Lýsing

LOYSA MARKAFORÐINGAR Á BARNA- OG UNGDÒMSØKINUM

Børn skulu ongantíð detta niður ímillum tveir stovnar, tvær skipanir ella tvey ráð, sum vit ferð eftir ferð
hoyra og síggja í Føroyum.

Tórmóður Stórá hevur sagt tað fleiri ferðir – vit skulu droppa at noyða skipanir í Føroyum til at samstarva, tí
tað riggar ikki. Vit skulu ístaðin samskapa nakað nýtt. Tað megna vit. Og tað ynski eg, at verða við til.
Yvirskipað veit man, at tað er trupult hjá ymsu skipanunum í Føroyum at samstarva tvørturum geirar,
tvørturum politisk løg og tvørturum ymisk fakfólk.

Í Íslandi hava tey fyri kortum rist posanum av nýggjum, tá ið tað viðkemur barnaøkið. Og tey eru komin við
eini nýggjari loysn, ið riggar framúr væl inntil víðari.

Tey hava sett á stovn eitt barnamálaráð!
Eitt barnamálaráð, har tað er EIN málaráðharri, ið einans skal arbeiða fyri børnum. EIN, ið hevur ábyrgdina
av barnaøkinum.

Tíðin er komin til, at vit hyggja at mátanum, ið vit hava skipað okkara samfelag og okkara skipanir. Borgarar
og fakfólk rópa um kapp fyri at vísa á, at verandi skipanir ikki rigga nóg væl, og so slettis ikki nóg væl saman.
Um vit hyggja at okkara verandi skipan, so er tað skipað m.a. soleiðis:

 Gigni er undir Heilsumálaráðnum
 Almannaverkið og Barnaverndartænasturnar eru undir Almannamálaráðnum
 Nám/Undirvísingarstýrið er undir Uttanríkis og Mentamálaráðnum
Her eru trý ymisk ráð, trý ymisk lógarverk og tríggir ymiskir málaráðharrar, ið kunnu hava við sama barn at
gera.

Okkara barnaøkið er deilt upp í fleiri økir og ráð. Fleiri økir við egnum lógarverkið, reglugerðum og
kunngerðum, sum fyri tað mesta virka leys av hvørjum øðrum. Lopið frá eini skipan til tí næstu er
avbjóðandi – fyri at siga tað milt – og tess fleiri skipanir eru, tess fleiri eru lopini. Er tað undarligt, at børn
detta niður ímillum?

Við at seta eitt Barnamálaráð á stovn í Føroyum, merkir tað, at øll, sum arbeiða við og fyri børn, hoyra undir
sama ráð – og harvið eru fleiri markaforðingar longu tiknar burtur, sum vit stríðast við í Føroyum.
Í Føroyum royna vit øll at draga í somu línu, fyri at bata um barnaøkið. Gigni, Sernám, Almannastovan,
Barnaverndartænastur, Løgregla, kommunur, frítíðarfelagsskapir v.m., men tað er enn ov stirvið og vit
koma ikki nóg langt fram við verandi skipanum.

Fyri at stovnarnir kunnu fremja eina burðardygga samskapan krevst, at stovnarnir hvør sær hava rættar
karmar at virka undir. Tað verður gjørt við dagføra lógargrundarlagið og syrgja fyri nøktandi fíggjarkørmum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

At vera eitt lítið land, ið skjótt kann laga seg til nýggj krøv, skuldi verið ein fyrimunur fyri okkum. Men tað er
treytað av viljanum til javnan at endurskoða og tillaga verandi skipanir. Vit eiga at raðfesta og fáa tær
skipanir, sum longu finnast at virka betur saman, so børn og ung verða loftaði so tíðliga sum møguligt.
Eg sigi ikki, at eitt Barnamálaráð er einasta rætta loysnin, men eg meti avgjørt, at tað er tann vegin vit skulu
seta okkara tankar. Og tað krevur, at vit gera okkurt øðrvísi, tí tað vit gera nú, riggar ikki nóg væl. At fingið
eina líknandi skipan, sum Ísland hevur sett í verk, hevði bøtt um tær markaforðingar, ið standa í vegin og
hevði verið til at loyst gerandisdagin fyri fleiri borgarar.

Vit skulu loysa gerandisdagin!

Ásla leila Johansen, valevni fyri Tjóðveldi

468 ad