Lýsing

Uppskot um at javnseta økini í landinum

Løgtingsmál nr. 143/2010: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar
um at javnseta økini í landinum við at tryggja sjóvegis samferðslu í støðu við
arbeiðssteðgi

 

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka upp samráðingar við fakfeløg á
almenna og privata arbeiðsmarknaðinum til tess at tryggja avtalur um, at økini í
landinum verða javnsett, tá um samferðslu ræður, og sjóvegis samferðslan kann
røkjast í støðum við arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum

Viðmerkingar
Sáttmálasamráðingarnar millum feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og
Fíggjarmálaráðið og kommunurnar hinumegin, eru júst lidnar, og tað eydnaðist tíbetur
at finna semju, hóast útlit vóru fyri arbeiðssteðgi.

Í tí sambandi varð aftur varpað ljós á ein serstakan ójavnað millum økini í landinum,
tá arbeiðssteðgur er.

Afturvendandi hava støður tikið seg upp, har verkfall/verkbann raka serstakliga ójavnt
kring landið, av tí at sjóvegis samferðslan til økir í landinum verður rakt umframt
aðrar avleiðingar av arbeiðssteðgi.

Áður var størri partur av landinum raktur av hesum, men eftir at koyrandi er millum
85% av føroyska fólkinum, eru tað nú serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, Nólsoyggin
og partvíst aðrar oyggjar, ið verða raktar.

Tá arbeiðssteðgur hevur tikið seg upp – ella møguleikin fyri arbeiðssteðgi hevur ligið
fyri í sambandi við sáttmálasamráðingar á bæði privata og almenna
arbeiðsmarknaðinum – hevur av røttum verið víst á, at talan er um landsvegirnar hjá
hesum økjum, ið verða rakt. Og at hesi øki tískil umframt at skula liva við
avleiðingunum av arbeiðssteðgi fyri alt landið, verða tvífalt rakt, av tí at allir
møguleikar fyri vanligari samferðslu, steðga.

At hetta hevur djúptøknar avleiðingar fyri fólk, familjur, vinnu og vøruflutning, er
eyðsæð.

Harumframt er eisini talan um ein trygdarspurning, av tí, at fólk verða noydd at finna
meira ella minni alternativar samferðsluvegir.

Tað hevur somuleiðis verið afturvendandi, at tá støðan er íkomin ella er væntandi,
koma knappliga uppskot um at gera nakað við málið. Og landsstýrisfólk og
løgtingsfólk siga seg vilja leggja upp í ein arbeiðssteðg við lóg. Men eins skjótt tykist
málið at verða burturgloymt aftur, tá sáttmálar eru undirskrivaðir.

Fyri Tjóðveldi er tað sera avgerandi og eitt prinsippmál, at rættindini og skyldurnar á
arbeiðsmarknaðinum verða avtalaðar við frælsum samráðingum á
arbeiðsmarknaðinum.

Fer annar samráðingarparturin, ið hevur tann valdsmøguleikan – nevniliga landsstýrið
– inn við lóg í eina arbeiðsósemju, so er arbeiðsmarknaðurin og frælsi
samráðingarrætturin syndraður. Tá verða avleiðingarnar djúptøknar og møguleikarnir
fyri eini siviliseraðari loysn á so grundleggjandi spurningum, skotnir langt út í
framtíðina.

Málið um samráðingarrætt og verkfalsrætt á arbeiðsmarknaðinum, og hetta at javnseta
økini í landinum viðvíkjandi samferðslu, skal sostatt loysast við samráðingum millum
partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn arbeiðssteðgur kemur í.

Sjálvsagt er tað so – eins og gjørt hevur verið á øðrum arbeiðsmarknaðarøkjum – at
um fakfeløg ella fakbólkar skulu siga frá sær verkfalsrætt á einum øki, so krevur tað
afturbering á annan hátt.

Tí er bert ein møguleiki: At landsstýrið tekur upp samráðingar við tey avvarðandi
fakfeløgini á bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, ið eru avgerandi fyri
sjóvegis samferðsluna, við tí endamáli, at gera eina avtalu um at javnseta økini í
landinum, tá um samferðslu ræður.
 

Nú er møguleikin at gera hetta í “friðartíð” – og bert eitt ár er til komandi
sáttmálasamráðingar.

Tí verður skotið upp, at Løgtingið tekur undir við fyriliggjandi uppskoti.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Høgni Hoydal
løgtingsmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad