Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um solarium

Løgtingsmál nr. 134/2010: Uppskot til løgtingslóg um solarium

Uppskot til løgtingslóg um solarium

§ 1. Bannað er børnum og ungum
undir 18 ár at taka sól í solarium.

§ 2. Landsstýrismaður ásetir við
kunngerð, hvussu hesar reglur verða
handhevjaðar.

§ 3. Landsstýrismaðurin í heilsumálum
hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við
sólmiðstøðunum í Føroyum.

Viðmerkingar

Endamál:
Endamálið við uppskotinum er at fyribyrgja og minka um talið á
krabbameinstilburðum í húðini móðurmerkjakrabba.

Sum er, hava vit í Føroyum onga lóg um heilsu –og ungdómspolitikk, tá tað snýr
segum solarium. Eitt tilmæli í krabbameinsætlanini frá 2010 var at bannað børnum og
ungum undir 18 ár at taka sól í solarium. Hetta, tí at solarium økir fleirfald um vandan
fyri krabbamei ni í húðini og móðurmerkjakrabba.

WHO og granskingardepilin fyri krabbamein IARC hava sett solarium í hægsta
vandabólk, ið eisini inniheldur asbest, sigarettir og arsenik. Alneyðugt er tí, at gera
munagóð átøk so óhugnaliga gongdin á krabbameinstilburðum í húðini verður broytt
og fyribyrgd.

Í fleiri ár vóru tilburðirnir av krabba í húðini vaksandi í Føroyum – bæði, tá talan var
um móðurmerkjakrabba og húðkrabba.

Hevur ein verið í nógvari sól sum barn ella ung, er ein alt lívið í størri vanda fyri atfáa
móðurmerkjakrabba. Sambært serlæknum er eingin ivi um, at sól og solarium
hava stóra ávirkan á, um fólk fáa móðurmerkjakrabba.
Helvtin av teimum, sum brúka solarium, eru undir 24 ár. Av teimum, sum taka
solarium í Føroyum, vitjar fimti hvør solarium eina ferð um vikuna ella meir, sambært
Gallup kanning frá 2007.Hesi tøl eru tó minkað nakað, sambært Gallup kanning frá
2010.
Kanningar vísa, at vitjar tú solarium eina ella fleiri ferðir mánaðarliga, økist vandin
fyri móðurmerkjakrabba tvær til tríggjar ferðir.

Í Fraklandi, Týsklandi og Skotlandi er forboð móti solarium fyri ung upp til 18 ár. Eitt
slíkt
forboð mæla bæði Krabbameinsfelagið, fleiri serlæknar til í Føroyum og hetta er
eisini at av tilmælunum í krabbameinsætlanini.

Serliga ung fólk eru upptikin av at síggja so væl út sum gjørligt, fylgja rákinum og
vilja ikki vera øðrvísi. Ung fólk halda seg ofta síggja betur og frískari út, tá tey eru
sólbrend – eisini um veturin. Við hesum hugburði er sjálvsagt, at tey ungu mangan
halda solarium vera ein góðan møguleika.

Tess ljósari húðin er, tess minni sól tolir hon. Ung fólk hugsa neyvan um, hvussu
nógva sól júst teirra húð tolir. Ein sannroynd er tó, at flestu føroyingar hava avbera
ljósa húð – júst hon, sum tolir minst av sól.

Útsagnir sum: “Vit skulu royna at fáa so nógva sól sum gjørligt, tá hon skínur her”,
”Vit kunnu saktans fara í solarium, tí sólin skínur so sjáldan”, og “Tað er so gott fyri
húðina”, eru ikki óvanligar at hoyra.

Sum nevnt er eingin politikkur á økinum. Lætt er at fyribyrgja fleiri avtilburðunum
við áhaldandi kunning og forboði – og hetta nýtist ikki at útiloka hvørt annað.
Kunning er sjálvandi eisini neyðug og gagnlig.

Í kjakinum um solariuforboð hevur onkuntið veri sagt, at tað er so trupult at seta
forboð um 18 ára aldursmark við tað at tað er trupult at effektuera um sólmiðstøðirnar
eru ómannaðar. Loysnin er, at framyvir verða bert sólmiðstøðir sum eru mannaðar.
Annars gevur forboðið onga meining. Kann samanberast við at ung undir 18 ár ikki
kunnu keypa sigarettir í handlum, men at tað ber til at keypa tær í automatum kortini.
Meiningsleyst.

Solariurør sum eru ov sterk kunnu vera eru skaðilig. Í munnligum fyrispurningi
herfyri kunnaði táverandi heilsumálaráðharri,at vit í Føroyum einki eftirlit hava við
ella brúkaravernd er, tá talan er um styrkina í solariurørunum. Púra ónøktandi. Tískil
skal henda nýggja solariulógin tryggja brúkaravernd, tá talan er um solariumrør.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Bergtóra H. Joensen
løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad