Lýsing

Uppskot um samsýning til rithøvundar og listafólk

Løgtingsmál nr. 117/2010: Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar
og listafólk

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður
skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar og listafólk annars, samsvarandi eini
kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroyum.

Viðmerkingar:
Tað er helst eitt undur, at føroysk tunga er til í dag. Treiskni í fólkinum,
tjóðskaparrørslan og rithøvundar okkara eiga stóran heiður fyri, at fólkið í dag kann
tosa sítt egna mál, sum er evsti samleikin í tjóðini.

Leikluturin hjá skrivandi fólkinum er ein áhugaverd søga, um allan heim. Hesi hava
virkað sum varðhundar fyri fólkaræði, verið í broddi fylkingar sum varðveitarar og
mennarnar av tjóðarmálum og ikki minst hevur framleiðslan úr hondum teirra verið
brúkt sum undirvísingartilfar í lægri og hægri skúlum.

Føroyskir rithøvundar hava virkað undir sera trongum korum. Talið av teimum, sum
tosa og skilja málið, er somikið lítið, at marknaðurin ongantíð kann gerast materiella
undirstøðukervið undir teirra virksemi. Hóast hetta, er tað undrunarsamt, at
framleiðslan av føroyskum skaldskapi er lutfalsliga nógv størri enn í londum, vit
annars kunnu samanbera okkum við.

Hesi fólkini, sum skapa bókmentir og aðra list, leggja eina øgiliga orku í sítt verk.
Sum oftast eru hesi tey einastu, sum ongan verðsligan vinning fáa burturúr sínum
verki, og sum frá líður kann tað hava við sær, at talentini torna upp av hesi orsøk. Táið
forløg, bókhandlar, prentsmiðjur o.o. hava fingið sín part av eini bók, er sjáldan nakað
eftir til tað einstaka menniskjað, sum skapti allan møguleikan.

Tær almennu Føroyar hava skipað nakrar møguleikar, m.a. við Mentanargrunninum
og seinri Týðaragrunninum. Hetta er tó ikki nóg mikið. Í politisku skipanini hevur
eisini verið rímilig semja um, at fæið, ið Mentanargrunnurin fær á
fíggjarløgtingslógini, ikki røkkur nóg langt, serstakliga ikki í mun til tað, sum ætlanin
var, táið grunnurin varð umskipaður.

Í øðrum londum er tað fatanin millum manna og í politisku skipanunum, at m.a.
rithøvundar eru mentanararbeiðarar, sum eiga at fáa samfelagsins størstu
viðurkenning og virðing. Tí hevur staturin skipað eitt undirstøðukervi, har
kvalifiseraðar dygdarmetingar avgera, um listafólkini skulu fáa samsýningarrætt úr
ríkis-/landskassanum.

Fleiri føroyingar hava fingið henda rætt á donsku fíggjarlógini, síðani danir skipaðu
henda møguleikan. Tað hevur verið ein generøs viðurkenning til mentanararbeiðarar í
øðrum landi, men hetta gevur samstundis eina greiða ábending á, at vit sjálvi eiga at
fáa skil á hesum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum.

Vit hava brúk fyri at gera eitt alment undirstøðukervi, sum tryggjar hesum partinum
av tjóðarbyggingini lívføri. Landsstýrið eigur at finna útvegir fyri, hvussu hesi
viðurskifti á besta og tryggasta hátt verða skipað.

Fyri tveimum árum síðan varð átøkt uppskot lagt fyri tingið. Landsstýrismaðurin í
mentamálum var ovurhugaður fyri tankanum og ætlaði sær at gera nakað við málið, –
við tí undanførsluni sum jarnbroti varð uppskotið felt. Onki er hent síðani, og í eini
roynd at flyta politisku skipanina rætta vegin í hesum týðandi máli, verður tað lagt
fram av nýggjum.

Vanvirðisligu álopini, sum hava heglað niður yvir okkara mentanararbeiðarar í
miðlarúminum í seinastuni, eru greið ábending um, at samfelagsskipanin eigur at taka
betri partar fyri seg og skipa viðurskiftini hjá hesum fólkum soleiðis, sum tað sømir
seg eini modernaðari og siviliseraðari tjóð í framsøkn.

Á Løgtingi, 1. mars 2011
Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad