Uppskot um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
Løgtingsmál nr. 114/2010: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til
fólk við skerdum førleika
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um
studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki
megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul.
Viðmerkingar:
Uppskotið var fyri á Løgtingi 2007, men fall við teirri grundgeving, ”at
landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda
bústaðarpakkan. Við hesum verður møguleiki at útvega fólki við skerdum førleika
íbúðir” (endurgivið úr álitinum). Nú eru skjótt trý ár liðin, síðan hesa niðurstøðu, sum
var grundgevingin fyri at fella uppskotið tá. Uppskotssetararnir halda, at nú er tíðin
komin hartil, at Løgtingið má gera nakað við hetta álvarsmál og ikki balla tað inn í
partapolitiskar undanførslur.
Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og
nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí
støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýli, men hóast hetta
ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað
um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum.
Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við serligum
tørvi ikki er nóg stórt. Serliga er tørvur á tilboðum til fólk yvir 18 ár, sum hava
menningartarn ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð
við stuðli.
Tað kann vera torført neyvt at allýsa, hvørjum bólki uppskotið er ætlað, men í
høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll
við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella meginpartin av døgninum.
Útboðið og kostnaðurin
Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari
familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey
kunnu búgva í, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst
m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini
standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær
slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum
at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós uppeftir í
nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið
høg, at tað heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava
betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar.
Neyðugt at stuðla
Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella
normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí,
sum har við fylgir, so er neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum
ávegis.
Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at
ogna sær egnan bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar allari bygging til
hesi fólk soleiðis, at stuðul upp til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta
skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella átta búeindum kunnu verða bygd, og at
tað almenna stuðlar slíkari bygging við upp til somu upphædd fyri hvørja búeind, sum
veitt verður til bygging av røktarheimsbústøðum. Stuðulin, tað almenna letur, eigur at
verða tinglisin í ognini, og skal afturrindast, um búeindirnar verða seldar fólki, ið ikki
hava líknandi tørv ella trupulleikar, sum tey fólkini, hetta uppskotið er ætlað til.
Restina av byggikostnaðinum skulu tey, sum skulu eiga búeindirnar, sjálvi fíggja av
sínum inntøkum. Talan er í flestu førum um fólk, ið fáa fyritíðarpensjón við
møguligum – men helst ikki stórum – eykainntøkum.
Einasti møguleiki fyri fígging er í dag bankarnir og sparikassarnir, sum tí eisini eru
møguligir fíggjarar í hesum føri. Uppskotssetararnir kundu tó hugsað sær, at lív
verður blást í aftur Húsalánsgrunnin, sum tá var ein upplagdur fíggingarstovnur at
nýta í hesum føri. Til tess at lætta um fíggjarpartin hava uppskotssetararnir hugsað, at
kommunurnar kunnu lata slíkum verkætlanum ókeypis grundøki. Í hesum sambandi
varð skrivliga heitt á Klaksvíkar-, Runavíkar- og Tórshavnar kommunur umframt
Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, og komu jalig svar frá øllum
pørtum.
Hvør skal standa fyri byggingini
Uppskotssetararnir vendu sær tá til Javna og tosaðu við fólk við ávirkan og innliti, og
tyktist bæði áhugi og vilji vera til staðar at gera slíkar ætlanir til veruleika. Eingin ivi
kann valda um, at tørvurin á slíkum bústøðum ikki bara er til staðar, hann er rættiliga
stórur. Tað, sum øll tó leggja dent á, er, at bústaðurin einsmallur ikki altíð er nóg
mikið, stuðul má eisini játtast tí, sum ognar sær bústaðin og býr í honum. Tað
almenna eigur tí at binda seg til, at pedagogiskur stuðul fylgir við tí stuðlinum, sum
verður játtaður til byggingina.
Byrjanin til hvørja verkætlan kann vera, at t.d. feløg, kommunur og tað almenna ella
onnur finna saman og stovna sjálvsognarstovnar ella sjálvsognarfeløg, ið hava sum
endamál at byggja búeindir til fólk við serligum tørvi. Sjálvsognarfeløgini skulu
hvørki hava tap ella vinning av sínum virksemi, skulu virka undir treytum, sum verða
álagdar slíkum stovnum ella feløgum. Sjálvsognarfeløgini kunnu velja at standa fyri
byggingini sjálvi, ella tey kunnu taka upp samráðingar við kommunur ella
byggifyritøkur at gera tað.
Tørvur og visitering
Sjálvsognarfeløgini skulu altíð virka í tøttum samstarvi við avvarðandi almennar
myndugleikar, ið altíð eru teir, sum kenna tørv og annað tílíkt best. Allar týðandi
avgerðir um byggingina, hvør eigur at fáa tilboðið og annað slíkt, eiga altíð at verða
tiknar í samráð við viðkomandi almennu myndugleikar. Tí eiga almennu
myndugleikarnir at hava eitt avgerandi orð at siga, tá greiða skal fáast á, hvørjir
persónar skulu fáa stuðul til at ogna sær slíka íbúð. Og tað skal verða almenni
myndugleikin, sum avger, hvussu nógvur pedagogiskur stuðul skal veitast í hvørjum
einstøkum føri og á hvønn hátt. Tað er ikki møguligt at siga nágreiniliga, hvat hetta
uppskotið kann koma at kosta landskassanum, verður tað samtykt. Uppskotssetararnir
halda tó, at talan neyvan verður um nakra meirútreiðslu fyri landskassan, tí tey fólkini,
uppskotið snýr seg um, skulu hava bú- og onnur tilboð frá tí almenna.
Uppskotssetararnir halda, at talan heldur er um, at tað almenna veitir hesum fólkum
viðkomandi og mannsømilig kor, javnbjóðis øðrum borgarum í landinum
Á Løgtingi, 1. mars 2011
Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen Bergtóra H. Joensen
Annita á Fríðriksmørk Sjúrður Skaale Hergeir Nielsen
Bjørt Samuelsen Heini O. Heinesen Jenis av Rana
Bill Justinussen Karsten Hansen