200 mió. detta niður av himli, men enda á skeivum matrikli
Hvørt ár missa Føroyar áleið 200 mió í inntøkum, tí loftrúmið framvegis liggur á donskum hondum. Tí eiga Føroyar at yvirtaka loftrúmið beinanvegin. Yvirtøkan av loftrúminum stendur á lista B í heimastýrislógini og er seinni staðfest í yvirtókulógini, og tí er als ongin forðing fyri, at Føroyar yvirtaka loftrúmið við øllum teimum møguleikum og inntøkum, ið liggja í hesum málsøki.
Avgerðin um føroyska loftrúmið varð tikin yvir høvdið á føroyingum. Danmark staðfesti ICAO sáttmálan í 1947, ið er altjóða sáttmálin, ið regulerar loftviðurskiftini, og á fundi í Keypmannahavn i 1974 varð avgjørt, at loftferðslutænasturnar yvir Føroyum skuldi umsitast av Íslandi. Føroya landsstýri var ikki við í hesum samráðingum, og avgerðin varð sostatt tikin uttan um føroyskar myndugleikar, at umsitingin og inntøkurnar, ið stavast frá loftferðsluni skuldi fella til Íslendskar myndugleikar.
Inntøkurnar frá flogferðsluni í føroyskum loftrúmi fella sostatt til ìslendingar og danir, tí gerðabýti er gjørt teírra millum at býta inntøkurnar frá loftferðsluni 60/40 og talan er um áleið 200 mió. árliga.
Fyri hesar upphæddir hava Ìsland og Danmark kunnað gjørt íløgur í tænastur, ið hava við loftrúmið at gera, alt frá eftirlitsútgerð so sum radarum, bjargingarútgerð te. tyrlur o.a., menning og útbúgving av starvfólkum v.m.
Hesin órættur, ið er framdur móti føroyingum eiga vit als ikki at góðtaka longur, og tí skal loftrúmið yvirtakast á føroyskar hendur beinanvegin. Tað eru vit føroyingar, ið eiga loftrúmið og eiga tískil eisini at fáa ágóðan av teimum áleið 200 mió kr., ið árliga fella í aðrar kassar enn teir føroysku, og sjálvandi skulu føroyingar hava fult ræði á og fullan kunnleika til hvat hendir í føroyskum loftrúmi.
Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8 des.