Lýsing

Blás í hornið Ólivant!

Politiska høvuðsmálið á hesum løgtingsvali snýr seg í fyrsta lagi um at fáa fatur á tilfeingisvirðini hjá føroyingum. Tilfeingisgjøld fyri ein framíhjárætt, sum aftaná innkrevjingina allíkavæl vil tryggja eigararunum eitt rímiligt avkast av sínum íløgum.

 

Eitt fámannaveldi við alikongum og kvotabarónum hevur fingið ein framíhjárætt til fiski- og alivinnuna við alt ov lágum tilfeingisgjøldum. Tað hava teir framt gjøgnum eitt fíntmaskað lobbyarbeiði yvirfyri ávísum politiskum flokkum og politikarum.

 

Og enn hvína fleiri politikarar, sum um teir høvdu sæð hin grábeinta sjálvan, bara  spurningurin um at taka røttu gjøldini inn frá hesu vinnu kemur upp at venda. Tað sást longu á fyrsta sjónvarpaða valfundinum í Lívdini, tá ið liviumstøður og hækkandi kostnaðarstøði hjá sperdum føroyingum var á breddanum.

 

Tann politikari, sum ikki torir at taka útgangsstøði í tí veruleika, at tilfeingisvinnan rindar alt ov lítið fyri sín framíhjárætt, eigur ikki at bjóða seg fram sum valevni til fólksins tænarar, men heldur leita sær nevndarsess hjá hesum feløgum.

 

Lat meg við einum faktuellum dømi seta støðuna hvast upp millum tey, sum sita á virðunum og tey, sum arbeiða í hesi vinnu.

 

Bakkafrost hevur lagt fram úrsliti fyri 3. ársfjórðing í 2022. Úrslitið áðrenn rentur og skatt fyrstu níggju mánaðirnar er økt úr 1,2 mia. krónur í 2021 til 1,9 mia. krónur í 2022 ella ein øking upp á 60%. Eftir til partaeigararnar eru 967 mió. krónur í 2021 og 1,5 mia. krónur í 2022. Av hesum 1,5 mia krónum verða sannlíkt 750 mió krónur útgoldnar til partaeigararnar og enn fyriliggur úrslitið fyri 4. ársfjórðing ikki.

 

Arbeiðarin á einum virki hjá Bakkafrost fær í minsta lagi eina vikuløn uppá kr. 6.500 (40 tímar á 140 kr/t) og er í dag undir sera hørðum trýsti av prísvøkstrinum. Um eingin framleiðsla er í eina viku og sami arbeiðari tí hevur rætt til útgjald úr fiskavirkisskipanini hjá ALS, er útgjaldið 3.488 fyri 32 tímar (hægsti útgjaldssatsur er 109 krónur.)
Hvussu trýstur er hesin arbeiðarin nú?

 

Tað er í lagi at at okkara fremstu vinnulívsfólk forvinna eina rúgvu av peningi, men tey skulu gjalda røttu leiguna fyri framíhjárættin. Og tað er upp til politikarar at syrgja fyri.

 

Fólkið sum eigur hetta landið og sum gjøgnum sítt arbeiði framleiðir virðini, hevur krav upp á at ríkidømið kemur út í hvørt heim í Føroyum.

Høgni í Stórustovu, valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad