Lýsing

Adressuleys størv – sita í Svínoy ella á Landavegnum og arbeiða í Tinganesi

Internet, teldur og tøknin sum heild hevur í meiri enn 10 ár verið til at starvsfólk í skrivstovustørvum kunnu sita at kalla allastaðni í heiminum og arbeiða. Hóast hetta, so verða øll størv í almennu umsitingini framvegis lýst leys við arbeiðsstaði á ávísari adressu og við ávísar skrivstovu.

Á heystið 2018 vitjaði eg í lítlu bygdini Tangstad í Lofoten í samband við NORA-verkætlanina “Coworking in the Arctic”. Eg vitjaði á einum sonevndum “coworking space”, sum kann umsetast til “felags-skrivstova”, sum fólk úr øllum heiminum brúka í styttri ella longri tíðarskeið. Meðan eg vitjaði vóru fólk úr 8-9 ymiskum londum á Arctic Coworking Lodge, sum staðið eitur. Ein var úr Suðuramerika, hon arbeiddi við online-marknaðarføring fyri nógvar ymiskar fyritøkur, millum annað eina stóra fyritøku í Ísrael, sum hon ongantíð hevði vitjað “fysiskt”.

Í 2018 var at kalla óhugsandi, at skrivstovustørv í Føroyum vóru aðrastaðni enn á adressuni, har fólk vórðu sett at arbeiða – tað verið seg í landsumsitingini ella hjá størri privatum fyritøkum.

Men so kom korona-farsóttin – og øll, sum høvdu skrivstovustørv, vórðu tvungin at arbeiða heimanífrá.

Sum borgarstjóri var eg tá partur av kommunalu fyrisitingini í Vági, og eg haldi, at eg kann siga, at tað vóru ongar umsitingarligar uppgávur, sum ikki vóru loystar í korona-tíðini, hóast ein munandi partur av arbeiðstíðin varð brúktur heima.

 

Avrik ikki máld í brúktum fermetratali av skrivstovum

Í Íslandi varð í 2018 tikin avgerð um, at í 2024 skuldi 10% av øllum størvum í landsumsitingini verða lýst leys uttan adressu. Íslendski innlendismálaráðharrin greiddi í november í 2018 í framløgu á ráðstevnu í Hørpuni frá, at tey í august høvdu lýst eftir fulltrúa til at loysa ávísar uppgávur, og arbeiðsstaðið uttan á ávísari adressu. Nakrar vikur seinni settu tey fulltrúa í starv, sum býr og arbeiðir úr Seyðisfjørðinum, men kemur til Reykjavíkar 14 hvønn dag. -Og innlendismálaráðharrin staðfesti, at hendan skipan hevði virkað sera væl.

Í ár hava tey í Íslendska útbúgvingar-, granskingar- og menningarmálaráðnum tikið næsta stigið og nú verða so at siga øll størv, sum verða lýst leyst, lýst leys uttan ávísa arbeiðsadressu. Góðskan á arbeiðinum í útbúgvingar-, granskingar- og menningarmálaráðnum verður ikki máld í brúktum fermetratali av skrivstovum í miðbýnum í Reykjavík, men í avrikunum hjá starvsfólkunum, greiddi Áslaugar Örna Sigurbjörnsdóttir, ráðharri frá í februar í ár.

 

Øll nýggj størv í landsumsitingini adressuleys

Tíðin er komin til at vit í Føroyum eisini fara at skipa størvini í landsumsitingini adressuleys – og eiga flest øll nýggj størv at verða lýst leys uttan ávísa arbeiðsadressu.

-Og vit vita longu (orsaka av korona-farsóttini), at hetta ber væl til og at tað ikki fer at hava nakra neiliga ávirkan á tær uppgávurnar, sum skulu loysast.

Hetta merkir, at kandidaturin í samfelagsvísindum í Svínoy kann søkja størv í landsumsitingin í Havn uttan at hugsa um, at neyðugt verður at flyta til Havnar – tí uppgávurnar kunnu loysast heimanífrá. Og hetta merkir eisini, at tú kann sita heima úti á Landavegnum í Havn ella uppi í Hoyvík og arbeiða í t.d. Mentamálaráðnum.

Adressuleys størv í landsumsitingini fara at skapa heilt nýggjar møguleikar fyri fólk kring alt landið, ikki minst fyri fólk, har tað er avbjóðandi at ferðast dagliga til størv í Havn.

Í staðin fyri at verða heimanífrá í 10-12 tímar ella meiri, so er tú heima stutt eftir at arbeiðsdagurin endar. Hetta ávirkar familjulívið, møguleikarnir at verða virkin í ítróttar- og frítíðarlívinum og at verða virkin í gerandislívinum í nærumhvørvinum sum heild. Ikki minst er hetta ein avgerandi partur í at tryggja, at fólk kunnu virka og búgva kring alt landið – og hetta er jú ein av týðandi uppgávunum hjá Landsins leiðslu at loysa.

 

Dennis Holm

Valevni fyri Tjóðveldi

 

Dennis Holm

Deil hesa grein umvegis
468 ad