Lýsing

Vit skulu loysa kjarnuvælferðina

Vøksturin í samfelagnum hevur verið ovurstórur tey seinastu árini. Inntøkurnar frá persónsskatti og partafelagsskatti  hava sligið met, og er hetta komið væl við hjá landi og kommunum, sum við enn fleiri íløgum hava megnað at bygt okkara vælferðarsamfelag enn meira út.

Men vælferðarsamfelagið Føroyar stendur yvir fyri stórum avbjóðingum komandi árini, tí vit hava ikki nóg nógv starvfólk til at taka okkum av okkara eldru og av okkara børnum, og tá kemur samfelagið undir álvsarligt trýst á fleiri frontum. Tí er hetta ein av fremstu uppgávum, sum politiska skipanin skal loysa. Tað nyttar lítið at byggja nýggj flott ellisheim og nýggjar barnagarðar um ongi starvfólk eru at taka sær av okkara eldru og ungu.

Sambært búskaparráðnum koma 700 starvsfólk at mangla í tey komandi 10 árini innan heilsu-, almanna- og eldraøkið. Hetta krevur nýggjar og øðrvisi loysnir á avbjóðingini.

Vit eiga  at stytta arbeiðsvikuna innan hesi øki. Góðar royndir eru av hesum í okkara grannalondum eitt nú í Ìslandi, har arbeiðsvikan varð stytt úr 40 tímum niður í  35-36 tímar. Produktiviteturin varð hin sami, um ikki størri, starvfólkini kendu minni strongd og heilsan gjørdist betur. Samanhangurin ímillum arbeiði og familjulív bleiv betur og trivnaðurin yvirhøvur øktist.

Tann vøkstur, ið hevur verið í samfelagnum er so fleir faldaður tað, sum hetta hevði viljað kostað samfelagnum at lækka arbeiðsvikuna. Ein útrokning, sum eitt fakfelagssamstav við 8 fakfeløgum gjørdi herfyri vísir,  at við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar hevði kostað samfelagnum áleið 104 mió kr. Hetta er ein bruttoútreiðsla, har eyka skattainntøkur og forskatting av pensjónum ikki eri tikin við. Bara fyri at taka eitt dømi fyri Tórshavnar kommunu, so vóru eyka  skattainntøkur, her íroknað forskatting av pensjónum, inntøkur frá persónsskatti og felagsskatti  76 mió kr fyri 2022, og taka vit so inntøkurnar bæði hjá landi og øllum kommununum, so eru upphæddirnar munandi hægri.

Tíðin er komin til at lata okkara vælferðarøkjum nakað aftur av tí vøkstri, ið hevur verið í Føroyum tey seinastu árini. Hetta tænir bæði vinnuni og vælferðini í Føroyum.

 

Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8 des.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad