3. Øll botnfiskaveiða á føroyskum havøki eigur at verða skipað undir fiskidagaskipanini.
4. Endurskoðan av bólki 5.
Nevndin er samd um, at ein endurskoðan eigur at verða gjørd av bólki 5. Í hesum sambandi
verður mælt til, at fullrikin før í bólki 5 fáa fyrimun í mun til tey, sum ikki eru fullrikin. Ein
10
minniluti, Hálvdan Gudmundsen, mælir harumframt til, at dagatalið í bólki 5B verður skorið við
5.000 døgum, fyri at fáa skipanina aftur á kós, men hesum tekur meirilutin ikki undir við og
mælir til, at sama dagatal verður ásett fyri næsta fiskiár sum fyri verandi fiskiár.
Samanumtikið er álitið, ella tilmælið, frá Fiskidaganenvdini so ússaligt, jánkasligt og
óproffessionelt handfarið, at landsstýrismaðurin veruliga eigur at umhugsa at leggja
broytingaruppskot fram, sum tekur nevndina av, um hon framhaldandi bert ætlast at skula vera
eitt viljaleyst amboð í hondunum hjá einum landsstýrismanni, hvørs politiski reykur ikki siktar
eftir skilagóðum fiskivinnupolitikki við optimalari stovnsrøkt og harvið burðardyggari veiðu og
tí, sum tænir samfelagnum best, men heldur eftir kósini hjá sterkastu áhugamálunum í vinnuni,
ella teimum áhugamálunum, sum kunnu tryggja landsstýrismanninum ein framhaldandi sess í
politisku skipanini. Tað sýnist ongan mun at gera, hvussu nevndin er mannað, stutttíðarmálini
valda og strategisk hugsan í mun til samfelagsins frama er ein býur í Kina. Tað er spill av
almennum peningi, at lata vaksnar menn sita í dagar og skriva frístílar um onki.
Fiskiorka og fiskidagar á landgrunninum:
Fyri tveimum árum síðani vísti Fiskidaganevndin á, at hon í fleiri ár hevði mælt til eina
dagføring av útrokningunum av veiðiorkuni, skipað eftir bólkunum, sum fiskidagaskipanin er
grundað á. Fiskidaganevndin mælti tá til, at eitt “ættartræ” varð gjørt fyri hvønn bólk sær, so tað
kundi greinast, hvørji loyvi og skip hoyra og hava hoyrt til hvønn bólk sær. Á tann hátt metti
nevndin, at tað kann sleppast undan gitingum um, hvussu skipabólkarnir eru broyttir.
Fiskidaganevndin ásannaði tá, at Fiskiorkunevndin – sum CHE-samgongan skipaði – ikki tá
hevði gjørt endaligu útrokningarnar um broytingar í veiðiorkuni. Tí helt nevndin seg einki
amboð hava at taka støðu út frá viðvíkjandi veiðiorku. Nú tvey ár eftir tykist tað ikki, sum álitið
hjá Fiskiorkunevndini hevur imponerað Fiskidaganevndina stórvegis, tí í mun til í fyrrárið og í
fjør, tá ið nevndin býtti seg í meirilutar og minnilutar, við ymsum tilráðingum, er hon í ár samd
um, undantikið tilmælið hjá Hálvdani um bólk 5B, at ongin broyting skal gerast í ásetingini av
fiskidagatalinum, í mun til tað, sum varð samtykt á Løgtingi fyri verandi fiskiár.
Einasta tilmæli frá nevndini er í grundini, at hon ynskir at allir veiðihættir verða tiknir inn í
fiskidagaskipanina. Størru lemmatrolararnir og garnaskipini. Eftir øllum at døma hava tilmælini
frá millumtjóða havgranskingarstovninum ICES og Havstovuni als ikki verið partur av
grundarlagnum undir tingingunum í nevndini um, hvussu fiskiveiðan skal skipast í Føroyum
næsta árið og árini frameftir.
Við støði í § 22, stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap eru niðurstøðurnar hjá Fiskidaganevndini
hesar:
Tilmæli um dagatal fyri fiskiárið 2010/2011
Grundað á, at tillagingar eru farnar fram í fleiri skipabólkum í flotanum, sum hava ført við sær,
at veiðitrýstið ikki er økt, og at umstøðurnar í náttúruni triðja árið á rað eru góðar, mælir ein
meiriluti í nevndini til óbroytt dagatal fyri fiskiárið 2010/2011 í mun til árið 2009/2010.
Ein minniluti, Hálvdan Gudmundsen, mælir til ein niðurskurð í døgunum hjá bólki 5B á 5.000
dagar. Grundgevingin fyri niðurskurðinum er, at hetta skal fáa upprunaligu fiskidagaskipanina á
kós aftur.
Bólkur 1 (lemmatrolarar)
11
Fyri bólk 1, lemmatrolarar, mælir ein samd nevnd, sum eisini fevnir um umboð fyri
lemmatrolarar, til, at tað fyri bólk 1 verður skilt millum tvey sløg av fiskidøgum: a) upsadagar og
b) dagar á ytstu leið.
Um tað ikki verður skilt millum upsadagar og fiskidagar á djypri leiðum, so koma upsadagarnir
at áseta talið av fiskidøgum fyri t.d. veiðuna eftir blálongu ella stinglaksi, og hetta meta vit ikki
er rætt.
Mælt verður til, at bólkur 1, lemmatrolarar, fáa tillutað:
• Upsadagar: 1.100 dagar
• Dagar á ytstu leið: 1.025 dagar
• Dagar á ytstu leið (royndarloyvini eftir stinglaksi): 375 dagar
Mælt verður til, at sett verður í gildi ein skipan við hjáveiðiprosentið á upsa, tá lemmatrolarar
fara á svartkalva- og kongafiskaveiðu, soleiðis at hjáveiðan av upsa ikki kann verða meiri enn
20%.
Mælt verður til, at verandi kunngerð (nr. 117 frá 14. nov. 2005), sum ásetur leiðirnar og dýpi, um
fiskiskap eftir blálongu og langasporli standa við.
Sí eisini hjálagda upprit “Bólkur 1, lemmatrolarar, uppí fiskidagaskipanina”, sum er grundarlag
undir tilmælinum.
2.2. Føroya Banki
Nevndin hevur onki tilmæli um Føroya Banka, tí ongin veiða hevur verið á Bankanum.
2.3. Stongdar leiðir
Ein samd nevnd mælir til, at ein dagføring verður gjørd av stongdu leiðunum.
Nevndin mælir eisini til, at kanningar verða gjørdar av, hvørja ávirkan tað hevur á
fiskastovnarnar, at leiðir verða stongdar heilt ella partvíst hvørt ár.
Nevndin mælir eisini til, at ein meting verður gjørd av, hvussu tær stongdu leiðirnar skulu
vektast í fiskidagaskipanini.
Frágreiðingin frá Fiskiorkunevndini
Viðgerðin í Fiski- og tilfeingismálaráðnum av ásetingunum um fiskidagatøl fyri fiskiárið
2008/2009 varð eisini grundað á niðurstøður hjá Fiskiorkunevndini, ið var sett at geva tásitandi
landsstýrismanninum metingar um, og møguliga uppskot um m.a. fiskidagar og bólkabýti, við
atliti at tryggja burðardygga gagnnýtslu av botnfiskastovnunum – lívfrøðiliga og búskaparliga.
Nevndini bar ikki til at gera endaligar metingar um hesi viðurskifti, tí hon hevði ikki taltilfar
tøkt. Nevndin gjørdi tó metingar á øðrum grundarlagi, og setti fram síni sjónarmið um fiskidagaskipanina.
Fiskiorkunevndin legði starvið niður, tá ið álitið var liðugt á sumri í 2008, og síðani
hevur Fiskimálaráðið ikki tikið tráðin uppaftur, fyri at fáa til vega tøkniliga vøksturin í
veiðitrýstinum, síðani fiskidagaskipanin varð knæsett sum skipan um fiskiveiðu á
heimaleiðunum.
12
Nevndin metti, at hóast fiskidagatalið sum heild var minkað við um 20%´um síðani 1996, so var
sannlíkt, at veiðitrýstið var vaksið, og at fiskidagaskipanin í núverandi líki ikki livir upp til
krøvini um, at veiðan er búskaparliga burðardygg, og at mest møguligt virði fæst burturúr hjá
fiskivinnuni yvirhøvur. Økingin er grundað á broytingar í veiðievnum umframt, sum úrslit av
samanleggingum av veiðiloyvum, flytingum av fiskidøgum millum bólkar umframt útskifting av
eldri til nýggjari skip. Nevndin mælti til, at “skipanin varð flutt aftur til tað, sum var ætlað í
1996, og at hetta verður gjørt grundað á sølu og keyp av fiskidøgum. Ein minniluti í nevndini
setti spurnartekn við, um veiðisetningurin upp á 33% er rættur. Heldur eigur hann at vera
grundaður á, at tað búskaparliga avlopið er størst møguligt, sum samsvarar við eini 20-25%.
Minnilutin vísti eisini á, at høvuðstrupulleikin við fiskidagaskipanini er, at veiðitrýstið á
toskastovnin gerst so stórt, tí hann er dýrasti fiskurin í veiðuni, og ongar beinleiðis forðingar eru
fyri, at skip fara frá bíligari fiskasløgum til toskin, sum er dýrasta slagið. Tí gerst veiðitrýstið á
toskastovnin alt ov høgt. Fiskiorkunevndin mælti eisini til, at dagarnir, sum vórðu tillutaðir bólki
5 í 1997/1998, verða strikaðir.
Niðurstøður
Hetta er trettanda ferðin, at politiska skipanin hevur fingið tilmæli frá ráðgevandi stovnum at
viðgera um fiskiveiðuna á heimaleiðunum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk 1. juni 1996.
Í viðgerðini hevur Tjóðveldi hildið seg til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at
varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og
búskaparliga.
Avgjørd fyritreyt fyri framhaldandi tilgongd til fiskastovnarnar er, at hesir ikki verða troyttir so
nógv, at teir vera uttan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.
Niðurstøðan hjá Havstovuni er, at veiðitrýstið á toska- og hýsustovnarnar er alt ov stórt og eigur
at verða lækkað munandi. Nú meta teir eisini, at upsastovnurin er komin at teimum mørkum, at
hann hevur tørv á størri vernd, tí mælir Havstovan til stórar lækkingar í fiskidagatalinum
komandi fiskiár fyri tann partin av flotanum, sum burturav troytir hesar stovnarnar (partrolarar,
línuskip, útróðarbátar við línu og snellu og lemmatrolarar við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur
2, 3, 4 og 5).
Eisini verður mælt til, at eingin fiskiskapur verður loyvdur á Føroya Banka grynri enn 200 m.
Havstovan metir, at toskastovnurin er frægari fyri, at hýsustovnurin er illa fyri, og at
upsastovnurin er hampiliga væl fyri. Tó verður veiðitrýstið mett at vera ov stórt. Samsvarandi
hesum mælir nationali havrannsóknarstovnurin til, at fiskidagatalið generelt verður skorið við
einum fjórðingi – ella 25%´um.
Fiskidaganevndin er ikki so nágreinilig í sínari meting um støðuna hjá stovnunum. Nevndin er
samd um, at útlitini fyri toskastovnin eru góð, at upsin er hampiliga væl fyri, og at hýsan er á
einum lágum støði, sum sagt verður. Ein samfeld Fiskidaganevnd, tó við einum lítlum minniluta
viðvíkjandi dagatalinum í bólki 5B, mælir tí til at halda fram við verandi fiskidagatali á innaru
fiskidagaleiðini, Føroya Banka hevur nevndin onga meining um, tá ið ongin roynd hevur verið á
honum og kring hann í dastið av tveimum árum. Landsstýrismaðurin hevur umvegis kunngerð
lutað nakrar dagar út til snellubátar á Bankanum í summar, men lítið hevur verið at hoyrt frá hesi
veiðu í summar.
Fiskiorkunevndin legði sítt starv niður, tá ið álit hennara var liðugt fyri ólavsøku í fyrraárið. Hon
skuldi lata tásitandi landsstýrismanninum tilmæli um uppskot til ábøtur/broytingar serliga við
13
atliti at burðardyggari gagnnýtslu av botnfiskastovnunum og sostatt eisini, hvørt táverandi
fiskidagatal var hóskandi. Nevndini tørvaði tilfar at gera grundaðar niðurstøður hesum
viðvíkjandi. Kortini vísti nevndin á, at veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar var vaksið, hóast
fiskidagatalið síðani 1996 var minkað við um 20%´um, og at gagnnýtslan tí ikki var burðardygg.
Siðbundna fiskifrøðin metir vanliga varliga um fiskastovnarnar, og við støði í fyrivarnisregluni
verður lagt upp til stórar skerjingar í fiskidøgum hjá skipum og bátum, ið troyta toska-, hýsu og
upsastovnarnar. Tjóðveldi er avgjørt um, at ráðgevingin skal verða tikin í álvara, tí vandi er fyri,
at fiskastovnarnir, sum longu sveiggja um lívfrøðilig minstamørk, verða so niðurpíndir, at tað
kann verða ein spurningur, um teir hóra undan yvirhøvur við verandi gongd.
Í uppskotunum um fiskidagar mongu árini frammanundan hevur verið gjørt vart við, at tað
politiskt og búskaparliga ikki er møguligt at fremja tær skerjingar, sum Havstovan hevur mælt
til, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið fóru at verða so ógvisligar. Hóast hetta
sjónarmiðið hevur sínar grundgevingar, sum nógv taka undir við, so verða vit noydd at ásanna, at
tað kemur ein dagur eftir hetta, og at vit eisini tá mugu kunna líta á eitt tilfeingi – fiskastovnarnar
– sum er væl fyri. Halda vit fram við verandi roynd og møguligari og tøkari veiðiorku, sum
liggur latent og bíðar eftir fyrsta batanum, kann tað nærum við vissu sigast, at vit í framtíðini ikki
hava toska- og hýsustovnar at grunda okkara fiskiskap á innanvert føroyskt fiskimark, í hvussu er
virkar ov stóra dagatalið í skipanini konjunkturelvandi, tað sæst aftur í ómetaliga stóru
sveiggjunum yvir tíð.
Neyðugt er tí at gera eitt skifti í fiskivinnupolitikkinum. At venda próvførsluni ella próvbyrðuni.
Har støðið verður tikið í stovnunum heldur enn stálinum. Øll árini, síðani fiskidagaskipanin
gjørdist veruleiki, hava samfelagsligu og fíggjarligu atlitini til verandi rakstrareindir í flotanum
verið orsøkin til, at lívfrøðiliga tilráðingin, og harvið besta stovnsrøktin, ikki varð fylgd. Úrslitið
av hesum politikki er eyðsýnt í dag, m.a. er toskastovnurin illa fyri, og hevur at kalla ikki verið
verri fyri, síðani føroyingar fóru undir havrannsóknir á landgrunninum og Føroya Banka. Harvið
er tíðin búgvin til, at vit vinna á trupulleikanum innanvert føroyskt fiskimark einaferð fyri allar,
og tað gerst best við at lurtað verður eftir okkara fiski- og havfrøðingum, tá ið fiskiveiðan skal
skipast í komandi fiskiárum.
Tjóðveldi er tí ikki í iva um, at tað er alneyðugt at taka stór stig – hóast tað svíður svárt hjá
mongum – at stilla veiðitrýstið á toska-, hýsu- og upsastovnunum, so vit tryggja eina
burðardygga gagnnýtslu. Hóast svárt í stutttíðarmáli, so verður hetta ein tann besta politiska
langtíðaríløgan, skipanin yvirhøvur kann gera. Vit menna stovnarnar upp til fullgóða styrki aftur,
minka um afturvendandi stóru sveiggini, betra um rávørutilgongdina í flaka- og saltfiskavinnuni,
betra um rakstrarlunnindini hjá flotanum, vaksa um hýrurnar hjá manningunum, fáa
viðurkenning á sølumarknaðum fyri lívfrøðiliga burðardygga veiðu, og samanumtikið fáa vit eitt
munandi sterkari samfelag, eftir at politiska skipanin í hesum føri bara hevur tikið eina einastu
stóru avgerð. Somikið meira umráðandi er hon at taka.
Tann lítið skynsama gagnnýtslan, sum er farin fram av okkara høvuðsfiskastovnum, kann koma
okkum aftur um brekku á altjóða marknaðinum fyri fiskavørur, sum omanfyri nevnt. Sterkar
ábendingar eru longu um tað, og ongin ivi er um, at hetta trýstið fer at standa við og versna. Har
verður meir og meir fregnast eftir, hvussu fiskiskapurin er farin fram við atliti at burðardygd, og
krøv verða sett hesum viðvíkjandi. Allir føroyskir fiskaseljarar vita, at tað bara er ein spurningur
um tíð, áðrenn vit í keyparasegmentinum verða skipað sum annan- ella triðjarangsseljarar, einans
tí, at vit ikki megna at skipa okkara veiðu í mun til tilfeingið á einum lívfrøðiliga burðardyggum
støði. Eisini tí hevur tað alstóran týdning, at vit skipa okkara fiskiskap á einum tryggum
grundarlagi.
14
Politiska uppgávan gerst tískil at laga veiðitrýstið til nevndu veruleikar, broyttar
náttúruumstøður, marknaðartreytir, og samstundis tryggja, at hóskandi veiðiflotin kann lívbjarga
sær, og at arbeiði verður til flest møguligar hendur kring landið.
Við øllum hesum atlitum í huga verður skotið upp, at fiskidagatalið verður skert við 25%´um fyri
bólkarnar 2, 3, 4, 5 í fiskiárinum 2010/2011:
Fiskidagar
2009/10
Niðurskurður
Fiskidagar
2010/11
Bólkur 2: Partrolarar 4.406 25% 3.304
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.940 25% 2.205
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 1.323 25% 992
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.756 25% 1.317
Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.540 25% 1.155
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 17.259 25%*) 11.544
*) Fiskidagatalið fyri bólk 5 er stillað aftur í mun til upprunaliga talið (22.000 dagar), sum bólkinum var tillutað, tá
fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996. Í juni 1997 var bólkinum við løgtingslóg, grundað á eina semju millum
táverandi politisku leiðsluna og áhugafeløgini hjá útróðrarvinnuni, tillutað 5.000 dagar umframt (løgtingsmál nr.
78/1996). Seinastu árini hava víst, at tað ikki longur er grundarlag fyri hesum eyka døgum, tí bólkurin hevur ikki
gagnnýtt meir enn umleið helmingin av tillutaðu døgunum tilsamans. Tí er avgerð tikin um at taka teir 5.000
dagarnar burtur úr samlaða dagatalinum hjá bólki 5. Hetta er gjørt á tann hátt, at niðurskurðirnir í fiskidagatalinum
árini síðani 1997 og frameftir eru tiknir burtur av teimum 5.000 døgunum, og síðani er restdagatalið tikið burturav,
áðrenn heildarniðurskurðurin upp á 50% er roknaður. (Dagatalið verður tá 11.544 ímóti 14.059).
Politiska skipanin hevur í teimum tilmælum, sum eru latin henni í sambandi við áseting av
nýggjum fiskidagatali fyri fiskiárið 2010/2011, fingið hópin av uppskotum um onnur tiltøk enn
sjálvar dagarnar. Tjóðveldi er av tí fatan, at hóast hesi øll eru viðkomandi fyri eina
heildarregulering av fiskiskapinum av botnfiskastovnunum í føroyskum sjógvi, so eru tað tiltøk,
sum ikki skulu viðgerast beinleiðis í einum lógaruppskoti um áseting av fiskidøgum.
Tjóðveldi mælir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til, beinanvegin eftir ólavsøku, at
viðgera hesi uppskot, fylgja teimum, og at skipa soleiðis fyri, at tey verða sett í verk, sum skotið
er upp ella við møguligum broytingum. Flestu av uppskotnu broytingunum kunnu gerast í
kunngerð, men okkurt er fevnt av lógarásetingum, og má tí gerast við eini broyting í lógini um
vinnuligan fiskiskap. Í hesum sambandi eigur Fiskimálaráðið í døgunum, sum koma, at skipa
eina loysn soleiðis, at eisini lemmatrolararnir og garnaskipini verða partar av fiskidagaskipanini,
helst í álitinum, sum kemur aftur frá Vinnunevndini fyri 18. august 2010 og í alra seinasta lagi, tá
ið uppskot aftur verður lagt fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi á ólavsøku næsta ár.
Tó verður eitt undantak gjørt, sum kortini hevur við fiskidagar at gera, tí Tjóðveldi hevur tikið
avgerð um at fylgja ráðunum um framhaldandi at banna fiskiskapi eftir botnfiski á Føroya
Banka. Allar ábendingar vísa, at serliga toskastovnurin á Føroya Banka er illa fyri, og tørvar ta
vernd, sum er gjørlig. Hetta vóru báðir tilmælandi partarnir eisini samdir um í sínum tilmælum
fyri tveimum árum síðani, Havstovan stendur framhaldandi við sítt um fullkomna friðing, meðan
Fiskidaganevndin onga støðu hevur til málið.
Føroya Banki er allýstur í § 9 a, stk. 1, litra a í lógini um vinnuligan fiskiskap við linjum millum
knattstøðurnar. Summar linjur liggja innan fyri 200 m dýpdarkurvuna. Samsvarandi tilmælinum
frá Havstovuni um at broyta friðingarnar, so øll leiðin innan fyri 200 metra dýpið verður friðað,
er skotið upp at broyta ásetingarnar í § 9 a, stk. 1, litra a, samstundis sum tilskilað verður, at
15
veiðibannið fevnir um allar veiðihættir, men tó ikki um beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við
kraftblokki, ið frammanundan eisini var undantikin.
Skotið verður ikki upp at broyta dagatalið, sum við heimild í § 29, stk. 10 kann verða latið
teimum fiskiførum, ið avreiða livur. Tað er eftir okkara tykki týdningarmikið, at alt tilfeingið
kemur til høldar – eisini livurin. Tí verður framhaldandi møguligt at eggja fiskiførum at taka
livur og avreiða hana. Harumframt hevur Tjóðveldi lagt lógaruppskot fram um, at rogn og livur í
framtíðini skulu takast til lands, tó leggur uppskotið upp til, at ein skiftistíð verður skipað,
soleiðis, at flotin fær lagað seg til broyttu umstøðurnar. Politiska skipanin eigur at krevja av
loyvishavarum, at alt tilfeingi kemur til høldar.
Havstovan mælir framvegis til at friða serligu gýtingarleiðirnar fyri tosk og upsa undir Føroyum
og hevur fyrr í sínum tilmæli m.a. mælt til at friða kassa e) (Holið) eystanfyri alt árið fyri
trolveiðu, tí ein stórur partur av toskaveiðuni hjá teimum smærru lemmatrolarunum verður
veiddur har. Hesin kassin er ásettur í § 9 a, stk. 1, litra e í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tí er
ein lógarbroyting neyðug í hesum førinum. Tjóðveldi er á einum máli við fiskifrøðingunum um,
at tørvur er á at verja toskastovnin mest møguligt, nú hann er á væl lægri støði, enn hann átti at
verið, og hevur tí tikið undir við hesum tilmælinum.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella
kommunur. Hinvegin kann uppskotið – í stutttíðarhøpi – bera í sær ávísar búskaparligar og
sosialar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar, tí fiskidagatalið verður lækkað. Tó
skal nevnast, at flestu bólkar hava havt somikið lítla nýtslu av døgum í verandi fiskiári, at hetta í
fleiri bólkum ger lítlan mun í samanbering við uppskotna talið av døgum. Hartil hevur Tjóðveldi
á øðrum sinni lagt uppskot fram um brúksskyldu, sum ger tað møguligt hjá teimum ídnastu at
keypa sær tørvin á døgum innaftur tann vegin.
Uppskotið hevur við sær, at heimaflotin fær færri fiskidagar til nýtslu komandi fiskiár.
Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar, heldur tvørturímóti, tí hetta uppskot
tekur stór umhvørvisatlit.
Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða ella altjóða avtalum ella reglum.
Fyri
landið/landsmyndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Ja
Umsitingarligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og
reglur
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Sosialar
avleiðingar
Ja
16
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1, nr. 1.
Skotið verður upp at víðka leiðina á Føroya Banka, har fiskiskapur eftir botnfiski ikki er loyvdur.
Samstundis verður skotið upp at varðveita ásetingarnar um fiskireiðskap, so tað eisini
framhaldandi verður bannað at fiska við snøri, snellu og línu á Føroya Banka.
Til § 1, nr. 2.
Skotið verður upp, at friðingin av leiðini, ið er fevnd av ásetingunum í § 9 a, stk. 1, litra e, skal
fevna um alt árið í staðin fyri sum nú, fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl til 31. januar.
Til § 1, nr. 3.
Ásett verður tíðarskeiðið, sum fiskidagar verða ásettir fyri, og teir skipabólkar, ið koma undir
skipanina við fiskidøgum.
Til § 1, nr. 4.
Ásett verður fiskidagatal fyri hvønn skipabólk og undirbólk fyri fiskiárið 2010/2011.
Til § 2.
Áseting um gildiskomu.
Keldur, sum víst verður til:
Tilmæli frá Havstovuni (www.frs.fo & www.fisk.fo).
Frágreiðing frá ráðgevandi nevndini (ACOM) hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) í
mai/juni 2010 (www.frs.fo).
Tilmæli frá Fiskidaganevndini (www.fisk.fo).
Mátingar av plantuæti á landgrunninum (Havstovan) (www.frs.fo).
Skjal 1 (Havstovan) (www.frs.fo).

Á Løgtingi, 29. juli 2010
Tórbjørn Jacobsen
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad