Álvaratos Rósa, eg taki námsfrøðina í størsta álvara!
Rósa Samuelsen leggur í lesarabrævi meg undir at vilja undirgrava námsfrøðiútbúgvingina. Einki
kundi verið meira skeivt!
Eg taki námsfrøðina og námsfrøðiútbúgvingina í størsta álvara. Arbeiði sjálvur á barna- og
ungdómsøkinum og síggi tí dagliga, hvussu stóran tørv vit hava á fleiri fakfólkum á dagstovnaøkinum.
Bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum heldur enn fegin vildu tikið hjálparfólka- ella
námsfrøðiútbúgving, um vit sum samfelag bara vildu givið teimum møguleikarnar.
Men her hevur sitandi samgonga og Mentamálaráðið verið allarstørsta forðingin, hóast vit hava
kannað og lýst fleiri møguleikar fyri at fáa styrkt fakligheitina á økinum. Vaksnamannalæru,
fjarlestur, nýggja hjálparfólkaútbúgving og samstarv við námsfrøðihjálparaútbúgvingina á
Heilsuskúlanum og so framvegis. Men einki hevur borið til, hóast vit hava skríggjað eftir at fáa fleiri
námsfrøðingar og størri fakligheit inn á økið.
Ikki fyrr enn tá tað í summar var tikin avgerð um at taka ein eyka flokk av námsfrøðilesandi upp – ein
avgerð, sum má og skal førast út í lívið!
Námsfrøðiútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum er sera góð og vit skulu seta øll segl fyri at styrkja um
hana. Lat ongan iva vera um tað.
Í dag hava vit eina námsfrøðihjálparaútbúgving, sum ikki gevur atgongd til at lesa til námsfrøðing.
Tað eiga vit at gera betri. Til dømis við at lyfta ta útbúgvingina longri upp, soleiðis at hon kann geva
atgongd til at lesa til námsfrøðing.
Á valfundi í Vestmanna var eitt av evnunum, hvussu vit kunnu tryggja, at okkara útbúgvingar nøkta
tann tørvin vit hava í samfelagnum.
Til hetta svaraði eg, at vit altíð eiga at tora at hyggja at, um okkara útbúgvingar og upptøkukrøv eru
sett rætt saman til okkara tørv. Og nevndi eg til dømis, um námsfrøðiútbúgvingin skuldi verið ein
professiónsbachelor, eins og hon er í Danmark, heldur enn ein universitetsbachelor, sum hon er í
Føroyum.
Orsøkin til at eg tók júst námsfrøðiútbúgvingina upp er, júst tí at eg taki námsfrøðina í størsta álvara,
og at vit tí eiga at tora at hyggja at, um vit gera nokk og um vit gera rætt. Og um nóg nógv hava
atgongd til at lesa til námsfrøðing.
Námsfrøðiliga økið liggur liggur mær nær, tí eg dag og dagliga arbeiði fyri at styrkja um námsfrøðiliga
arbeiðið í Føroya størstu kommunu.
Námsfrøðiliga økið liggur mær eisini nær, tí eg havi stríðst fyri – og havi fingið – hægri normering á
dagstovnarnar í Sunda kommunu.
Námsfrøðina taki eg í størsta álvara og mítt úttalilsi sprettur júst burturúr ynskinum um at styrkja og
menna økið í Føroyum.
Tað hava vit brúk fyri og tað skylda vit okkara børnum!
Rógvi Nybo
Tjóðveldi