Uppskot til samtyktar um krøv til peningastovnar
Løgtingslóg nr. 123/2010: Uppskot til samtyktar um krøv til peningastovnar
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið at koma við neyðugum krøvum og reglum til føroysku
peningastovnarnar, sum tryggja, at rentuásetingar og gjøld eru kundunum meira gjøgnumskygd, við
rímiligum skotbrái til kostnaðarhækkingar, og sum eisini avmarka møguleikarnar hjá
peningastovnunum at koma við órímiligum hækkingum.
Viðmerkingar
Vit hava um dagarnar verið vitni til, at bankarnir hava sent fleiri 100 tals húskjum eina eykarokning
uppá fleiri 10túsund krónur. Hetta hava teir gjørt við at hækka sokallaða lánsbidragið við 0,4
prosentum hjá teimum, sum hava donsk realkredittlán. Hetta svarar til eina hækking uppá 4000 kr
pr mió í lán pr ár. Og hesa eykarokning skulu føroysku húskini bara góðtaka sjálvt um tey eru
fíggjarliga ógvuliga sperd longu frammanundan.
Tey, sum fyri kortum vórðu eggjaði til at broyta vanligu sethúsalánini til donsk realkredittlán, vóru í
stóran mun tey, sum høvdu stór sethúsalán. Hjá teimum, sum høvdu ½ mió í sethúsaláni ella minni
loysti tað seg ikki at broyta varð sagt, tí konverteringin varð so dýr.
Tað kann tí hugsast at serliga ungu barnafamiljurnar, sum frammanundan eru tey mest fíggjarliga
sperdu, tóku av hesum tilboðið.
Tað hevur í alt ov langa tíð valda eitt atgerðarloysi, tá ið talan er um at tryggja føroyskum
sethúsaeigarum og lánarum rímiligar og fjølbroyttar møguleikar á føroyska lánsmarknaðinum.. Tá
ið tað so endiliga vísti seg ein møguleiki at lætta um sethúsalánið – nú við donskum realkredittlánið,
– so vóru tað fleiri, sum valdu hesa loysn, hóast konverteringin varð rættiliga kostnaðarmikil. Tí
kann tað tykjast at farið verður øgiliga lætt um fíggjarligu umstøðurnar hjá føroyskum
sethúsaeigarum.
Til samanberingar kann nevnast, tá ið fólk í vanligum størvum verða søgd úr starvi, so skal hetta
gerast við so og langari freist, við ávísum mannagongdum, við møguleika fyri hoyring osfr. Hesi
krøv hava fakfeløgini ynskt, tí tað verður hildið órímiligt, at tú bara soleiðis yvir alt ov stutta tíð
broytir tilveruna hjá fólkið totalt, uttan at hesi fáa tíð at hugsa seg um.
Hetta kann í ávísan mun samanberast. Táið bankarnir soleiðis greiða kundunum frá, at teir í
komandi viku hækka rentuna hjá viðkomandi, soleiðis at viðkomandi frá í næstu viku at rokna fer at
fáa eina eykarokning uppá t.d. 4, 8 ella 12 túsund krónum um árið, so má tað sigast at verða ein
ógvusligur smeitur. Tey standa har og hava ongan annan møguleika enn at taka ímóti rokningini og
royna at spenna lívreimina enn longur. At flyta í annan banka er nærum ógjørligt orsakað av tí
kostnaði tað inniber við fleiri 10 tals túsund krónum, umframt at tað er ongin verulig kapping á
peningastovnsøkinum, og tí ongin munur á, um man er í banka a ella b.
Politiski myndugleikin eigur í prinsippinum ikki at blanda seg í hvørji krøv peningastovnarnir seta
kundunum. Talan er um privat virksemi og eiga krøvini at verða lagaði hareftir. Hinvegin hevur tað
víst seg ógvuliga provokerandi seinastu árini, at peningastovnarnir hava fyri tað fyrsta útmerkað seg
við okursrentu, sum hevur ligið fleiri prosent omanfyri hana hjá peningastovnunum í
grannalondunum. Og so hava peningastovnarnir uttan samanbering so stórt vald í landinum, og
ávirkað liviumstøðurnar hjá føroysku húskjunum meira enn nakar annar.
Tað skal sigast peningstovnunum til rós, at teir hava flutt tað føroyska samfelagið fleiri fet framá og
eiga stóran leiklut í tí framburði, sum hevur verið her á landið gjøgnum árini. Men onkursvegna
tykist tað sum, at hendan beundranin av peningastovnunum og nærum óttanum fyri at røra privata
virksemi hevur tikið yvirhond og man tíðin tí verða komin til at hesi viðurskifti verða gjøgnumhugd
av politiska myndugleikanum, soleiðis at tað vald hesir stovnar hava ikki verður treytaleyst
óavmarkað.
Tí halda uppskotstillararnir at tíðin er komin, at landsstýrið kann og kemur við neyðugum krøvum
og reglum til føroysku peningastovnarnar sum tryggja at teirra rentuásetingar og bidrøg eru so
mikið rímilig og kundunum meira gjøgnumskygd, soleiðis at kundin hevur eitt rímiligt skotbrá at
laga seg til rentuhækkingarnar, og sum eisini avmarkar møguleikarnar at koma við órímiligum
hækkingum.
Á Løgtingi, 1. mars 2011
Annita á Fríðriksmørk,
løgtingskvinna