Sjálvbjargin ung!
Fyri tey allarflestu er læru og lestrartíðin merkt av at pengarnir ikki eru teir nógvu.
At hvørt oyra má vendast fyri eisini at hava ráð til tey stuttligu tingini, sum hoyra ungdómslívinum til. Ítróttin, upplivingarnar, og ballini við.
Umframt breyð á borðið sjálvandi.
Tey flestu okkara hava verið har. Summi arbeitt og lagt til síðis áðrenn lestur. Onnur meðan tey lesa og læra, og nógv eru harumframt leskaði við hjálp frá foreldrunum, ommum og abbum.
Nógv taka eisini lestrarlán, sum er ein kærkomin møguleiki, men sjálvandi eisini ein byrða, tá lestrarlívið, ella lærutíðin er liðug.
Unga lívið átti at verið sorgleyst, í hvussu er fíggjarliga.
Dýra tíðin vit liva í, rakar serliga tey við lægru inntøkunum, og júst tey sum læra og lesa, eru niðast á stiganum.
Tað verður ongantíð luksuslív at læra og lesa, men tíðin er komin at bøta um hjá okkara lesandi, og hjá lærlingunum.
Málið má vera, at ein lærlingur, ongantíð fær minni tímaløn, enn eitt arbeiðsfólk. Tey eru jú til arbeiðis, og gera mangan fullgott arbeiði, tó at tey eru í læru.
So, stigvísa hægri løn til lærlingarnar í lærutíðini er eitt greitt mál at seta sær.
Tá tað kemur til lestrarstuðulin, má bara ásannast at tíðirnar hava yvirhálað lestrarstuðulin.
Skulu okkara lesandi hava virðiligari kor, og framhaldandi velja Føroyar sum lestrarstað, so má lestrarstuðulin hækkast við 1000-1500 kr um mánaðin.
Unga ættarliðið eru tey sum flyta okkara samfelag framá um nøkur ár.
Latið okkum eisini geva teimum gott í beinið fíggjarliga.
Sjálvbjargni, elur sjálvbjargni. Tí hava vit tørv á í dagsins samfelag!
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Tjóðveldi