Lýsing

Uppskot um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið

Løgtingsmál nr. 140/2010: Uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga
kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at
lækka kostnaðarstøðið

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og
tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug stig til tess at lækka kostnaðarstøðið hjá
vinnu og húsarhaldum

Viðmerkingar
Búskaparfrøðingurin Heri á Rógvi hevur fyri stuttum lagt fram eina kanning av
kostnaðarstøðinum á vørum og tænastum í Føroyum samanborið við onnur lond í
Evropa.

Kanningin vísir á, at við teimum altjóða samanberingartølum, ið kanningin byggir
á, eru Føroyar dýrasta land í Evropa – meðan Danmark er á øðrum plássi.
Fleiri føroyskir stovnar og feløg hava stuðlað kanningini: Kappingarráðið, Samtak,
Hagstovan, Uttanríksráðið og Danmarks Statistik.

Kanningin lýsir eina røð av tættum: Vørur, tænastur, býli, rentustøðið o.s..fr..
Men hon lýsir ikki orsøkirnar og møguleikarnar at broyta umstøður, infrakervi,
kapping, brúkaravernd o.a., sum kann lækka kostnaðarstøðið.
 

Tí er gylt høvi hjá landsstýri og løgtingi nú at taka næsta stigið til tess at fáa lýst
týdningarmiklar orsøkir og bygnaðir, ið elva til støðuna – og ikki minst at leggja fram
ítøkilig átøk, ið kunnu broyta gongdina.

Frammanundan er onki neyvt yvirlit yvir gongdina í reallønini hjá føroyskum
inntøkubólkum, og tískil vanta týdningarmikil amboð til tess at leggja neyvar
politiskar ætlanir og at málrætta tær skipanir, ið verða settar í verk.

Talan er um álvarsmál fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá hjá føroyskum familjum og
húsarhaldum, og um kappingarførið fyri føroyska vinnu.

Skulu Føroyar mennast og draga fólk og íløgur til sín, er alneyðugt at venda gongdini
og myndini av møguleikunum at virka og liva eitt sømiligt og mennandi lív í
Føroyum.

Tí verður skotið upp, at Løgtingið viðger hetta mál og heitir á landsstýrið um at taka
táttin upp sum skjótast.

Á Løgtingi, 1. mars 2011

Høgni Hoydal   Tórbjørn Jacobsen   Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Hergeir Nielsen   Annita á Fríðriksmørk   Sjúrður Skaale
Bjørt Samuelsen   Heini O. Heinesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad