Lýsing

Sjálvræði og vinnulív

Sjálvræði hevur verið stevnan hjá mongum føroyingi í meira enn heila øld. Í politikkinum hava flokkar
havt sjálvræði sum mál, og tann føroyska arbeiðsmegin og vinnufyritøkurnar hava styðjað dyggiliga upp
undir sjálvræðisgongdina við síni virðisskapan.

Í dag er føroyska bruttotjóðarúrtøkan 22 milliardir krónur. Sett upp ímóti hesum tali er danski
blokkstuðulin bara 3 prosent. Á løgtingsfíggjarlógini er blokkurin 8 prosent av inntøkunum. Ongantíð
áður hava Føroyar verið so nær einum sjálvberandi búskapi.

Á vegnum fram ímóti sjálvbjargni hava tó verið fleiri hol seinnu árini. Samstarvið millum tey, sum so
ella so virka fyri føroyskum sjálvræði, hevur ikki riggað nóg væl. Tjóðveldi og stórur partur av vinnuni
hava ikki sitið væl um sátt, og tjóðskaparmálið hevur ligið mestsum stilt leingi.

At tað hevur ligið stilt sum politiskur retorikkur, merkir tó ikki, at onki hendir á sjálvræðisleið, tí tann
framburðsandi, sum er í landinum, skapar hvønn dag vøkstur. Áðrenn vit hava vent okkum, er føroyski
búskapurin sjálvberandi – og er vaksin úr avoldaða heimastýrinum.

Tørvur á øllum
Løgtingsvalið hesaferð eigur at fáa allar kreftir, sum stremba eftir føroyskum sjálvræði, at standa
saman. Harða polariseringin millum bygd og bý eigur at halda uppat, tí vit eiga bara einar Føroyar.
Hvørt øki hevur sín dynamikk, hvør føroyingur gevur sítt íkast til samfelagið, og brúk hava vit fyri øllum.
Eitt framkomið samfelag hevur brúk fyri einari dyggari framleiðsluvinnu, tænastuvinnu og almennum
tænastum. Hesar eru samfelagsligar grundsúlur, sum stuðla upp undir hvørja aðra.

Tjóðveldi mælti til at leingja sáttmálan um fiskiskap í Barentshavinum eitt ár, tí ongin ætlan lá á
borðinum um, hvussu vit skuldu lofta teimum mongu í fiski- og framleiðsluvinnuni, sum stóðu til at
missa sítt tilverugrundarlag.

Tjóðveldi eigur ikki at steðga her. Vit skulu saman við vinnuni leita upp gongdar leiðir, so vit kunnu
minka um heftnið at leiðsluni í Kreml og veita Ukraina dygga hjálp.

Samskiftið millum ein politiskan flokk við sjálvræði í skjøldrinum og tað virðisskapandi vinnulívið í
landinum eigur at vera gott hvønn dag, tí vælferðin byggir ikki á blokkstuðul, men tey virðir, vit sjálv
skapa í Føroyum.

Byggja brúgv
Eitt av mínum málum er at beina burtur polariseringina millum bygd og bý og byggja brúgv millum
Tjóðveldi og virðisskapandi kreftirnar í landinum. Við mínum drúgvu royndum í vinnulívi veit eg, at
ongin fyritøka stendur uppi uttan hart stríð hvønn dag.

Hvussu fáum hondum vinnan skal savnast á, og hvussu stórur partur av tilfeingisrentuna skal renna inn
í felagskassan, eru vit ymisk á máli um.

Men vit eiga ið hvussu er at semjast um at baka eina størri køku, so meira verður til hvønn, hóast vit
hava ymsar hugsanir um, hvussu samfelagskøkan skal býtast.

Tjóðveldi hevur sum mál, at Føroyar skulu hava sjálvberandi búskap, so vit kunnu vinna fult ræði á
landinum. Hetta krevur meira nýskapan, meira framburð og økta inntjening. Sum tjóðveldismaður
fegnist eg um øll vinnulig frambrot, tí tey styrkja sjálvræðiskósina og eru saman við almenna geiranum
við til at tryggja vælferðina.

Heldur tú, at Tjóðveldinum tørvar eina tílíka savnandi rødd á tingi, tali eg fegin okkara felags søk har
eftir 8. desember!

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad