Vaðhorn á Strondum: VILJIN AT GERA MUN!
Tjóðveldi sigur í valskránni, at skapast skulu betri rættindi og kor at reka vinnu hjá smærri og meðalstórum vinnufyritøkum, og at atgongdin at sleppa framat í fiskivinnuni hjá fólki kring landið skal økjast.
Virðisøking av tilfeinginum úr havinum er eitt av málunum, ið flokkurin leggur dent á. Saman við betri atgongd til fjølbroyttar marknaðir kann virðisøkingin skapa munandi vøkstur í inntøku og virksemi.
ÚR ÍTRÓTTI Í VINNULÍV
Eitt væl eydnað virki í Føroyum er Vaðhorn á Strondum, sum eg vitjaði í gjár, og sum hevur ein árligan umsetning upp á 300 mió. kr. Har standa Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen á odda.
Jens Martin var sum altíð fryntligur at hitta, og hansara áræði er onki linkað, síðan hann plagdi at verja málið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
Vaðhorn virkar tosk, brosmu og longu til saltfisk, sum í høvuðsheitum verður fluttur út til Italia og Spania. Nakað fer til Grikkalands. Fiskin veiða føroysk frystilínuskip við Ný Fundland, Ísland, Grønland og Føroyar.
Slagorðið hjá Vaðhorn er ”Viljin at gera mun”. Hetta gongur sjón fyri søgn á teimum køldu gólvunum millum kl. 8.00 og 16.00 hvønn gerandisdag. Maskinurnar standa ikki stillar, og starvsfólkini kýta seg.
Starvsfólkini eru 94 í tali, og av teimum eru 42 av útlendskum uppruna. Meðalaldurin er 38 ár. Mong teirra eru inngrógvin partur av føroyska samfelagnum við familjum. Tilsamans 22 tjóðskapir eru á Vaðhorn.
Jens Martin greiddi frá, at átta fólk eru úr Tunis, og tey hava eittans krav, nú HM er í Katar. Tey mugu sleppa at hyggja, tá Tunis spælir, og tað sleppa tey sjálvsagt. Fegin vóru tey um javnleikin ímóti Danmark.
MEIRA KANN VIRÐISØKJAST
Vaðhorn virkar 6-7.000 tons av rávøru og útflytur 4.000 tons av lidnari vøru árliga, og eigararnir klaga ikki um gongdina. Jens Martin heldur tó, at føroyingar kunnu gera nógv meira við virðisøking, tí stór virðir eru at vinna fyri samfelagið.
”Vit eiga so nógv tilfeingi, at um vit gjørdu meira við tað, bráðtagnaði alt tos um blokkstuðul. Vit hava ríkiligt av virðum í Føroyum til at standa uppi av okkum sjálvum,” nevndi hann.
Hann segði eisini, at vandamikið er at savna ov stór virðir á ov fáum hondum í vinnuni, tí kapping krevst, skal dynamikkur vera í. Tí tekur hann undir við, at atgongdin inn í vinnuna skal vera lagalig.
”Fært tú ov nógv fyri onki, hevur tú onga orsøk til at virðisøkja tað, tú eigur. Handan javnvágin má vera í lagi, skulu vit fáa sum mest burturúr í Føroyum,” segði hann, áðrenn hugtakandi rundvísingin var á skránni.
Magni Arge, valevni Tjóðveldi